mánadagur 10. februar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Ein
byggiverkætlan
fyri
tvær milliardir krónur, sum
skal fremjast innan lutfals
liga stutta tíð í einum lítlum
búskapi sum tí føroyska,
kann ikki annað enn hava
stóra ávirkan, meðan hon er
í ger.
Kynstrið er tí, at fáa sum
mest burtur úr økta virk
seminum, uttan at partar av
búskapinum – tær vinnur,
sum í størstan mun sleppa
upp í part at gera tunlarnar
millum
Suðurstreym
og
Skálafjørðin
og
millum
Suðurstreym og Sandoynna
– verða ovurhitaðir.
Tað heldur Sverri Han
sen, formaður í Búskapar
ráðnum.
- Málið má verða at fáa
so stóran eftirspurning eftir
føroyskum veitarum sum
gjørligt, so alt samfelag
ið kann nýta gott av økta
aktivitetinum. Men sam
stundis má ferðin á arbeið
num ikki verða so stór, at
eftirspurningurin
eftir
summum
veitingum,
til
dømis lastbilum og lastbil
førarum, verður ov stórur.
Tá er betri, at verkætlanin
verður strekt í tíð, sigur
Sverri Hansen.
Kend loysn
Hann hevur ikki sum so eina
meining um, hvørt verk
ætlanin
er
búskaparliga
skilagóð – enn í hvussu er.
- Eg kenni bara verk
ætlanina
frá
miðlunum,
og havi ikki sett meg inn í
smálutirnar. Hetta er ein
politisk loysn á einum máli,
sum hevur ferðast aftur og
fram í politisku skipanini
og í almenna kjakinum í
nógv ár eftirhondini. Nógv
ar útrokningar, sum eg havi
sæð, hava víst, at Skála
fjarðartunnilin væl hevði
latið seg gjørt at fíggja við
ferðsluni sjálvari, meðan
tað ikki hevði borið til við
Sandoyartunlinum. Henda
verkætlanin
er
so
ein
samanlegging av teimum
báðum verkætlanunum og
fær tingini onkursvegna
at hanga saman, staðfestir
Sverri Hansen.
Hann vísir á, at fígging
arleisturin við almennum
grundkapitali í einum al
mennum partafelag er væl
kendur bæði heimanífrá
við
Vágatunlinum
og
Norðoyatunlinum og við
risaverkætlanum
aðara
staðir, til dømis Stórabelts
brúgvin í Danmark og Oyra
sundsbrúgvin, sum knýtir
Danmark og Svøríki saman.
- Alt hetta er væl roynt áð
ur, og tá fíggingin skal fáast
til vega, skal tað sum við
øllum øðrum verkætlanum
vigast
ímillum,
hvussu
stórur eginpeningurin skal
verða, og hvussu nógv skal
fíggjast við láni. Tess størri
eginpeningurin
er,
tess
minni er váðin, og tess bílig
ari verður so lánsfíggingin,
sigur Sverri Hansen.
Ein arbeiðsmarknaður
Tó at hann ikki vil siga, um
júst henda stóra tunnils
verkætlanin
er
skilagóð
ella ikki, hevur formaðurin
í
Búskaparráðnum
eina
hugsan
um
yvirskipaða
týdningin av einum væl út
bygdum innanoyggja sam
ferðslukervi.
- Eg vænti í øllum førum,
at Sandoy fær stóra nyttu
burtur úr einum tunnils
sambandi, tí annars er vandi
fyri, at fólkatalið minkar
niður í onki har. Sæð yvir
tíð er tað eisini gott fyri
Ingolf S. Olsen
Politisk semja er um at
gera ein tunnil av Sundi á
Streymoynni og inn á Skála
fjørðin
við
rundkoyring
undir havsins botni, so at
tunnilin kemur upp bæði
eystaru og vestaru megin
fjørðin.
