Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Kunsturin at fáa yngri og eldri at spæla saman Kyndil er mannað av tveimum bólkum av spælarum. Tað er 94, 95, og 96 árgangurin, sum hevur spælt nógv saman, og so eru tað teir royndu spæl­ ararnir. Kyndlaliðið hevur sostatt fleiri spælarar, sum hava spælt saman leingi, men tær hava ikki royndirnar at stýra ein­um dysti. Til tað hevur Kyndil spælara sum Anju Heinadóttir, Jórun Ludvig, Simona Petersen og Randi S. Wardum, meðan Kristinu Griksaite verjur málið. – Tað er rætt at vita hava fleiri spælarar, sum hava spælt saman síðani tær vóru ungar, men á vøllinum, so eru tað mangan ein eldri og so ein av teimum yngru, sigur Andreas. Hann leggur eisini dent á, at liðið má spælast væl saman, og vísir til seinnu hálv­finaluna í Vestmanna. – Tá skjýtir Simona Petersen tíggju mál, men tá so lið velja at mansverja hana, so er týdningarmikið at vit hava nøkur onnur vápn. Tey blíva vit eisini betri til at brúka, sigur Andreas víðari. Millum tær, sum í dag gera seg galdandi á besta liðnum, og sum hava spælt saman leingi eru Anna Brimnes, Anna Sofía Hjalt Mohr, Bjarta Johannesen, Gurðið G. Eystberg, Ásleyg Súnadóttir, umframt Turið Arge Samuelsen og Bára Mortansdóttir, sum ikki eru tøkar í løtuni. Kæran ávirkaði Tað var rættuligt rok í høllini í Vestmanna, tá Kyndil við sein­asta kastinum í dystinum vann seg í hálvfinaluna. VÍF kærdi dystin, tí mett var at dómaraparið hevði gjørt skeivt í ávísari hending í fyrra hálvleiki. Leingi var óvist hvussu leikur var farin fram, men tað endaði at Aga­ nevndin avvísti kærina, tí VÍF ikki hevði fylgt galdandi mannagongdunum. Hendan kæran ávirkaði upptaktina hjá Kyndlakvinnunum. – Kæran hevur fylt ótrú­ liga nógv hjá okkum. Líka til klokkan 16 mikudagin, tá úrskurðurin kom frá HSF, hava spælararnir ikki hugsað um finaluna. Eg skilji væl, at tað var keðiligt hjá VÍF. Tað er altíð keðiligt at ivamál skulu stinga seg upp, men tá so úrskurðurin kom, so fingu spælararnir boð um at nú er bara at hugsa um leygar­ dagin, tá finalan er, sigur Andreas F. Hansen. Hava besta liðið Kyndil byrjaði við at tapa fyrsta dystin í steypa­kapp­ ingini, men tær svaraðu aftur og standa nú sum favorittar at vinna FM eisini. – Vit hava ikki gjørt tað so gott í steypakappingini. Vit tapa heldur óvæntað greitt í fyrsta dystinum móti VB. So var trýst á at vinna í Klaks­ vík móti Stjørnuni, men tað gera vit so. Síðani spæla vit tveir dystir móti VÍF, har báðir dystirnir enda við ein­ um máli á muni, so tú kanst siga at brekkan hevur verið brøtt til tíðir. – Tað er býtt av mær at standa her og siga, at vit fara at vinna FM. Men tað ætla vit okkum. Tað er málið nú. Eg haldi at vit hava besta liðið, sigur Andreas F. Hansen av­ gjørdur. Hetta er heilt greitt ikki endin á hesum Kyndlaliðnum, men heldur byrjanin, sum tað ljóðar á venjaranum. Andreas F. Hansen hevur tikið lopið um síðulinjuna til venjara, og her er eins nærlagdur og hann var sum dómari. trondur@sosialurin.fo Hondbóltur Myndir: Álvur Haraldsen Andreas F. Hansen, steypavinnari við Kyndils kvinnum Geir eigur sín part Geir Wardum hevur ver­ið venjari hjá fleiri av kvinn­ unum hjá Kyndli, síðani tær vóru smágentur. Hann gavst í fjør sum venj­ari kvinnunum. Hetta er fyrstu ferð, at hesin árgang­urin hjá Kyndli vinn­ur gull í vaksna­ manna­hondbólti. – Eg eri so glaður teirra vegna. Eg føli at eg eigi part í hesum og tað var ótrúliga stuttligt at síggja tær vinna, sigur Geir Wardum, sum hevur vant spæl­arar sum Annu Brimnes, Bjartu Johanne­sen, Anna Sofía Hjalt Mohrm Guðrið G. Eystberg, Ásleyg Súnadóttir, Turið Arge Samuelsen og Biritu Mortansdóttir síðani tær vóru áleið tíggju ára gamlar. – Tað byrjaði longu í fjør, tá vit vunnu eina dystin í FM finaluni móti Neist­anum. Tær eru mentar nógv og kunnu røkka nógv longur, leggur Geir Wardum afturat. Hann ásannar, at tú skalt duga at steðga, tá man spælarar og og venj­ ari eru troytt av hvørj­um øðrum. – Eg havi altíð fortalt teimum, at eg havi ein ágrýtan stíl og tað skilja tær. Men tað kom ein tíð, har tað var rætt at steðga, tí vit vóru blivin nærmast troytt av hvørjum øðrum, sigur Geir Wardum, sum vann gull sum partur av venjaratoyminum hjá mans­liðnum hjá Kyndli. trondur@sosialurin.fo Jórun Ludvig