mánadagur 10. februar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Vetrarleikirnir savnar heims
ins fremstu ítróttarfólk inn
an vetrarítrótt, og síggja tey
flestu hesar leikirnar, sum
eins og summarleikirnir eru
á fjórða hvørjum ári, verandi
sum heiðurligari enn HM og
EM.
Tað vóru aftur hesaferð
nógv lond, sum bjóðaðu seg
fram at hava vetrarleikirnar.
Heili sjey lond bjóðaðu seg
fram, tá ið freistin var í juli
2005. Býirnir vóru Sochi
(Russland), Salzburg (Eystur
ríki), Jaca (Spania), Almaty
(Kasakstan), PyeongChang
(Suðurkorea), Sofia (Bulgaria)
og Borjomi (Georgia).
Altjóða leikanevndin, IOC,
sílaði eitt ár seinni nakrar
býir burturfrá, og endin var,
at einans tríggir vóru eftir.
Teir vóru Sochi, Salzburg og
PyeongChang.
Tvær vikur seinni fór
atkvøðugreiðsla fram hjá
leikanevndini í Guatemala
City í Guatemala. At byrja
við var líkt til, at leikirnir
skuldu vera í Suðurkorea,
tí eftir fyrsta umfar hevði
PyeongChang 36 atkvøður,
Sochi 34 og Salzburg 25. Eftir
seinnu
atkvøðugreiðsluna
gjørdist tó greitt, at leikirnir
skuldu haldast í Sochi. Hesa
ferð fekk Sochi 51 atkvøður
og PyeongChang 47, sum
førdi við sær, at Sochi einans
við lítlum muni fekk heið
urin at hava vetrarleikirnar.
Sochi
Býurin Sochi, sum hevur
400.000 íbúgvar, er av álvara
komin á heimskortið síðani
tað gjørdist greitt, at hesin
tá lutfalsliga ókendi býur
skuldi vera vertur fyri vetrar
leikunum.
Sochi,
sum
liggur
á
suðurstrondini í Krasnodar-
landspartinum
tætt
við
georgiska markið, gongur
undir at vera longsti býur í
Evropa. Heilar 148 kilometrar
er hann til longdar.
Alt fyri eitt varð spurnar
tekin sett við hitalagið í bý
num, sum vísir seg at røkka
heilt upp á 10 hitastig á
middegi hendan partin á ár
inum. Á sumri er Sochi eitt
ferðamál hjá fólki, ið vilja
sóla sær, og Vladimir Putin-
mótstøðumaðurin,
Boris
Nemtsov, segði tað vera óða
mannaverk at hava vetrar
leikirnar á hesum stað.
Dýrastu nakrantíð
Vladimir Putin, russiskur
forseti, hevur verið ein av
undangongumonnunum
í
at fáa fyrstu vetrarleikirnar
til Russlands. OL hevur eina
ferð áður verið í Russlandi, í
táverandi Sovjet í 1980, men
vóru tað tá summarleikirnir,
ið vóru har.
Hóast nógvu mótstøðuna
helt Vladimir Putin seg ikki
aftur og eftir at verða blivin
kosin sum vertur hevur
hann ikki spart við peningi.
Somikið nógv kostaði tað at
gera henda lutfalsliga lítla
býin vetrarkláran, at OL í
Sochi eru dýrastu leikirnir
nakrantíð,
nevniliga
273
milliardir.
55.000 handverkarar av
ymsum slagi hava tikið lut
í byggingini, har størsta
byggingin
var
olympiski
leikvøllurin, Fisht, sum hýsir
40.000 áskoðarum og hevur
útsýni yvir fjøllini fyri norð
an og sjógvin fyri sunnan.
albinus@sosialurin.fo
Dýrastu
vetrar-
leikirnir
nakrantíð
Frá yvirgangshóttan
til yvirgangsroynd
Hóast fleiri hóttanir um
yvirgang við setanina av
leikunum, so varð ikki mett,
at hetta skuldi takast fyri
fult. Men um illa vildi til, so
hevði eitt flogfar rent inn í
risa stóru Fisht-høllina, har
setanin var fríggjakvøldið.
Spurnartekin
hevur
verið sett við trygdina í
Russlandi undan leikunum
í Sochi. Serliga fekk hetta
prátið dik á seg í oktobur
í fjør, tá ið tvær ymiskar
sjálvmorðsbumbur brustu
í Volgograd í Russlandi.
Fleiri fólk doyðu og ein
islamiskur
uppreistrar
bólkur tók ábyrgdina á
seg.
Undan leikunum fingu
eisini umboðsfólk Ungarn,
Italia og Týsklandi yvir
gangshóttanir
umvegis
teldupost, men serfrøð
ingar, ið kannaðu teldu
postarnar, mettu, at einki
hald var í hesum hótt
anum.
Royndi at
ræna flogfar
Fríggjadagin, nakrar tímar
áðrenn setanina, komu tíð
indini um ein mann, sum
royndi at ræna eitt flogfar,
ið var ávegis úr Kharkov í
Ukreina til Istanbul í Turka
landi.
Meðan
flogfarið,
sum hevði 110 ferðafólk
umborð, var í hæddini,
hótti ein maður við, at ein
bumba var í flogfarinum.
Hann royndi somuleiðis
at bróta inn í stýrisklivan
og gav boð um at seta kós
ímóti Sochi, men starvs- og
ferðafólk fingu lagt hald á
mannin og tamarhald fekst
á støðuni.
Seinni kom tað fram, at
maðurin var ávirkaður av
rúsdrekka.
Flogfarið helt leiðina
fram og lendi í øllum
góðum – og sum ætlað – á
Sabiha
Gokcen-flogvøll
inum í Istanbul, Turka
landi.
Habib Soluk, umboðs
maður fyri ferðslumála
ráðið í Turklanadi, váttar
fyri miðlunum, at talan var
um eina bumbuhóttan, og
at málið nú verður kannað
nærri.
Mett verður ikki, at sam
band er ímillum teldupost
hóttaninar og mannin, ið
royndi at ræna flogfarið.
albinus@sosialurin.fo
ítróttur
Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, Thomas Bach, OL-
nevndarformaður og Vladimir Putin, russiskur forseti
Fríggjakvøldið føroyska tíð vórðu 22. vetrarleikirnir
settir í russiska býnum Sochi, har Vladmimir Putin, for
seti, lýsti dýrastu leikirnar nakrantíð at vera í gongd