mánadagur 10. februar 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
vinna, men so endaði tað
remis ímóti Finnbirni Vang,
sum seinnu árini hevur verið
ein av eldsálunum í Talvsam
bandi Føroya.
Á Toftum er áhugin fyri
talvi stórur, men talvið er í
kapping við so nógv annað,
og tí gongur tað eitt sindur
striltið at seta við. Tofta Talv
felag hevur felagshøli saman
við kvinnufelagnum. Talan
er um hølini, har samkoman
Nebo helt til, inntil hon fyri
fimm árum síðani flutti í
nýggjan bygning.
Áhuganum bilar einki
So hvørt sum talvini verða
avgjørd, so verður stillað
uppaftur. Eftir at telvararnir
hava sitið í millum tríggjar og
fýra tímar yvir av hvørjum
øðrum
í
eirindarleysum
stríði og kríggjast, seta teir
friðarligir og vinsælir fólkið
uppaftur.
Har tað hevur snúð seg um
at vinna bestu positiónirnar
og at taka lívið av hvørjum
øðrum, og har tað hevur
staðið á og andlitini hava
verið sperd og hendurnar
vátar, verður tað nú við
virðing kannað og tosað um,
hví tað nú tørnaði soleiðis út,
sum tað gjørdi.
Møguleikar verða vendir
og snaraðir. Hóast teir hava
verið í eirindarleysum stríði
ímóti hvørjum øðrum, so eru
teir talvfelagar og vinir, og
teir brenna fyri søkini.
Teir fyrstu, sum eru lidnir,
flyta seg út í køkin, har teir
seta fólkið uppaftur. Harvið
sleppa teir undan at órógva
teir, sum framvegis sita við
borðini. Saman við teimum
er Petur Hans Poulsen, sum
í meiri enn eitt mannaminni
hevur verið størsta eldsálin í
telvingini í Klaksvík.
Hvussu hevur telvingin
tað í Klaksvík?
– Vit skulu ikki lata illa
at. Fleiri ferðir um vikuna
er tað ljós í Skákinum, og vit
hava tvey lið í bestu deildini.
Hugaligt er eisini at stað
festa, at tað eru teir, sum
eru sinnaðir at leggja tíð og
orku í at venja og leiðbeina
tey ungu, sigur Petur Hans
Poulsen.
Steintór Rasmussen er
samdur við honum, men
hann heldur, at talvlívið ikki
sæst upp á sama máta, sum
tað gjørdi, tá ið hann var
yngri, og teir vóru nógvir,
sum flokkaðust í felagnum:
– Hetta vil tó ikki siga,
at tað ikki verður telvað og
granskað. Sum í so mongum
øðrum her í lívinum, so er
hetta meiri individuelt nú,
enn tað var. Teldan er bæði
hjálpartól og mótstøðumaður
í telvingini, sigur Steintór
Rasmussen.
Yngsti luttakarin í Klaks
vík í gjár var Janus Skaale,
sum á páskum í fjør vann FM
fyri unglingar. Í gjár vann 12
ára gamli Janus í almenna
bólkinum á Jóanes Ortind:
– Mær dámar væl at telva.
Umframt at luttaka í Skák
inum, so lesi eg og telvi eisini
á telduni. Nú skulu vit til
Danmarkar at taka lut í NM
kappingini fyri yngri telvarar.
Tað er sera spennandi, heldur
Janus Skaale, sum er ein av
teimum, ið klaksvíkingar
rokna nógv við.
Havnin lúrir
Sunnudagin fara tey fýra
liðini, sum i gjár hittust í
Klaksvík, at halda frí. Tá fara
Vestmanna og Havnin at
dystast. Úrslitið fer at hava
týdning fyri, um tað verður
Toftir, Klaksvík 2 ellaVest
manna, sum fer at flyta
niður.
Tað kann eisini fara at
vísa seg, at úrslitið fer at
hava týdning fyri, hvør fer
at vinna FM. Onkra ferðina
hava havnarmenn í sonnum
endaspurti
vunnið
FM,
hóast teir hava verið mest
sum avskrivaðir. Í løtuni er
fjarstøðan frá Sandavágs
Talvfelag og aftur til Havnar
Telvingarfelag átta stig. Tað
er mest sum ov mikið, men
hóast tað sær gott út, so
kanna teir í Sandavági sær
á ongan hátt bitan, áðrenn
hann er svølgdur.
Í 9. umfari er skráin:
Vestmanna - Klaksvík 2
Havnin - Klaksvík 1
Toftir - Sandavágur
Í 10. umfari er skráin:
Klaksvík2 - Toftir
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Vestmanna
joannes@sosialurin.fo
talv
Sandavágur ímóti Klaksvík 2: Rógvi E.
Nielsen, Høgni E. Nielsen, Carl Eli Nolsøe
Samuelsen og standandi Torkil Nielsen
Esbern Christiansen, KTF
2, og Torkil Nielsen, ST
Mær dámar væl
at telva. Umframt at
luttaka í Skákinum,
so lesi eg og telvi eisini
á telduni