mánadagur 10. februar 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Fráboðanin um at ILA virus
er staðfest í ringunum hjá
Bakkafrost
við
Selatrað
vekir døpur minni um eina
tíð, tá alivinnan var í svárari
kreppu av hesi sjúku. Árini
eftir aldarskiftið mundi ILA-
sjúkan snøgt sagt tikið lívið
av føroysku alivinnuni. Men
soleiðis verður ikki hesaferð.
- Nei, støðan kann ikki
samanberast. Vit hava eina
nýggja
lóggávu,
strangar
mannagongdir og eina mun
andi betri tilbúgving. Tú
kanst siga, at vit arbeiða
hvønn dag, sum um sjúka
er staðfest í ringunum, sig
ur Regin Jacobsen, stjóri í
Bakkafrost.
Í gjárkvøldi sendi alirisin
út tíðindaskriv, har boðað
var frá, at ILA-virus varð
staðfest í ringunum við Sela
trað.
Bakkafrost
hevur
10
ringar í økinum, og har eru
umleið 70.000 fiskar í hvørj
um og viga teir fimm kilo
hvør. Tað merkir, at umleið
3500 tons av laksi eru í øki
num.
- Talan er um stóran laks,
sum vit vóru í holt við at
taka, tá virusið varð staðfest.
Vit framskunda tøkuna, og tá
vikan er av, eru allir ringarnir
tómir, staðfestir Regin Jacob
sen.
Sambært reglugerðini á
økinum ber til at selja allan
laksin, ið ikki er skaðiligur
sum mannaføði.
- Vit seta nú í verk eina
økta
tilbúgving
fyri
alt
Sundalagið. Tað merkir í
stuttum, at fleiri kanningar
verða gjørdar í teimum ali
brúkum, sum liggja uppat
ringunum við Selatrað. Um
tað ringasta skuldi hent, at
virus eisini er har, so verður
tann laksurin eisini tikin, sig
ur Regin Jacobsen.
Stjórin í Bakkafrost vísir
á, at felags fyri øll alibrúk í
Sundalagnum er, at talan er
um stóran laks.
- Tað er partur av reglu
gerðini fyri alivinnuna. Her
er neyv stýring við, nær
smolt verður sett út, og
eisini eru greiðar ásetingar
um, nær aliøki skulu liggja
brakk.
Ásetingarnar
eru
beinleiðis avleiðingar av tí,
sum hendi tá alivinnan stutt
eftir aldarskiftið varð hart
rakt av ILA, greiðir Regin
Jacobsen frá.
Vanliga skal eitt øki liggja
stilt í tveir mánaðir, frá tí at
laksurin verður tikin til nýtt
smolt verður sett út. Men í
serligum støðum, eitt nú tá
virus er staðfest í einum ali
ringi, ber til at leingja tíðar
skeiðið úr tveimum upp í
seks mánaðir.
Tryggur
Regin Jacobsen hevur drúgv
ar royndir í alivinnuni, og
hann kennir tí betri enn tey
flestu, hvussu ILA-sjúkan fór
við føroysku alivinnuni árini
eftir aldarskiftið.
- Sjálvandi sita tey minn
ini eftir í kroppinum. Men
eg haldi, at alivinnan í dag
er somikið væl skipað, at vit
í dag hava eina somikið væl
skipaða alivinnu, at slíkt
hendir ikki aftur.
Regin Jacobsen vísir á
skipanina at leggja aliøki
brakk í eitt tíðarskeið, frá
stóri laksurin verður tikin
til nýtt smolt verður sett út.
Eisini er at kalla allur laksur
koppsettur móti ILA og er tí
vardur móti sjúkuni. Laksur
verður tikin og fluttur til
kryvjingar
í
afturlatnum
brunnbátum,
soleiðis
at
smittan ikki breiðir seg til
onnur
aliøki.
Kryvjivirk
reinsa spillvatnið, soleiðis
at møgulig smitta ikki fer á
sjógv tann vegin.
