Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Linjon Hovgaard Jacobsen in memoriam Síðst í januar mánaði slókn­ aði ein av okkara kendu út­i­ setum, havnarmaðurin Linj­ on Jacobsen, 83 ára gamal. Linjon var føddur í Hovi, men vaks upp í Tróndargøtu 14 í Havn. Pápi hansara æt Sof­us Emil Jacobsen og førdi ein av mjólkarbátunum hjá Mei­a­r­í­inum í nógv ár. Rutu- bát­ar­nir sigldu til bygdirnar við Skál­a­fjørðin og inn í Sund­a­lag­ið, so Linjon var frá barns­beini vælkendur á teim­um leiðunum. Mamma Linj­on æt Elsebeth Jóhanna og var úr Hovi, og haðani hevði Linjon fingið sítt mill­ um­navn. Hann var elstur av trim­um systkjum; - hini bæði vóru Nancy, sum gift­ist í Præstø og Napoleon, sum arbeiddi í táverandi Før­oya banka meira enn ein mans­ ald­ur. Linjon tók realeksamiu 1947 við Thorshavns Mellem- og real­skole og fór sama árið út á VBV at lesa til student. Hann gjørdist nýmálsligur stud­ent­ur í 1949, og fór til Dan­markar at lesa medicin í 1950. Kjøpinhavn møtti hann Marg­rethu Djurhuus, sum var føddur kjøpinhavnari, men hevði føroysk foreldur. Pápi Margrethu, Óli var úr Koll­a­firði, og mamma henn­ ara Cathrina Elisabeth var úr Klaksvík. Margretha var nøkur ár eldri enn Linj­on. Tey giftust í 1952 og bú­settust í Prinsessegade í Christ­i­ans­ havn, har sonur teirra Jóhan bleiv føddur í 1954. Stutt eftir giftarmálið fluttu tey til Vanløse, og Linj­ on skifti studium og fór at lesa franskt mitt í 50'u­num. Hann hevði líka síð­ani sín­ar studentardagar ver­ið ógvu­ liga fascineraður av eks­i­ stent­i­alist­isk­um fronsk­um høv­und­um, sum Sartre og Cam­us, men honum dámdi eis­ini sera væl upplýsnings- menn­inar Voltaire og Rous­ seau. Endiliga var hann ov­far­in av og harm­að­ist ofta yv­ir, at før­oy­ing­ar ikki høvdu nóg nógvan á­huga fyri sjón­leikum hjá tí ele­ ganta stutt­leika­skaldin­um Molière. Viðhvørt plagdu vit stud­enta­felags­limir at eggja hon­um til at týða Molière til før­oyskt, men hann hvepti seg við, tí tað átti helst at vera í bund­num og rímandi máli. Linjon var beskeðin og helt, at tann, sum skuldi týða Mol­i­ère, mátti sjálvur vera skald. Linjon týddi kortini stutt­søg­una »Le Mur« hjá Sartre til føroyskt umleið 1960 og las, ið hvussu so er, part­ar av henni í tí føroyska út­varp­i­num. Í 1961 fór Linjon at handla við tubb­akki, drykkjuvørum og teim­um mest vanligu neyð­synj­ar­vørum í Kron­ prin­s­ess­e­gade, beint yvir av Ros­en­borg slotti og Kongs­ ins hava. Tá ið ein skái var mill­um kundarnar, sat hann og studeraði og týddi fransk­ ar fil­o­soffar. Har var al­tíð hugnaligt at koma inn á gólv­ ið, og Linjoni dámdi væl at skifta orð við tey, sum komu framvið. Til dømis var skald­ ið Regin Dahl heilt ofta á gátt hjá honum, og teim­um báðum inkarneraðu havn­ar­monn­u­ num dámdu væl at filosofera nos­t­a­lg­iskt um viðurskiftini í Havn, soleiðis sum tey vóru, áðr­enn kríggið; - men teir fegn­aðust avgjørt ikki um Havn­ina í modernaðum líki. Mest prát­aðu teir kortini um eksi­stent­i­al­i­smu og franskar filo­soff­ar. Fleiri føroysk feløg, bæði Í Norð­ur­havnini, Hvidovre og í mið­bý­num vóru regluligir kund­ar hjá Linjoni, og hann var bæði skjótur og bein­a­ sam­ur at heita á. Hann redd­ aði manga veitslu hjá før­oy­ ing­um, tá ið løgur og annað var uppi. Hann var fryntligur og væl­hýrd­ur maður; og koyrdi fegin vørur út, bæði til fel­øg og privatar veitslur, um enn tað var síðla á nátt. Tann lítla sølubúðin hjá Lin­joni fekk, sum teir flestu smá­handl­ar, harða kapp­ing frá stór­handl­um og meg­in­ depl­um, men Lin­jon handl­ aði kortini í tí centrala Kjøp­ in­havn í næstan átjan ár. Tað var eitt satt bragd; men í 1978 mátti hann so lata aftur! Fýra ár seinni flytti hann úr Van­løse inn i eina eigaraíbúð á Nørr­e­brúgv, har fleiri aðrir úti­setar eisini búðu. Ann­ars var Linjon trúgvur fel­ags­maður. Hann kom javn­ liga í Føroyingafelag og Stud­ ent­a­felagið, bæði til veitslur og van­ligar fundir, og í eina fjórð­ings­øld var hann fastur fús­ur í Hvidovrefelagnum. Kona hansara doyði í 2008, og heils­an hjá Linjoni var tá eis­ini farin at bila, so hann flytti í eitt sera hugnaligt eldr­a­býli í Utterslev, har hann andaðist. Jarðarferðin var týs­dagin tann 28. januar úr Bell­a­høj kirkju, sum liggur stutt haðani, hann dvaldist sítt lívskvøld. Frið­ur verið við minni um ein knáan og be­skedn­an borgara, sum fór still­is­liga um, men var ar­beið­s­sam­ur, íðin og álítandi mið­als­tætt­ a­rmaður. Virgar T. Dalsgaard Margretha & Linjon 1983 Fimm bilsmiðir fingið prógv Fríggjadagin 7. februar 2014 fingu fimm bilsmiðir prógv handað á bildeildini á Teknika Skúlanum í Tórshavn. Hesir eru f.v.: Rani Jacobsen, Klaksvík, lærupláss P/F Wenzel í Tórshavn, Werner Hentze, Saltangará, lærupláss P/F Reyni Service í Klaksvík, Poul Fannar Mittelstein, Skopun, lærupláss P/F Bilrøkt í Tórshavn, Atli Undir Kletti, Tórshavn, lærupláss P/F Reyni Service í Hoyvík, Tóti Kristjánsson, Tórshavn, lærupláss P/F Auto Service í Tórshavn. Daniel á Lofti Hansen bleiv tann 20/6/13 "Bachelor of Art" í Sport Journalism frá University of East London við viðurkenning. Prógv