mánadagur 10. februar 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aðrir fyrimunir
Hann leggur dent á, at tað
tó kunnu vera onnur viður
skifti, ið tala fyri at gera
tunlarnar, sjálvt um teir ikki
skapa hvørki fólka- ella bú
skaparvøkstur.
- Eg havi ikki roknað upp
á tað, men kanska er tað
bíligari við tíðini at gera ein
tunnil til Sandoynna held
ur enn við 15-20 ára millum
bilum at noyðast at byggja
nýggja ferju. Tí kann tað
hugsast, at tann tunnilin
isolerað sæð er ein skilagóð
íløga. Ta nyttuna fáa vit tó
ikki úr Eysturoyartunlinum,
tí har er ongin ferja at spara.
- Men tunlarnir lætta
heilt vist um lívið hjá øllum
teimum, ið búgva í økjunum,
sum tunlarnir annaðhvørt
binda saman ella stytta
farleiðirnar
ímillum.
Vit
hava
bert
eina
veruliga
vinnu-ás í Føroyum, og tað
er
Havnin-Eysturoyggin-
Klaksvík. Tann ásin verður
styrkt, og dynamikkurin í
henni verður helst betri við
Eysturoyartunlinum.
Men
hetta eru betringar í luksus
klassanum, og sum sagt
verður búskaparliga effekt
in onki at snakka um, sigur
Magni Laksáfoss.
Heldur vakstrarætlan
Tað er fíggjamálaráðharrin,
ið hevur gingið á odda at
fáa semju um tunnilsverk
ætlanina, og tað ver verð
ur hann, ið fer í tingið við
lógaruppskotinum.
Magni
Laksáfoss var sjálvur fíggjar
málaráðharri eitt skifti í
2007-2008, men hann dylir
ikki, at hann neyvan hevði
sett seg í oddin fyri einari
tunnilsverkætlan fyri tvær
milliardir krónur, um tað var
fólka- og búskaparvøkstur, ið
var málið.
- Nei, eg haldi absolutt
ikki, at íløgan stendur mát
við tað, man fær afturfyri.
Hevði eg sloppið at brúkt
tvær milliardir krónur upp
á eina gjøgnumførda vakstr
arætlan fyri Føroyar, eri eg
rættiliga vísur í, at úrslitið
í bæði fólkavøkstri og bú
skaparframgongd hevði ver
ið nógv betri, enn úrslitið
av tunlunum verður, sigur
hann.
tunlasemja
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og demografur,
væntar ikki, at stóra tunnilsverkætlanin fær nakra
positiva ávirkan á samfelagsbúskapin ella fólkvøksturin.
Ávirkanin verður bara lokal. Hann heldur, at tað hevði
verið skilabetri at brúkt tvær milliardir krónur upp
á eina gjøgnumførda vakstrarætlan fyri Føroyar, um
ynski er at lynna undir framgongd í øllum landinum
Gongdin í fólkatalinum í Vágum og Norðoyggjum (stabbarnir) og samanlagt fyri bæði økini (reyða strikan). 0 (null) er miðal fyri alt landið.
Kelda: Magni Laksáfoss.
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
Norðoyggjar
5810
5945
5943
5992
6011
5995
5989
5974
5977
5959
5855
5818
5821
5849
Vágar
2614
2641
2733
2802
2873
2909
2932
2967
3005
3075
3081
3061
3076
3059
Sandoy
1491
1499
1541
1499
1537
1508
1480
1499
1486
1466
1411
1386
1349
1331
Eysturoy
9995
10229
10404
10585
10731
10734
10725
10807
10781
10877
10823
10819
10714
10662
Streymoy
20485
20874
21277
21667
21956
22155
22102
22145
22203
22482
22640
22717
22648
22594
Suðuroy
4958
4956
5063
5123
5070
5036
4942
4935
4908
4843
4758
4714
4676
4702
Til samans
45353
46144
46961
47668
48178
48337
48170
48327
48360
48702
48568
48515
48284
48197
Talvan vísir gongdina í fólkatalinum síðani 2000. Tað sæst, at fólkatalið í Vágum tók dyk á seg, tá Vágatunnilin kom í 2002, meðan
Norðoyatunnilin, sum kom í 2006, ikki hevur havt nakra ávirkan í Norðoyggjum. Kelda: Magni Laksáfoss