Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan á Lakjuni nýtti høvið at siga nøkur orð um ting­ arbeiðið og nevndi, at ung­ dóms­ting var hildið á fyrsta sinni í 2006, og síðani hevur ung­dóms­ting verið annað hvørt ár. 12 uppskot skulu til við­ gerð­ar hesar báðar dagarnar, ung­dómstingið varar. 32 næmingar frá trim­um skúlum manna ung­dóms­ tingið hesaferð, og teir koma frá Eystur­skúla­num, Nám X, Venj­ing­ar­skúlanum og Tvør­ oyr­ar Skúla. Tey 12 uppskotini umfata trý um fólka­skúlan, tvey um ferðslu, eitt um innflutning og sølu av rúsdrekka, eitt um frukt og grønmeti í skúlu­num, eitt um retorikk í framhaldsdeildunum, eitt um frádrátt til ung á øllum sam­ferðsluøkjum, eitt um heims­átrúnað, endur­skoðan av ting­manna­lønunum og yvir­tøka av politi og ákæru­ val­di. Framløga verður nú fyrra­partin, og eftir døgurða verða nevnd­ar­viðgerð­irnar. Klokkan 15 vitja politisku ung­dóms­feløgini. og dagurin endar klokkan 16. Tingfundur verður so aftur í morgin, tá byrjað verð­ur klokkan 10, tá álit verða løgd fram. Klokkan 13.30 verða ófráboðaðir fyri­ spurn­ingar til løg­mann og lands­stýris­fólk. Drúgva umrøðu Tað var serliga uppskotið um at lækka aldurin at drekka rús­drekka frá 18 niður í 16 ár, sum rættiliga fekk sinnini í kók. Tað tók eina drúgva tíð at fáa tað málið avgreitt, og tað vóru langt frá øll, sum hildu tað vera eitt gott hugskot, at gera tað lógligt at drekka so ungur sum 16 ár. Sum nevnt verða málini tik­in upp á nevndarfundum eft­ir døgurða, men áðrenn tað verð­ur kunnað um nevnd­ar­ar­beiðið. Un gd ó m s t i n g ­m á l i n i verða um­rødd, og álit verður skriv­að í øllum mál­unum. Í álit­un­um skal verða mælt til, at minst eitt upp­skot skal sam­tykkj­ast, og minst 1 upp­ skot skal fella. Spurningar til lands­ stýrismenninar verða enda­ liga avgreiddir. Dagurin í morgin byrjar klokkan 10, tá tingfundurin verður tikin upp aftur. Upp­ skotini verða viðgjørd og atkvøtt verður um tey. Ungdómstingið endar klokkan 15 í morgin, tá mót­ tøka verður, har høvi verður hjá miðlafólki at hitta ung­ dóms­ting­limirnar. Ungdóms­tingið sett Klokkan 10 setti tingformðurin, Jógvan á Lakjuni, fimta ungdómstingið, sum er annaðhvørt ár síðani 2006 Marjun Dalsgaard Pekka Kuusisto, sum er ein nógv umbiðin solistur, kom beint frá eini konsert í Royal Festival Hall í London. At fáa hendan heimskenda og vælumtókta mann til Før­ oyar var ikki lætt, og tað var stórt fyri Føroya Symfoni­ orkestur, at sleppa at spæla saman við honum. Men tá symfoniorkestri og gesturin gjørdu seg klárar at fara at spæla leygarkvøldið 8. februar, hendi tað, sum ikki má henda. Pekka Kuusisto hevði lagt violinina frá sær á klaverið, og tá fólk gingu framvið, brast violinin í gólvið og brotnaði. – Tá tað endiliga skuldi vera, vórðu vit so heppin, at violinin brotnaði eitt stað, har tað ikki ávirkar ljóðið, tí tað er ikki sjálvur kassin, sum er skaddur, sigur Urd Johanne­sen, sum hevur samskipað konsertina. Ein riva kom í violinina og ávirk­ ar møgu­leikan at stem­ma hana. Tók tað pent – Tann sum tók tað mest róligt, var Pekka Kuusisto, for­telur Urd Johannessen. Hon var uppringd tveir tímar áðr­enn konsertina. – Pekka ringdi til mín og segði, eg skal brúka eina nýggja violin, fortelur hon. Urd Johannesen vónaði at talan var um eina elektriska violin, sum Kuusisto eisini skuldi brúka undir kon­ser­t­ ini. Men so var ikki. – Tað nyttar ikki at fara í panik - eg hugsaði bara, at vit hava ein trupulleika, og hann skal loysast, sigur Urd Johannesen. Hon fór undir at finna útav, hvørjar góðar violin­ir vóru í Føroyum, sum hann kundi spæla á ístaðin. Hon skaffaði Kuusisto violin­ ina, sum Heiðrun Peter­sen vanliga spælir á, sum Jóan­ nes Andreassen hevur gjørt. Konsertin var so spæld á hesu violinina, uttan at áhoyr­ar­irnir varnaðust nak­ að. Urd hugsaði eisini um, hvussu hetta ávirkaði Norð­ ur­landahúsið. Violinin er tó tryggjað, so hon væntar ikki, at Norðurlandahúsið kemur at hoyra nakað meira fyri hendingina. Má klára seg uttan violinina í fleiri vikur Lukkutíð kann violinin repar­erast, men hetta fer at taka vikur, so Pekka Kuusisto má klára seg uttan sín fasta fylgisvein tær komandi vikur­nar. – Bert ein maður, sum sleppur at nerta við hasa violinina, og hann var tann fyrsti, sum Pekka Kuusisto ring­di til. Reparatiónin fer tó at taka nakrar vikur, tí violinin skal sendast aftur og fram millum Pekka og hendan, sum ger hana í stand, soleiðis at teir í felag kunnu trygg­ja rætta ljóðið, greiðir Urd Joahnnesen frá. Vil gjarna koma aftur Hendingin hevur tó ikki skak­ að Pekka Kuusisto so nógv, at hann ikki kemur aftur. – Tað seinasta, hann segði við meg var, at hann fór at tosa við sín umboðsmann, tí hann vil gjarna koma oftari til Føroyar, sigur Urd Johann­sen at enda. Pekka Kuusisto Pekka Kuusisto stendir á lista­num yvir heimskendar fiól­spælarar, sum spæla uppá Giovanni Battista Guadagn­ ini violin. Violin­in, sum hann hevur lænt frá finska menta­ málagrunninum, er frá 1752. Violin fyri fleiri milliónir brotnaði í Norðurlandahúsinum Gaudagnini violinin, sum er fleiri millónir evrir verd, er lænt fra Finska Mentamálagrunninum, og er fastur fylgisveinur hjá Pekka Kuusistu. Men nú má hann vera sínum fylgisveini fyri uttan í nakrar vikur. Violinin brotnaði nevniliga tveir tímar áðrenn konsertina í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 8. februar Tá heimskendi violion­úr­mæl­ingurin Pekka Kuusisto kom til Føroya, var hann ikki einsamallur. Við sær hevði hann kenda felaga sín, eina Giovanni Battista Guadagn­ini violin frá 1752. Stutt áðrenn konsertina hen­di tó tað, sum ikki mátti henda - violinin datt á gólv og brotnaði