- So skipanin er gearað til
slíkar støður. Tu kanst siga,
at vit arbeiða hvønn dag,
sum um fiskurin var sjúkur,
sigur Regin Jacobsen og legg
ur afturat:
- Virus og bakteriur eru
í náttúruni. So tí er bláoygt
at halda, at vit sleppa heilt
undan nøkrum sum helst.
Munurin í dag, sammett við
fyri 10 árum síðani, er at
vinnan í dag er til reiðar at
lofta slíkum støðum.
Sjúkuelvandi ILA er staðfest
fyri fyrstu ferð í Føroyum
síðani 2005. Tiltøk verða
sett í verk beinanvegin til
tess at avmarka og basa hesi
virus.
Í yvirvøkusýnum und
ir vanliga eftirlitinum hjá
Heilsufrøðiliga
starvs
stovuni er staðfest, at ILA
virus av tí sjúkuelvandi
slagnum HPR-del eru ávíst
ar í aliøkinum A-80, sum
er við Selatrað og sum
Bakkafrost eigur. Tó eru
eingi tekin um at sjúk-an er
brotin út, talan er tí um eina
subkliniska infektión.
Fiskurin sum er í A-80
við Selatrað verður nú slakt
aður skjótast til ber. Eisini
grannaøkini,
A-81
(Kol
beinagjógv) og A-31 (Veðra
nes) slakta skjótast til ber.
Leggjast kann afturat, at
Bakkafrost valdi at skunda
undir slaktingina A-80 bein
anvegin illgruni var um
hesa virus fyri einari góðari
viku síðani.
Mint verður á, at tað
til einhvørja tíð er bann
að at fiska inni á aliøkjum.
Avmerkingar av aliøkjum
eru at finna á www.kortal.
fo , aliøki. Í niðurberjingar
økjunum
A-80,
A-31
og
A-81 er bannað at fiska í
einari fjarstøðu upp á 1000
metrar at rokna frá flótandi
alienleggunum.
Eftirlitssona er ásett at
fevna um øliøkini frá A-87
(Haldórsvík) og suður til
A-06 (Gulin), soleiðis at hesi
verða undir herdum eftirliti
komandi vikurnar.
Ávísing av ILA virus
eigur at verða tikin í størs
ta álvara. Sannlíkt er tó,
at henda ILA virus er
funnin rættiliga tíðliga í
tilgongdini. Hetta tí at eingi
sjúkueyðkenni eru at síggja
á fiskinum. Harafturat hava
aliøkini rundanum Selatrað
nýliga verið kannað uttan at
hava ávíst hesa virus.
Hetta, saman við góðum
mannagongdum rundanum
sjúkufyribyrgjandi rakstur,
gevur góðar vónir um at
henda virus kann niður
berjast áðrenn hon breiðir
seg víðari.
Útflutningur av laksi
verður ikki tarnaður av hesi
ávísing. Altjóða reglur áseta,
at fiskur sum er kruvdur og
ikki hevur sjúkutekin, frítt
kann fara á allar marknaðir,
hóast
hann
kemur
frá
alibrúki har ILA er ávíst.
ILA virus smittar bert
laks og ávís onnur fiska
sløg, hevur onga ávirkan á
fólkaheilsuna.
Alivinnan eru til
reiðar at tackla ILA
Ræðumyndin frá fyrst í hesi øldini, tá ILA sjúkan mundi
tikið lívið av føroysku alivinnuni, fer ikki at endurtaka
seg. – Tilbúgvingin er í lagi, og alivinnan arbeiðir hvønn
dag, sum um sjúka var í ringunum, sigur Regin Jacobsen
ILA-sjúka
ILA-tilbúgving sett í verk
Landsdjóralæknin tekur støðuna í størsta álvara, nú sjúkuelvandi ILA-virus er staðfest í
Føroyum, fyri fyrstu ferð síðani 2005. Í nátt sendi Birna Mørkøre út hesa fráboðan: