Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vida Akselsdóttir Højgaard Palestina Navnið finst ikki í Bíbliuni, men varð “uppfunnið”av Hadrian keisara í 2.øld e. Kr. Hadrian hataði jødarnar, og hann valdi hetta navnið, tí tað málsliga líktist orðinum Philistine, filistarar, sum vóru erkafíggindar Ísraels í Gamla Testamenti. Men filistarar vóru ikki arabar. Teir vóru frá teim grisku oyggj­unum og sostatt grikk­ ar. Hetta fólk hvarv í Gamla Testamentligari tíð. Landið, har jødarnir búðu, er nevnt í Nýggja Testamenti sum Galilea, Samaria og Judea. Palestina var ongantíð nakar sjálvstøðugur statur, men ein provins undir skift­ andi hersetarum, m.a. róm­ verjum, turkum (1517-1917) og bretum (1917-1948). Palestinar Tey komu úr øllum londum har um leiðir, tá tann nýtíðar jødiska innflytingin av álv­ ara byrjaði í 1880´unum. Ser­ liga eftir 1917, tá bretar fingu mandatið har, fluttu teir inn arabar úr øllum granna­ londum, tí teim tørvaði ar­ beiðsfólk at byggja vegir og hernaðarstøðir. Men eitt serstakt palestinskt fólk hevur ongantíð verið. Teir hava ikki egna søgu, ikki egið mál, og hava ongantíð havt sítt egna land ella egna mentan. Teir eru vanligir arabar. Navnið verður brúkt til tess at fáa fólk at trúgva, at teir hava krav uppá landið Palestina - sum jú eisini er eitt “gjørt” navn. Undir tí bretsku mandat­ tíðini (1917-1948) búðu bæði jødar og arabar í hesum um­ ráðnum. Báðir partar høvdu palestinsk pass, og tosað varð um palestina-jødar og palestina-arabar. Fólkið í Jordan - Palestina Yasser Arafat og Hussain kongur søgdu báðir, at Jordan er Palestina. Seinast í 1940´árunum vildi Abdullah kongur, abbi Hussein, kalla sítt ríki “kongadømið Palestina” Í 1970 segði bróðir Hussein, Hassan prinsur:”Palestina er Jordan og Jordan er Pale­ stina.” Hetta sama árið segði skrivarin hjá Yassir Arafat, Oriana Falaci: “Tað, tú kallar Jordan, er í veruleikanum Palestina.” Sjálvt New York Times tók undir við hes­um, tá blaðið 3.august 1975 skýrdi høvuðsstaðin í Jordan, Amman “tann størsta palestinska høvuðsstaðin í heiminum.” Men Abdullah, Hassan, Arafat og The New York Times gera ikki annað enn at vátta tað, sum eitt og hvørt heimsatlas og heims­ álmanakkin fortelur okkum. “Jordan situr á nærum 77 % av tí upprunaliga Palestina- mandatinum. Meir enn 2/3 av íbúgvunum í Jordan eru palestinar. Meir enn helvt­in av ríkisovastum Jord­ans síðan 1950 hava verið palestinar. ¾ av em­ bætismonnum Jordans eru palestinar. Palestinar stýra 70% av øllum handli í Jordan.” Tað er ikki so løgið, at Hussein kongur í 1977 segði: “Hesi bæði fólkini (palestinar og arabar) eru í veru­leikanum eitt. Tað er eitt faktum.” Also skuldu tey ikki havt brúk fyri meira enn EINUM heimlandið!- nevni­liga Jordan! Landið Jordan var “jødareint”frá 1948-1995, tá friðaravtalan millum Ísrael og Jordan varð undirskrivað. Legg til merkis: Undir jordansku hersetingini av Samaria og Judea (1948- 1967) var tað eingin, ið tosaði um ein palestinskan stat har. Umráðið varð av arabarum brúkt til at leypa á Ísrael í seks-daga krígnum í 1967. Mørkini frá 1967 vórðu kallað “Auschwitz-mørk” bæði av uttanríkisráðharranum í USA, Henry Kissinger og fyrrv­erandi uttanríkisráð­ harra í Ísrael, Abba Eban. LEGG EISINI TIL MERKIS: PLO (Palestinien Liberation Organisation (frígeringin av Palestina) var stovnað í 1964! Tá vóru Samaria, Judea og Gaza “JØDAREIN” UMRÁÐIR! Ongir “settlers”- niðursetifólk, og ongin “occupation”- her­ wseting. Hvørjum skuldu teir frígerast frá, tá umráðini vóru “jødarein”??? Tilætlað ella hvat? Frank Davidsen Fyri kortum segði Poul Mich­ el­sen ein av okkara fremstu vinnu­lívs­monnum, at um ein hevði snýtt í tolli, so átti við­kom­andi ikki at sitið sum fíggj­ar­mál­a­ráðharri í dag. Kanska ikki orðarætt, men mein­ingin var púra klár. Sami vinnulívsmaður hevði orsaka kreppuni fyrst í hálv­ fems­unum, helst somu trup­ ul­leik­ar sum nógvir aðrir. Men við sínum royndum og dugn­a­skapi, so hóraði hann und­an kreppuni, soleiðis at hann í dag framvegis hevur eina blómandi fyritøku. Tað hevði verið óhugsandi um fel­ag hansara hevði kom­ ið í eina krepp­u­støðu, at hann við beráddum huga gavst við at lata fakturar og rokn­skap­ ir inn til av­varð­andi myndug­ leikar. Ei heldur at hann hevði farið til Taks at krevja at fáa sínar vørur út, sam­ stundis sum hann var vit­ andi um, at fakturanir lógu í eini skuffu hjá fyritøkuni. Tí utt­an teir neyðugu fakturar sum eru avgerðandi fyri at av­greiða mvg, so var hann fult greiður yvur, at tað ikki kundi lata seg gerða. So var bert ein møguleiki eftir, og tað var at fara til tær ymsu skipaavgreiðslurnar, og greiða teimun frá, at fyri­ tøkan hevði ein toll­kre­ditt. Men eisini her var oman­ fyri­nevndi vinnulívsmaður greið­ur yvur, at hazardspælið var tapt. Er tað ikki júst tað sum er hent í »tollmálinum«. Men fyri at krógva útyvur bæði toll­und­andrátt og bein­leið­is ó­sann­ind­ir, varð hild­in ein væl tilrættalagdur man­i­pu­ lerandi politiskur fundur. Har Christian Andreasen saman við sínum klienti, sit­ andi fíggj­ar­mál­a­ráð­harra, sum tveir gandakallar, og við bein­leið­is ósannindum og teirra ora­torisku evnum, fluttu hesa ótespuligu toll­ ope­ra yvur á Tollstovuna, eins og fjølmiðlarnar. Undirritaði eins og mong onnur væntaðu, at fíggj­ar­ mál­a­ráð­harr­in her fór at taka frá­støðu, eins og biðja um for­stáilsi, og umbera tey mis­tøk sum hann hevði gjørt í fortíðini. Ístaðin fyri sat fíggj­ar­málaráðharrin við eini ó­trú­ligari arrogansu, har hann í 1 tíma og 40 minuttir válk­aði sær í sínum egna poli­tiska skarni. Tá fjølmilarnir settu spurn­ing­ar, hvussu hann kundi reka fyritøkuna, utt­ an at lata roknskapir inn, so slerdi hnn tað upp í glens. Ja, tað vat líkasum at hann hevði ilt av og tók synd í fjølðmiðlunum, og gjørd­ist irritabul, at fáa sett hesar spurn­ingar, sum eftir hans­ ara tykki vóru aldeilis ó­við­ komandi. Her var einki at koma eftir, og so hevði hann" tann besta á økinum" við síð­ una av sær. Sjálvt um ein fyritøka hev­ ur ein tollkreditt, so hevur fyr­i­tøkan ábyrgdina av, at inn­an so og so nógvar dagar, so skal faktura leverast inn til tollstovu, soleiðis at mvg kann roknast av vøruni. Eru tað tollmynduleikarnir ið hava ábyrgdina av, at N. Nicl­a­sen hevur ligið inni við