mánadagur 10. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tað er absolutt onki, ið talar
fyri, at Eysturoyartunnilin
fer at hava stórvegis fólka
vøkstur við sær í Eystur
oynni. Í Sandoynni fer ein
Sandoyartunnil heldur ikki
at skapa nakran ógvusl
igan fólkavøkstur roknað í
persónum, men av tí, at har
býr so lítið fólk framman
undan, fer vøksturin at verða
nokkso stórur í prosentum.
Og
stóra
tunnilsverkæt
lanin fer als ikki at skapa
fólkavøkstur í øllum landi
num samanlagt.
Tað sigur Magni Laksá
foss, búskaparfrøðingur og
demografur,
fyrrverandi
løgtingslimur
fyri
Sam-
bandsflokkin og fyrrverandi
fíggjarmálaráðharri.
Hann væntar eisini, at
tey, ið rokna við, at stórfing
na tunnilsverkætlanin fer at
seta ferð á búskapin og skapa
vøkstur í øllum samfelag
num, verða vónsvikin. Tí, um
sæð verður burtur frá økta
virkseminum í byggitíðini,
fer vøksturin at verða so lítil,
um nakar verður yvirhøvur,
at hann illa kann mátast.
Royndir og tøl
Magni
Laksáfoss
leggur
dent á, at hansara væntanir
ikki bert eru spádómar, men
byggja á tær royndirnar, vit
frammanundan
hava
við
slíkum byggiverkætlanum.
Og tær royndirnar eru feskar
við Vágatunlinum og Norð
oyatunlinum.
Tað eru tølini frá hesum
tunnilsverkætlanunum,
sum Magni Laksáfoss hev
ur greinað, og brúkt sum
grundarlag at meta um av
leiðingarnar av Eysturoyar
tunlinum og Sandoyartunli
num.
- Vit síggja, at Vágatunnil
in greitt hevur havt eina
demografiska
ávirkan,
tí
fólkatalið í Vágum er vaksið
væl meira, enn tað vildi gjørt,
um ongin tunnil var. Hinveg
in hevur Norðoyatunnilin
onga ávirkan havt á fólka
talið í Klaksvík og restini
av Norðoyggjum, staðfestir
Magni Laksáfoss.
Spurningurin
er
so,
hvussu
samanberingarnar
skulu gerast. Her eru tað
serliga tvey mát, ið hava
týdning, heldur hann: frá
støðan
til
Havnina,
og
hvussu
trongur
ferðslu-
fløskuhálsurin er ella var,
áðrenn
tunnilin
verður
gjørdur.
Og so hevur tað sjálvsagt
týdning, at framskriva tølini,
sum tey helst høvdu sæð út,
um ongin tunnil kom.
Effekt í Vágum
Fløskuhálsurin
um
Vest
mannasund var sera trongur.
Nærum hvønn dag var bíðitíð
í Vestmanna og á Oyrargjógv
at sleppa við ferjuni yvirum.
Hesin trupulleikin hvarv, tá
Vágatunnilin kom, og har
afturat minkaði ferðatíðin
niður í ein brotpart av tí,
hon var áðrenn, tí nú slepst
undan at skula allan vegin til
Vestmanna eisini, umframt
at tað er nógv skjótari at
koyra enn at sigla.
Vágatunnilin
fekk
maksimala
effekt,
vísir
Magni Laksáfoss á. Fólka
vøksturin í Vágum lá undir
miðalvøkstrinum í øllum
landinum, áðrenn tunnil
in
kom.
Hetta
broyttist
markant í 2001, og fólka
vøksturin
í
oynni
tók
veruliga dyk á seg í 2002, tá
tunnilin varð tikin í nýtslu.
Vøksturin hevur hildið sær
í umleið 10 ár, har hann í
miðal hevur ligið umleið eitt
prosentstig omanfyri miðal
fólkavøksturin í landinum.
- Nú sær tó ikki út til, at
fólkatalið í Vágum veksur
meira orsakað av tunlinum.
Men tað fer tó framhaldandi
at fylgja miðalgongini í
landinum, har tað áðrenn
tunnilin lá trý kvart prosent
undir. Tað er møguligt, at tað
kundi vaksið nakað eyka í fá
ár afturat, kanska 2-3 ár, um
gjaldið at koyra varð tikið av.
Men samanumtikið kunnu
vit siga, at Vágatunnilin hev
ur havt eina greiða demo
grafiska effekt, sum merkti,
at fólkatalið vakst umleið
eitt prosent meira um árið,
enn tað annars vildi gjørt,
og effektin vardi í 10 ár, sigur
Magni Laksáfoss.
Klaksvík fekk onki
Soleiðis er myndin ikki við
Norðoyatunlinum.
Gongd
in í fólkatalinum í Klaks
vík plagar at fylgja meðal
gongdini fyri alt landið, og
soleiðis hevur gongdin eisini
verið, síðani tunnilin lat upp
í 2006.
Men tað undrar ikki Mag
na Laksáfoss.
