Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Jørgen Niclasen, Fíggjar­ mála­ráð­harri, fegnaðist í seinastu viku um, at tað var eydnast at fáa eina breiða semju millum allar flokk­ar­nar á tingi um bæði Sand­oyartunnilin og Skála­ fjarð­ar­tunnilin. Í semjuni verða teir sjóvaðir saman í eina verkætlan. Men harvið eru langt frá allar súður syftar hjá lands­ stýrismanninum, tí næsti stóri knúturin, sum eisini lætt kann gerast ein polit­ iskur knútur, er fígg­ing­in. Sambært semjuni skal landið seta 400 milliónir krón­ur í partapeningi í al- menna partafelagið, sum skal gera tunlarnar. Pen- ing­ur­in er longu yvir eitt 10 ára skeið settur av á lang­ tíð­ar íløgukarminum hjá Løg­tingi­num. Betri lánstrygd Men á framløgufundinum í Miðlahúsinum mikudagin ásann­aðu umboðini fyri allar flokkarnar, at parta­ pen­i­ngurin einsa­mall­ur er ov lítil, um ikki láns­kost­ nað­ur­in skal gerast alt ov dýr­ur. Jørgen Niclasen hevur somu áskoðan. - Almenna tunnilsfelagið skal lána góðar 1,5 milliard­ ir krónur, um kost­nað­ar­ met­ing­ar­nar halda. Tað er ongin trupul-leiki at fáa fígg­ing til Skála­fjarð­ar­ tunnil­in, tí hann fer at bera seg væl við egnum rakstri, men verri er við Sand­oy­ ar­tunlinum. Tí mugu vit í lógini geva lands­stýris­ manni­num heimild til annað­hvørt at hækka parta­pen­ingin ella veita trygd fyri minstu ferðslu í Sandoyartunlinum fyri yvir­høvur at fáa lán. Og tað er sannlíkt, at brúk bein­an­vegin verður fyri hesi heimildini fyri at halda prísi­num á lánsfíggingini niðri. Men nú mugu vit tó fyrst finna út av, hvat láns­ veit­ar­arnir kunnu bjóða, sig­ur hann. Johnny í Grótinum, bú­ skap­ar­frøð­ing­ur, banka­ mað­ur og fyrrver­andi for­ mað­ur í Bú­skapar­ráð­num, hev­ur verið alment frammi og spátt ein rentukostnað á 8-12 prosent, um rokn­að verður við einum egin­pen­ ingi á 400 milliónir krón­ ur, sum verður inn­gold­in stigvíst í 10 ár. Tað er ein renta, ið líkist hen­ni, sum útskeldaða CIP æt­laði sær í sín part fyri at fíggja, byggja og reka Skála­fjarð­ ar­tunnil­in í 50 ár. Sama úrslit Tað er ov dýrt, halda øll. Eisini Jørgen Niclasen, sum hell­ir meira til veðhald – tað er at veita trygd fyri minstu ferðs­lu í Sandoyartunlinum – heldur enn beinanvegin at hækka partapeningin fyri at fáa lánskostnaðin nið­ur. - Í prinsippinum er tað líka­mikið, tí endarokningin hjá landinum verður tann sama. Verður parta­pen­ ing­ur­in hækkaður, verður láns­fíggingin tað minni. Verð­ur veðhald brúkt, skal allur kostnaðurin út um partapeningin lán­ ast. Men fyrimunurin við einum veðhaldi er jú, at um alt gongur sum ætl­að og væntað, so skal land­ið ongan­tið av við teir peng­ ar­nar, sum veðhildið er fyri, sigur hann. Á framløgufundinum í Miðlahúsinum vóru tó rødd­ir frammi, ið ávaraðu móti veðhaldi, tí tað kann fáa tey, ið fremja stóru byggi­verkætlanina í verki at leggja minni í, um kostn­ að­ar­ætlanin verður hildin – veðhaldið tryggjar jú, at rokn­ing­in verður goldin kort­ini. Landið kann selja Tað verður Løgtingið, ið skal gera