mánadagur 10. februar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
T
að er ófatuligt, at ein starvsnevndarlimur
hjá FSF ikki dugir at síggja nakran
trupulleika við gegninum, tá øll onnur gera
tað. Men feløgini kunnu loysa málið.
Tá NSÍ kunngjørdi navnið á nýggja høvuðsvenjara
felagsins varð alt fyri eitt sett spurnartekin við,
um tað sampakkaði, tá venjarin samstundis var
starvsnevndarlimur í FSF.
Spurningurin hevur verið reistur á tveimum
formansfundum, men tað hevur ikki fingið aðrar
avleiðingar enn hana, sum Trygvi Mortensen sjálvur
tók, tá hann seðgi seg úr kappingarnevndini.
Í aðrar mátar dugdi Trygvi Mortensen seg ikki
duga at síggja, at nevndararbeiði hansara í FSF kundi
skapa nakrar trupulleikar, og tí helt hann, at gegni
hansara als ikki kom í vanda av hesum ávum.
Gegni er tó eitt stuttligt fyribrygdi. Eitt
sereyðkenni við gegninum er, at tú ikki sjálvur kann
definera, nær umheimurin heldur gegnið vera í
lagi ella ikki. Sjálvandi eru nøkur teknisk/juridisk
viðurskifti, sum persónar ofta krøkja seg í, tá roynt
verður at halda fast um gegnið. Bæði í FSF og í
samfelagnum annars hava vit sæð dømi um hetta
seinasta árið.
Veruleikin er tó meira fjølbroyttur. Gegnið
merkir eisini, at tú ikki skalt átaka tær uppgávur ella
arbeiði, har búskaparligar ella aðrar bindingar kunnu
skapa iva um, hvat er endamálið við uppgávuni. Tú
skalt ikki koma tær í støður, har ivi kann sáast um
trúvirðið, og tú skalt gáa eftir umstøðum, ið kunnu
ávirka títt gegni.
Tað er eingin áseting í FSF-lóggávuni, sum forðar
einum starvsnevndarlimi í at vera høvuðsvenjari hjá
einum felag í fremstu fótbóltsdeildini. Og tí kann
Trygvi Mortensen ekkaleysur siga, at hann ikki
hevur ein juridiskan trupulleika (haldi meg hoyra
eitt ekkó onkrastaðni her).
Men tá ivamál um gegnið og trúvirðið støðugt
verða reist, so er tað meira enn bara óheppið, at
høvuðspersónurin ikki sjálvur loysir málið.
Sum forseti hevur Christian Andreasen ikki
løgmanslíknandi heimildir, har hann kann loysa
nevndarlimir úr starvi. Tí tað eru bara tveir
instansir, sum kunnu loysa hetta málið. Annar er
aðalfundurin, sum kann velja at skifta nevndarlimin
út – eisini í ótíð. Hin er Trygvi Mortensen sjálvur, og
tað hevði sømt seg, at hann nú leygardagin boðaði
frá, at hann tekur farloyvi frá nevndarsessinum og tí
biður varalim taka sætið. Tað er væl ein orsøk til, at
varalimir verða valdir.
Reis teg
upp og
gakk
www.kyndil.fo:
HSF hevur í samstarvi við Coca Cola enn einaferð skipað fyri einum megnar
vikuskifti við steypafinalum hjá vaksnum og yngri. Ellivu finalur vórðu
avgreiddar. Kyndil vann 4, H71 3, Neistin 2, VÍF 1 og Team Klaksvík 1. Til
lukku, allir vinnararnir, og takk fyri sera góðar finalur, eisini tit, ið akkurát
ikki fingu hendur á steypunum!
www.portal.fo:
Stóra avbjóðingin hjá Kyndli áðrenn finaluna móti KÍF var at steðga tiltikna
kontraspælinum hjá kollfirðingum. Og tað eydnaðist ógvuliga væl, tí KÍF
fekk bert fimm kontramál í finaluni og bert 20 mál tilsamans.
www.nordlysid.fo:
Sostatt bleiv talan um søguligan dag, tí Team Klaksvík vann sín fyrsta
steypasigur nakrantíð í sínari fyrstu steypafinalu nakrantíð.
www.hb.fo:
U17 liðið hjá okkum var í finalubólki saman við KÍ, B68 og B71. Genturnar
gjørdu ikki mætari enn at vinna allar dystirnar og tí kappingina.
www.svimjing.fo:
Mads Glæsner missur sostatt 'bara' bronsuna í 400 metra frísvimjing hin
14. desember 2012, men ikki gullið í 1500 frí hin 16. desember 2012. Og
Pál fer harvið aftur til at hava vunnið bronsu, heldur enn silvur, aftanfyri
Mads Glæsner og italska Gregorio Paltrinieri.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
Tróndur Arge
Í nógvan mátar var talan um
eitt grønt finaluvikuskiftið.
Kyndil vann báðar finalurnar
hjá teimum vaksnu, og tvær
afturat í gjár. Sostatt vann
Kyndil fýra steypakappingar.
H71 vann tríggjar, Neistin
tvær, meðan VÍF og Team
Klaksvík vunnu hvør sína.
Fyri Team Klaksvík varð
talan um søguligan steypa
sigur, tí felagið hevur ongan
tíð áður vunnið gull.
trondur@sosialurin.fo
ungdómsfinalurnar
Í gjár vóru ungdómsfinalurnar í hondbólti í høllini á
Hálsi. Spælt varð frá tíðliga á degnum líka til klokkan
20. At kalla allan dagin var høllin full av fólki
ítróttur ítróttartoymi
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Jákup
Mørk
Pætur Eyð.
Jensen
Leygardagin 8. feburar:
Kvinnur: Kyndil – Neistin 19-14
Menn: Kyndil – KÍF 22-20
Dreingir 18: H71 – VÍF 29-28
Sunnudagin 9. februar:
Gentur 10: Neistin a – H71 a 5-10
Dreingir 10: H71 b – Team Kl. 4-10
Gentur 12: VÍF – Kyndil a 8-10
Dreingir 12: H71 a – Kyndil a 12-11
Gentur 14: Stjørnan a – Neistin a 17-20
Dreingir 14: Neistin a – VÍF 21-24
Gentur 17: Kyndil a – Neistin a 13-14
Dreingir 16: H71 a – Kyndil 17-20
Øll úrslitini frá steypa-
finalunum um vikuskiftið: