mánadagur 10. februar 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Oyggjaleikir Føroyum 2015
var eitt gott mál, men vit
náddu tað ikki. Oyggjaleikir
í Føroyum 2019 er eisini
eitt gott mál, men tað sær
enn út til, at vit ikki fara at
náa tað, sigur formaðurin
í
Bogaskjótisambandi
Føroya, Schandorff Vang, ið
samstundis undrast á, at tað
bara verður tosað um golf.
Í bersøgnari viðmerking
á Facebook staðfestir hann,
at bogaskjóting til flestu
leikir
síðani
1995
hevur
verið tann ítróttargreinin,
ið hevur verið tryggasta
íkastið
til
heiðursmerki,
men at nú eru umstøðurnar
hjá bogaskjúttunum upp
aftur verri enn hjá golfspæl
arunum, sum hóast alt hava
verandi breyt á Glyvursnesi.
Schandorff Vang vísir á, at
væl hevur borið til at skotið
á Svangaskarði og Tórsvølli,
men nú báðir hava fingið
graslíki, er ikki pláss fyri
bogaskjúttunum longur.
– Meðan vit skutu á
Oyggjaleikunum á Isle of
Wight – á bestu breyt, vit
nakrantíð hava skotið á –
fingu vit vitjan av býráðnum
í
Tórshavnar
kommunu.
Allir topparnir vóru har, og
fyri opnum skermi bleiv
boðað frá, at býráðið vildi
geva
okkum
vøllin
við
studentaskúlan í Hoydølum
at skjóta á. Ein fínur vøllur –
um vit fingu loyvi at gera við
hann, sum vit vildu, fyri at fáa
hann at hóska til júst okkara
brúk, skrivar formaðurin í
Bogaskjótisambandinum.
– Tann dag í dag er einki
hent. Vit sleppa ikki at brúka
økið, tí tað er friðað og bóndin
hevur brúksrætt, og kunnu
vit ikki skjóta har, fyrr enn
bóndin hevur sligið. Og tá er
uttandura hálvan liðug fyri
okkara viðkomandi.
Ein
glotti
hjá
bogaskjótingini
hevur
tó
verið, at loyvi hevur verið
givið til, at skjótast kann
á vøllinum á Mølini á Eiði,
men har er ein trupulleiki,
at tað ikki altíð viðrar líka
væl, umframt at tað ikki er
eitt stað, ið kann brúkast til
einar møguligar Oyggjaleikir
í Føroyum í 2019.
– Okkara prosjekt vil ikki
kosta tað stóra – men vit
hava avgjørt tørv á einum
brúkbarum øki. Gevið okkum
øki og vit skulu nokk syrgja
fyri, at fáa tað skotklárt.
Vit
eru
í
tíðarneyð,
tí
Oyggjaleikir eru eisini í 2015,
og tá er bogaskjóting eisini á
skránni, skrivar Schandorff
Vang.
hilmarjan@sosialurin.fo
Oyggjaleikir eru annað enn golf
Fleyr vann toppdystin
Formaðurin í Bogaskjótisambandi Føroya undrast á alt prátið um golfbreyt sum treyt fyri Oyggjaleikum
í Føroyum í 2019, tí samstundis hevur bogaskjótingin mist møguleikan fyri at venja uttandura
Bæði hjá kvinnum og monnum í flogbólti er líkt til, at Fleyr
endar í FM-finalunum ímóti ávikavist Mjølni og ÍF
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
16
15
1
47
13
34
25
2 Fleyr
15
13
2
42
15
27
22
3 TB
15
9
6
36
24
12
17
4 Dráttur
16
10
6
36
25
11
16
5 KÍF
16
9
7
35
26
9
16
6 SÍ
16
3
13
12
39
-27
7
7 ÍF
16
2
14
10
43
-33
4
8 Ternan
16
2
14
13
46
-33
3
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
13
12
2
35
12
23
17
2 Fleyr
13
9
4
30
21
9
14
3 SÍ
13
5
8
25
26
-1
9
4 Mjølnir
13
1
12
5
36
-31
2
TB - Ternan 3-1 (25-12, 25-27, 25-12, 25-15)
Mjølnir - KÍF 3-0 (25-17, 25-14, 25-14)
Fleyr - Dráttur 3-2 (settúrslit mangla)
SÍ - ÍF 1-3 (settúrslit mangla)
Mjølnir - Fleyr 0-3 (17-25, 23-25, 16-25)
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá Fleyr tóku
í gjár í Gundadalshøllini í
Havn ímóti Drátti, sum er eitt
av hinum liðunum, ið liggur
framvið at sleppa úr miðjuni
og upp á toppin. Fyrsta settið
vann Fleyr so mikið sann
førandi, at tað kundi sæð út
til, at hetta skuldi blíva ein
lættur dystur, men so var
ikki.
Dráttur kom væl við og
var so avgjørt við til at seta
sín dám á uppgerðina, sum
annars var merkt av góðum
spæli og fáum feilum, og tað
endaði við, at heili fimm sett
máttu til, áðrenn Fleyr hevði
vunnið og staðfest støðu sína
sum fremsti avbjóðarin til
oddaliðið á stigatalvuni.
Eitt annað lið, sum eisini
hevur bjóðað dúgliga av í
vetur, er KÍF, men hesaferð
fekst einki burturúr, tí úr
Klaksvík
fóru
kollfjarða
kvinnur tómhentar heim
aftur, eftir at tær høvdu tapt
0-3 fyri Mjølni, ið sostatt
varðveitti munin niður til
Fleyr.
Triðja liðið, ið hevur roynt
at barst seg heilt fram, er
TB, sum leygardagin vann
3-1 á Ternuni, og tað gjørdi,
at TB nú er triðfremst. So
er spurningurin, um TB fer
enn longur, tí liðið eigur ein
heimadyst á, sum er tann
ímóti Fleyr, ið skuldi verið
spældur síðst í januar, men
sum nú verður avgreiddur
23. februar.
SÍ dragnar
Eisini hjá monnunum liggur
Fleyr væl fyri til at koma í FM-
finalurnar, har ÍF óivað má
sigast at eiga annað plássið,
so leingi hini liðini ikki fáa
fatur
í
fuglfirðingunum.
Leygardagin var ÍF á vitjan
hjá SÍ í Sørvági, og har vann
oddaliðið 3-1 í dystinum, ið
má sigast at vera eitt slag
av aðalroynd undan steypa
finaluni millum somu lið
leygardagin.
Samstundis sum ÍF styrkti
sær um støðuna á oddasess
inum, merkti úrslitið, at tað
verður uppaftur tyngri hjá SÍ
at sleppa upp í part, tí fimm
stig eru nú upp til Fleyr á
næstfremsta
plássinum.
Fleyr vann 3-0 á Mjølni, uttan
at fáa ta stóru mótstøðuna,
burtursæð frá øðrum setti,
og tískil síggja menninir
úr Havn út til at brynja seg
út til sína fyrstu FM-finalu
nakrantíð.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Vit eru í tíðarneyð, tí Oyggjaleikir eru eisini í 2015, og tá er bogaskjóting eisini á skránni, skrivar
formaðurin í Bogaskjótisambandi Føroya, Schandorff Vang, í bersøgnari viðmerking á Facebook
Mynd: Álvur Haraldsen