av, um og hvussu heimildin hjá fíggj­ar­mála­ ráð­harra­num skal brúk­ast. Ger tingið av, at parta­pen­ ing­urin skal hækk­ast, hev­ ur fíggj­ar­mála­ráð­harrin eisi­ni tvær upp­skrift­ir fyri hes­um. - Annaðhvørt halda vit bara áfram at játta pen­ing­ in á fíggjarlógini, ella vit realisera virði, sum land­ið eigur, sigur Jørgen Nicla­sen. Hvørji virði hann her hugs­ar um, vil hann ikki nærri inn á. Men tá tað helst snýr seg um nógvar pengar eru ikki so øgilgia nógvar al­menn­ar ognir, ið eru skjótar at um­seta til reiðan pening, í at velja. Ein teirra er Bank­Nordik, har tey 33 pro­sent­ini, sum landið enn umvegis Fígg­ing­argrunnin eigur, hava eitt rættilgia stórt virði – umleið 400 milliónir krón­ur sambært kursinum fríggj­a­dagin – meðan meira iva­samt man vera, hvat land­ið kann fáa fyri tey 66 prosentini, tað eigur í Atlants­flog. Landið má binda seg til meira Allir flokkar ásanna, at 400 milliónir krónur í partapeningi er ov lítið, um lánsfíggingin skal fáast við líkinda rentu. Heimild er fyri tveimum mátum at bøta um hetta, annaðhvørt at landið hækkar partapeningin, ella at tað veitir veðhald tunlasemja samfelagið, at øk­ini verða bundin saman, ikki minst tí, at vit tá fáa ein meira samanhangandi ar­beiðs­ marknað, og tað er til stórt gagn fyri vinnu­na, sigur formaðurin í Bú­skap­ar­ ráðnum. kynstrið ar­tunli­num. Karmøytunnilin varð tikin í nýtslu 5. sep­ tem­ber í fjør – sama dag sum løgmaður gav Kára P. Høj­gaard durafjórðingin í Inn­lendismálaráðnum – og kostaði runt roknað tvær milliard­ir norskar krónur, tað er umleið 1,85 milliardir í okkara krónum. - Tann tunnilin er saman­ lagt 8,9 kilometrar langur og hevur ein sonevndan tunnilsprofil á 11,5. Skála­ fjarð­ar­tunnilin verður saman­lagt 11 kilometrar og fær tunnilsprofilin 14, so eg skilji ikki, hvussu nakar kann rokna við, at vit klára at gera okkara tunnil so nógv bíligari, sigur Kári P. Høj­gaard. - Vónandi er mín ótti ógrund­aður, so vit fáa henda tunnilin, sum upprunaliga var ætlaður, tá stig fyrstu ferð varð tikið til eina privata verk­ætl­an í 2002. Dettur tunnils­ætlanin niðurfyri nú, vænti eg, at tunnilspsykosan hasar av, og tá verður seinur dag­ur, áðrenn nakar aftur tor­ir at taka hetta málið fram, sigur hann. Kári P. Højgaard, fyrrverandi innlendismálaráðharri, óttast, at Landsverk hevur kostnaðarmett Eysturoyartunnilin ov lágt, og at úrslitið verður, at skarvað verður burtur av verkætlanini, so tunnilin verður gjørdur uttan rundkoyring og bert við uppkomu á vestara armi á Skálafjørðinum Jørgen Niclasen nevnir møguleikan at ”realisera virði, sum landið eigur” fyri at fáa meira pening at seta í partabrøv í stóru tunnilsverkætlanini. Hvørji virði, hann hugsar um, vil hann tó ikki nærri inn á Tað er betri at strekkja tunnilsverkætlanina í tíð, enn at ov nógv ferð elvir til ovurhiting av pørtum av búskapinum, heldur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum. Hann heldur generelt, at ein betri samanbinding av arbeiðsmarknaðinum eisini er til gagns fyri vinnuna