Tað er tað, sum stendur
í lógaruppskotinum í sam
bandi við breiðu semjuna, ið
kom undir land fyri umleið
einari viku síðani, og sum
varð almannakunngjørd á
tíðindafundi í Miðlahúsinum
mikudagin.
Allir flokkar taka und
ir við semjuni, men Kári
P. Højgaard úr Sjálvstýris
flokkinum, fyrrverandi inn
lendismálaráðharri,
óttast
tó, at størsti og dýrasti part
urin av verkætlanini, Skála
fjarðartunnilin, fer at verða
skeiklaður og minkaður, so
tað kanska endar við einum
píningi, sum bara kemur upp
á vestara armi – á Strondum
– á Skálafjørðinum. Ella í
ringasta føri, at øll verk
ætlanin bara verður løgd til
viks.
Nýggjar metingar
Tað var Kári P. Højgaard, ið
við síni kollsigldu privatu
verkætlan fyri einum Eystur
oyartunli,
rysti
politisku
skipanina so harðliga, at tað
knappliga bar til at finna
eina semju um eina almenna
loysn, hóast tað ikki hevði
borið til bara at nærkast eini
breiðari semju um hvørki
privata ella almenna loysn
tey 12-13 árini, Skálafjarðar
tunnilin hevur rikist í polit
isku skipanini.
Frá sínum samráðingum í
sambandi við privatu ætlan
ina kennir hann tølini, og tað
eru nýggju tølini í lógarup
pskotinum, sum skjótt kem
ur í Løgtingið, ið fáa hann at
óttast.
Tað sum undrar hann
mest er, at Landsverk hevur
broytt kostnaðarmetingina,
sum nú liggur til grund fyri
lógaruppskotinum, í mun til
tey tølini, ið roknað verður
við
í
Samferðsluætlanini
2012 – 2024.
Har verður roknað við,
at Sandoyartunnilin fer at
kosta 800 milliónir krónur
og Eysturoyartunnilin 1130
milliónir krónur (1,13 mill
iardir krónur), men í fram
løguni hjá Landsverk á tíð
indafundinum
mikudagin
varð
Skálafjarðartunnilin
knappliga vorðin 125 millión
ir krónur bíligari og Sand
oyartunnilin
65
milliónir
krónur dýrari.
Teinurin styttist
Tá Kári P. Højgaard á fram
løgufundinum
í
Miðla
húsinum bað Ewald Kjølbro,
stjóra á Landsverk, um ein
frágreiðing upp á, hví Skála
fjarðartunnilin
nú
varð
mettur at kosta so nógv
minni, var svarið, at linju
føringin var stytt í mun til
hana, ið roknað varð við í
Samferðsluætlanini.
- Tað fái eg stak illa at
passa, tí Samferðsluætlanin
sigur eisini, at ein undir
sjóvartunnil kostar 80.000
krónur meturin. Um 125
milliónir krónur eru spardar
á tí kontuni, má tað merkja,
at tunnilin nú verður slakar
1600 metrar styttri enn í
Samferðsluætlanini,
men
mær vitandi hava oyggjarnar
ikki flutt seg tað stóra hesar
seinastu mánaðirnar, sigur
Kári P. Højgaard.
Hann óttast, at Landsverk
ongantíð hevur ætlað, at
tunnilsloysnin, sum semja
er gjørd um, skal fremjast í
verki.
Eystari armur ikki við
- Eg eri stórliga bangin
fyri, at teir fara at hála
onkra av teirra egnu, gomlu
linjuføringum fram aftur, tá
tað vísir seg, at kostnaðar
metingin av hesaru er alt ov
lág. Og tað eru linjuføringar
uttan
rundkoyring,
sum
bara hava eina uppkomu
í Eysturoynni, og tað er á
Strondum, sigur Kári P. Høj
gaard.
Hann
byggir
millum
annað sín ótta á, at dag
føring av atknýttum vega
strekkjum á eystara armi
á Skálafjørðinum og kost
naðurin av teimum als ikki
er tikið upp á tungu í við
merkingunum frá Landsverk
til lógaruppskotið, meðan
aðrar
ferðsluverkætlanir,
ið ikki hava beinleiðis sam
band við Skálafjarðartunnil
in verða nevndar.
Í langtíðarløguætlanini og
í ”Á rættari kós”, sum er heitið
á Búskaparfrágreiðing 1 fyri
2012 hjá Fíggjarmálaráðnum
stóðu til dømis 25 milliónir
krónur, sum skuldu brúkast
til veg omanfyri Søldarfjørð.
Men tá landstýrismaðurin í
fíggjarmálum bar fíggjarlóg
aruppskotið fyri 2014 í Løg
tingið 1. oktober í fjør, var øll
henda upphæddin strikað.
Tað vóru annars ikki
hissini tøl, Kári P. Højgaard
fekk
frá
Landsverki,
tá
hann í fjør vár skuldi svara
einum fyrispurningi í Løg
tinginum
um,
hvat
at
knýttu
vegagerðirnar
og
vegadagføringarnar í sam
bandi
við
Skálafjarðar
tunnilin fóru at kosta. Tá
bleiv sagt, at atknýttu verk
ætlaninar fóru at kosta um
leið 600 milliónir krónur, og
stórur partur var til vegagerð
á eystara armi á Skálafjørði
num.
- Men ongin av teimum
verkætlanunum á eystara
armi á Skálafjørðinum og
omanfyri
Gøturnar,
sum
standa í tí svarinum frá
Landsverki, eru nevndar í
viðmerkingunum til nýggja
tunnils-lógaruppskotið.
Harafturímóti standa allar
tær stóru vega- og tunnils
ætlanirnar kring landið, sum
Landsverk annars mælir til í
Samferðsluætlanini
2012-
2024 í viðmerkingunum til
lógaruppskotið,
staðfestir
Kári P. Højgaard.
CIP metti hægri
Hann sigur, at kostnaðar
metingarnar hjá CIP, sum
vóru gjørdar við støði í for
kanningunum,
sum
MT
Højgaard hevði staðið fyri,
søgdu, at prísurin fyri Skála
fjarðartunnilin
við
rund
koyring og uppkomu báðu
megin fjørðin helst fór at
kosta 1,2 – 1,4 milliardir krón
ur.
- CIP boðaði frá, at teir
eisini fóru at góðtaka ein
prís á 1,5 milliardir krónur,
men at tað var ivasamt, um
verkætlanin kundi fremjast,
um prísurin bleiv hægri enn
tað. Teir roknaðu altso við
nógv størri upphæddum,
enn Landsverk ger í sínum
nýggju metingum, staðfestir
fyrrverandi innlendismála
ráðharrin.
Hann samanber eisini
kostnaðarmetingina við ein
spildurnýggjan
undirsjóv
artunnil í Noregi, Karmøy
tunnilin,
ið
er
nærum
meinlíkur ætlaða Skálafjarð
tunlasemja
Kári óttast píningaloysn
Fyrrverandi innlendismálaráðharrin
heldur, at Landsverk hevur mett
prísin á Eysturoyartunlinum
alt ov lágt. Um tað so vísir
seg, at hann verður væl dýrari,
óttast landsstýrismaðurin, at
verkætlanin verður skerd so nógv,
at rundkoyringin verður slept,
og tunnilin bert kemur upp á
vestara armi á Skálafjørðinum
Økt virksemi uttan ovurhiting er
Formaðurin í Búskaparráðnum hevur ikki sett seg inn í stóru tunnilsverkætlanina enn, men hann heftir seg
við, at leisturin er royndur fyrr við góðum úrslitum. Hann heldur íløguna vera øgiliga stóra, og leggur dent
á, at hon má stýrast, so hon skapar økt virksemi í Føroyum uttan ovurhiting av ávísum vinnugreinum