- Leirvíksfjørður var als
ikki sami fløskuhálsurin sum
Vestmannasund.
Tað
var
sjáldan, at tað stóðu bíðirøðir
av bilum, sum ikki sluppu
við, og harafturat styttist
ferðatíðin millum Klaksvík
og Havnina lutfalsliga lítið,
hon fór úr kanska sjey niður
í fimm korter, sigur Magni
Laksáfoss.
Hann væntar, at demo
grafiska effektin av Eystur
oyartunlinum fer at verða
ein kombinasjón av henni, ið
sæst í Vágum og í Klaksvík
– tað merkir samstundis, at
hon verður lítil.
- Vega- og brúgvasamband
er jú frammanundan, so har
er ongin fløskuhálsur yvir
høvur.
Ferðatíðin
verður
hinvegin munandi stytt mill
um meginøkið í Eysturoynni
og Havnina, og tað fer helst
at merkja ein fólkavøkstur
í Eysturoynni, serliga í øki
num
kring
Skálafjørðin,
út yvir tann vøkstur, sum
hevði verið har kortini. Men
eg vænti avgjørt, at henda
eyka tilflytingin verður sera
lítil, í persónstali kanska
sum í Vágum, altso eini 20-
40 persónar um árið í 10 ár.
Tað er jú ikki serliga nógv,
tá hugsað verður um, at har
frammanundan búgva um
10.000 fólk í Eysturoynni,
sigur Magni Laksáfoss.
Vøkstur í Sandoynni
Í Sandoynni fer vøksturin
í fólkatalinum hinvegin at
merkjast væl, tí har búgva
bara 1200-1300 fólk framm
anundan.
- Tað er verri at meta um
Sandoynna, tí hon er ein
sovioyggj nú, og tað fer hon
eisini at verða, eftir at tunni
lin er komin. Í øllum førum
verður tað ikki orsakað av
honum, at nakað vinnulív
blómar upp í oynni. Men
hinvegin sær út til, at nógvir
sandoyingar,
sum
í
dag
búgva í meginøkinum, fegin
vilja búgva í Sandoynni, um
tað verður høgligari at koma
til og frá. So eg giti, at fólka
vøksturin, sum stendst bein
leiðis av tunlinum, verður 20-
25 fólk um árið í 10 ár. Eftir
tað verður ikki meira vøkst
ur á tí kontuni, sigur Magni
Laksáfoss.
Hann ger vart við, at
ferðslu-fløskuhálsurin
um
Skopunarfjørð ikki er stórur
sum er. Ferðatíðin fer tó nið
ur í minni enn eina helvt við
ætlaða undirsjóvartunlinum.
-
Men
frástøðan
og
ferðatíðin eru so stuttar
frammanundan, at effektin
verður ikki so stór, sjálvt
um tað ljóðar av nógvum, at
ferðatíðin fer niður í helvt,
sigur Magni Laksáfoss.
Ongin netto-effekt
Samanumtikið
verður
demografiska effektin av
tunlunum sambært búskap
arfrøðinginum
og
demo
grafinum lítil – tó størri í
Sandsoynni enn í Eystur
oynni. Sæð yvir alt landið,
verður bert talan um at
flyta fólk frá einum staði í
landinum í annað, so nakar
netto fólkvøkstur orsakað
av tunnilsverkætlani spyrst
ikki burtur úr.
Men hví væntar hann ikki,
at tættari samanbindingin av
meginøkinum og íbindingin
í Sandoynna fara at hava
positiva ávirkan á samlaða
føroyska búskapin?
- Demografiskt er talan
bert um at flyta fólk úr ein
um staði í annað, og tað er
nakað tað sama við búskap
arvøkstrinum. Tað, at tú bin
dir økir saman og styttir frá
støður, skumpar ikki undir
nýtt virksemi. Tað er tað
absolutt onki, sum bendir á,
um vit hyggja at Vágum og
Norðoyggjum.
- Í økjunum, har tunlarnir
fáa størst effekt, fara teir
kanska at hava ein árligan
vøkstur á 0,2-0,3 prosent við
sær, og tann vøksturin verð
ur í handils- og tænastu
vinnuni. Effektin heldur sær
hægst í 10 ár, so samanlagdi
vøksturin í økjunum hesi ár
ini verður tvey-trý prosent.
Fyri alt landið verður saml
aði búskaparvøsturin orsak
að av tunlunum kanska 0,1
prosent um árið – ella eitt
prosent til samans í 10 ár. Tað
ber næstan ikki til at máta,
tá tølini gerast so smá, sigur
Magni Laksáfoss.
tunlasemja
Tunlar onga
ávirkan á
búskapin
Tað er gykl at halda, at nýggja tunnilsverkætlanin
fer at hava nakra stóra demografiska effekt, og
samlaða búskaparliga ávirkanin verður tætt við
null. Tað sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur
og demografur. Hann heldur, at pengarnir vórðu
betri brúktir til eina umfatandi vakstrarætlan,
um tað var búskaparvøkstur, man ynskti