mánadagur 10. februar 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Stórsligin setan
Trygdin í hásæti
Nógvir forsetar
streyka
Russland hevði savnað landsins fremstu innan ítrótt
og mentan at borga fyri undirhaldinum til setanina
í Fisht-høllini í Sochi, har eisini stórsligið fýrverk
fekk ítróttarstjørnur og heimsleiðarar at øtast
Í kjalarvørrinum av mikla rumblinum um vantandi
rættindum hjá samkyndum í Russlandi, velja nógvir
forsetar at halda seg burt frá vetrarleikunum
Pætur Albinus
Tað vóru tey bestu av teim
um bestu í Russlandi sum
stóðu fyri, tá ið setanin av
vetrarleikunum fór fram
fríggjakvøldið. Fisht-høll
in við plássi fyri 40.000
áskoðarum varð gjørd klár
í evstu løtu og kundi tískil
hýsa stórslignu setanini.
Kendi bólkurin tATu
sang ein av sínum sangum,
sopran-sangarinnan Anna
Netrebko sang olympiska
sangin, meðan besti ballet-
dansarin
í
Russlandi,
Svetlana
Zakharova,
dansaði. Eisini verk eftir
Tchaikovsky ljómaðu með
an fýrverkaríð brast oman
fyri høllina.
Russiskar ítróttarstjørn
ur sum Maria Sharapova,
Yelena Isinbayeva, Roman
Abramovich og Nikolai
Valuev bóru fakkilin sein
asta teinin og kyndu eld í
stóra bálið, sum er ímyndin
av at vetrarleikirnir eru í
gongd.
Beint
eftir
setanina
drússðau tweets inn á
Twitter, har eitt ítróttar
fólk og annða eftir søgdu
hetta vera bestu setanina,
tey høvdu verið við til.
albinus@sosialurin.fo
Hóast yvirgangshóttanir
og vánaliga viðferð av sam
kyndum, so vissa fyrireik
ararnir um, at trygdin er í
hásæti.
– Lógin er ikki gjørd
fyri at gera seg inn á
rættindi
hjá
borgarum
óansæð uppruna, átrúnað
ella áhugamál. Lógin er
ímóti vánaligari viðferð
av minnilutum. Eg havi
verið í Sochi, og eg kann
visa ítróttarfólki og øðrum
um, at teirra rættindi verða
vard, segði ítróttarforsetin,
Vitali Mutko, við russiskar
miðlar undan leikunum.
Fyrireikararnir
siga,
at 100.000 trygdarvørar
eru til staðar í Sochi, og at
hetta er ein trygdarførur
fyri hvørji 3.24 vitjandi.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Samkynd fáa ikki góðar um
støður í Russlandi, hvørki
frá myndugleikunum ella
ímillum fólkið, har tey verða
illa viðfarin. Hetta hevur av
álvara kveikt lív í kjakið um
samkynd í Russlandi, somu
leiðis sum nøkur av heimsins
londum vísa sína ónøgd við
at banna eitt nú russiskum
vodka.
Eisini er Vladimir Putin,
forseti, vorðin illa dámdur
eftir at hann framvegis loyv
ir Edward Snowden, njósnara
og eftirlýstur í USA, friðskjól
í Russlandi. Harumframt
hevur Vladimir Putin tætt
samband við forsetan í krígs
rakta Sýria, Bashar al Assad.
Sergjørda
VIP-boksin,
har Vladimir Putin hevur
sæti
í
OL-høllini,
burdi
verið fylt við fleiri forsetin,
men kinesiski Xi Xinping er
ein av teimum fáu, meðan
Barack Obama og Angela
Merkel hava boðað frá, at
tey ikki koma til leikirnar.
Tey hava hinvegin heldur
sent umboð.
Myndir: Polfoto
Noreg er best umboðaða norðurland við 134 luttakarum.
Her sæst flaggberarin, skíðarin Aksel Lund Svindal