mánadagur 10. februar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur Hondbóltur
Pætur Albinus
Bæði Kyndil og KÍF høvdu
bart seg í steypafinaluna við
ógvuliga teprum sigrum í
hálvfinalunum ímóti ávika
vist H71 og StÍF, og mundi lítil
ivi vera um undan dystinum,
at hetta eru stinnastu liðini
í Føroyum í løtuni. Kyndil
við sínum stjørnuliðið, sum
fyri stuttum av álvara hev
ur fingið tingini at hanga
saman, og KÍF við sínum
breiða hópi av egnum upp
aldum leikarum og ótrúligari
mótálopsferð.
Bæði feløgini høvdu gjørt
ríkiligt burturúr fyrireik
ingunum til steypafinaluna,
og fjepparar hjá feløgunum
báðum vóru savnaðir í hvør
sínari legu undan dystinum
fyri at koma í rætta hýrin og
taka hann við í fullstúvaðu
høllina á Hálsi, har tey reyðu
og grønu tvíbýttust um
høllina.
Jøvn byrjan
Gaman í fekk KÍF fyrsta
málið í dystinum, men tað
gjørdist skjótt greitt, at
Kyndil hevði betra flogið
fyrstu løtuna og kom skjótt á
odda 3-1. Kyndil dugdi fyrstu
løtuna væl at vísa tolsemi
og bíða eftir rætta opinum,
sum setti skjúttarnar báðar,
Finn Hansson og David
Edvardsen, upp til skot, og tá
ið teir í einstøku løtuni fingu
fríar teymar sang bólturin í
netmeskunum.
Var tað ikki fyri Jaspur
Joensen í KÍF-málinum, sum
hevði tvær góðar bjargingar
fyrstu løtuna, var leiðslan hjá
Kyndli enn størri.
Eitt av vørumerkjunum
hjá KÍF er hinvegin skjót
álopini, og tá ið Kyndil
himpraðist ella ilskaðist í
eitt sekund undan ella eftir
skotroyndirnar, so var ein
kollfirðingur strokin framvið
og skoraði eftir skjótálop.
Hetta førdi við sær, at støðan
brádliga gjørdist 4-4 hóast
Kyndil lá væl fyri at økja enn
meiri um munin.
Grønt time-out hjálpti
Tá ið 17 minuttir vóru farnir
stóð framvegis á jøvnum,
hesaferð 6-6, og tá valdi
venjaraparið hjá Kyndli at
taka time-out. Geir Wardum
var avgjørdur og segði, at teir
ikki skuldu royna so nógvar
hálvara møguleigar; at teir
skuldu vísa tolsemi í álops
spælinum, tí teir væl vistu, at
verjan hjá KÍF kom út og hol
tá fóru at koma í verjuna.
Hetta hjálpti kanska eitt
sindur, tí hóast KÍF kom á
odda 6-7, so var tað Kyndil,
sum aftur kom á odda og helt
eitt máls leiðslu tað mesta
av fyrra hálvleiki og eisini í
hálvleikssteðginum.
KÍF hevði í grundini ógvu
liga lítið skipað álopsspæl, og
Andrias Nielsen, sum hevur
verið nógv skaddur og ikki
er í bestu dystarvenjingini,
hevði tað trupult við at
koma til skot fyri risaverjuni
hjá Kyndli, har Hans Arni B.
Thomsen við sínum 193cm og
Hörður Fannar Sigþórsson
við sínum 196cm ráddi fyri
borgum.
Einasta hóttanin hjá KÍF
vóru skjótálopini, samstundis
sum tað hepnaðist væl at
fóðra Nicklas Selvig á høgra
vongi, haðani hann steðfesti
sína støðu sum ein hin tekn
iskt besti leikarin í landinum
við nøkrum bóltum krúll
aðum upp í málhornið.
Var tað ikki fyri honum og
skjótálopunum, hevði Kyndil
havt væl størri mun í hálv
leikssteðginum enn hálv
leiksleiðslan segði, nevniliga
10-9 til Kyndil.
Finnur mansvardur
Í seinna hálvleiki megnaði
Kyndil í ein mun at binda
Greiða oddaliðið í bestu mansdeildini, KÍF, hevði
ikki nógvar møguleikar ímóti einari krútsterkari
kyndlaverju, sum somuleiðis í álopspartinum buldraði
nógvar bóltar í málið við Davidi Edvardsen og Finni
Hanssyni á odda. Hóast tað var sera tætt allan
dystin og nærdystirnir øgiligir, so var tað Kyndil, sum
fyri tað mesta var omaná og eisini var omaná tá ið
saman um kom við uppibornum 22-20-finalusigri.
Við hesum sigrinum var kyndladagurin fullkomin,
tí kvinnurnar hjá felagnum vunnu somuleiðis
gull nakrar tímar áðrenn. Hetta er fyrsta steypa
gullið hjá kyndlamonnunum síðani 2008
buldraðu seg
til steypagull
Finala:
Kyndil - KÍF 22-20 (10-9)
Kyndil: David Edvardsen 9, Finnur Hansson 4,
Hans Áki Dal-Christiansen 2, Høgni Klein Olsen 2, Andrias Sólsker 2,
Julian Johansen 1, Josef Abrahamsen 1, Hørður F. Sigthórsson 1
KÍF: Nicklas Selvig 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Magnus Muller 4,
Tony Weihe 2, Andrias Nielsen 1, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Gert Hansen