Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hondbóltur Tróndur Arge Hann er best kendur í hond­ bóltsheiminum, sum ein av okkara altjóða dómarum. Hann er avgjørdur í sínum av­gerð­um og letur ikki trýstið ávirka. Eftir farna kapp­ingarár valda hann at leggja dómarafloytuna á hyllina. Nú er hann venjari hjá besta kvunnuliðnum hjá Kyndli, og tað er ein avgerð hann als ikki angrar. – Tað havi eg ongantíð, sig­ur Andreas F. Hansen, sum saman við Sophus Dal- Christiansen er venjari hjá Kyndli. Kyndil vann steypafinaluna 19-14. Angri tað ikki Andreas er vanur við at taka torførar avgeðir, og avgerðin um at gerast venjari í staðin fyri dómarin tykist tí verða ein væl umhugsað. – Eg haldi tað er spennandi at verða við til at menna eitt lið, og Kyndil er eitt lið við nógv møguleikum. Tað er deiligt, at tað arbeiði eg og Sophus Dal-Christiansen hava gjørt í ár hevur ført til gull í steypakappingini, nú vóna vit bara at tað aftur verð­ur til gull seinni í ár, sig­ ur Andreas, sum ásannar, at tað er øðrvísi at verða venjari heldur enn dómari til eina steypa­finalu. – Tað er eisini stuttligt at verða dómari og verða ein partur av eini steypafinalu, men tað er øðrvisi at verða venjari. Tú ert meiri ein partur av spælinum og tað kenn­ist næstan líka sum tá tú spældi sjálvur, sigur fyrr­ verandi altjóða dómarin og heldur fram. – Tað er stórur munur á. Tú hugsar nógv meiri hondbólti. Vit spældu mánakvøldið og fyri uttan kæruna, so hugsar tú alltíð um hvat tú kanst gera í hesar 60 minuttirnar. Eg vil siga meginpartin av teimum 24 tímunum, sum eru í samdøgrinum, hugsar tú um hondbólt, sigur Andreas F. Hansen um at vera venjari í mun til dómara. Illa spæld finala Tað bleiv ongantíð nøkur dreyma­finala millum grannarnar Kyndil og Neistan. Seinastu árini hevur Neistin verið omaná, men nú eru tær uttan Barbaru Brauer, sum er flutt av land­ inum, Marjuna Danberg, sum er langtíðarskadd. – Dysturin var ikki væl spældur. Heldur ikki frá okkara síðu. Tað hendir ofta tá ein spælari blívur mans­ vardur, og blíva tað so tvær mansverjur, so blívur tað til fýra móti fýra. Tá fært tú ikki spælt tað spælið, sum tú hevur vant. Tá blívur tað meiri til spælara móti spæl­ ara, meðan vit dekka við flat­ari verju og lata Neistan spæla sítt spæl, tí vit meta at vit hava tamarhald á tí. So verju­spælið var til UG, meðan álopsspælið var ávirkað av mans­verjunum, staðfestur venjari hjá Kyndli. Kyndlaliðið er í menning og fleiri av spælarunum gera sjónlig framstig fyri hvønn dyst tær spæla. Í ár hevur eisini eydnast Kyndli, at halda Neistanum undir tjúgu mál í trimum innanhýsisdystum hetta kappingarárið, vísur Andreas F. Hansen á. – Vit hava hildið teimum undir tjúgu málum í trimum dystum undan finaluni. So eg vónaði at vit kundu halda teimum niðri á 15 til 18 málum. Tað eigur at verða nokk til at vinna. Tað er lættari at byrja við at skipa eina nýggja verju, enn tað er at arbeiða við álops­spælinum. Tí hava vit arbeitt miðvíst við at fáa styrkt verjupartin, sigur Andreas, men hevur bjartar vónir fyri framman. – Vit hava spælararnar til at spæla betri álopsspæl. Tað tekur bara tíð at tora at taka ábyrgt. Eitt dømi er Anna Brimnes, sum í dag og í Vestmanna torir at taka ábyrgt. Vit hava ein góða stammu á liðnum til at spæla góðan álopshondbólt. Tað kemur við tíðini, sigur Andreas F. Hansen. Tað sigur Andreas F. Hansen, sum legði dómara­ floytuna á hyllina eftir farna kappingarár, og tók við starvinum sum venjari hjá kvinnunum hjá Kyndli Angri ikki eg bleiv venjari Finala: Neistin - Kyndil 14-19 (6-10) Neistin: Bára Hansen 6(1), Jacklin Durhuus 3, Rakul Augustinussen 2, Nicoleta Radu Hansen 2,Eir M. Berg 1 Kyndil: Simona Petersen 6(4), Jórun S. Ludvig 3, Anna Brimnes 3, Bjarta D. Johannesen 2, Bára K. Hansen 1, Anna Sofía Mohr 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Anja Heinadóttir 1, Gudrun R. Olsen 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Gert Hansen