fakt­ur­u­num. Og átti ikki ein pera at blinka, ella lýst hjá stjóranum, tá felagi í gjøgn­um langa tíð ongar toll­rokn­ingar fekk frá toll­ stov­uni. Ella var tað við be­ rá­ddum huga, at sum við toll­kredittinum, so skuldi á­byrgdin ikki ábyrgdast N.N. men tollstovuni. At tað nú sambært degi og viku verður staðfest, at als eingin rokniskapur hev­ ur verður latin inn hesi ár­ini, tað vísur at sitandi fíggj­ar­ mál­a­ráð­harri føroya, ikki bara hev­ur gjørt seg sekan í toll­undandrátti. Afturat tí hev­ur hann á fundi sum vardi í 1 tíma og 40 minuttir ikki bert hildi fjølmiðlunum fyri gjøldir. Esini hevur hann í almennum fjøl­miðl­um yvir fyri Føroya fólki al­ment gjørt seg tíl ein gemenan lygn­ara. Og tað er als eingin ivi um, at hann við ikki at hava latið mynduleikunum árs­rokn­skap­ir­nar hesi árini, so var tað ein finna í einum talvinum, til at turka ábyrgdina upp­á toll­myndug­ leik­ar­nar. Somuleiðis var við toll­kredittinum, har hann við sínum svikabrøgdum be­víst legði alla persónliga á­byrgd frá sær. Kann hetta veru­liga fara aftur við borð­ inum, uttan avleiðingar. Ella er politiska skipanin so kor­ r­upt, at ein politikkari kann snýta sína egnu umsiting, sum hann í dag hevur hægstu leiðsluna av. Hevði tað snú seg um danska fíggj­ ar­mála­ráðharran, so hevði hann ikki sitið nógvar dagar aftan­á eina sovorðna gølu. Her grína politikkarnir og sam­gongan, samstundis sum teir biðja okkara fjølmiðlar »fara til arbeiðis«. Onnur øld Súni í Hjøllum formaður Kongshavnar havnastýri Fríggjadagin hin 07. febr­ uar eru hundrað ár liðin síð­ani fyrsti fundurin varð hildin í Kongshavnar havnastýri. Orsøkin var, at lóg bleiv samtykt hin 18. oktober 1913 um Kongs­ havn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Nú, táið felags­ skap­urin setir á næstu øldina, er ætlanin at marka dagin í Løkshøll fríggja­ dagin hin 07. februar frá kl. 16-18, har Kongshavnar havnastýri bjóðar til alment átak við hesi skrá: Súni í Hjøllum, formaður, bjóðar vælkomin. Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn, hugleiðir um vinnumøguleikar í Kongs­ havn. Tórbjørn Jacobsen, havn­ ar­meistari, Runavíkar havn, hugleiðir um Kongshavn. Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa, hugleiðir um broyt­andi umstøður í Norð­ ur­høvum. Kári Sverrisson syngur og spælir. Orðið er frítt, og spurn­ ingar úr salinum kunnu setast teimum, ið hava havt orðið, og teimum sum í dag manna nevndina í Kongshavnar havnastýri. Sam­felagsfrøðingurin Jóannes Hansen stjórnar fundinum. Eftir fundin verður ábit og kaffi. _ _ _ Kongshavnar havnastýri er upprunaliga stovnað sam­bært lóg og egnum regle­menti til tað at stjórna skipaferðsluni inn og út av og kring um á Skála­ fjørð­inum og at krevja inn havnagjøld frá skipum. Komm­unurnar, sum eiga fjøru framvið fjørðinum, varða av felagsskapinum, og í dag eru tær Nes Komm­ una, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Sjóv­ ar kommuna. Ábyrgd og rættur fylgja einum lykli, sum er lagdur eftir fjara­ longdini hjá hvørjari komm­ unu sær. Kongshavnar havnastýri hevur virkað øll hesi hundr­ að árini, og nógvir menn hava mannað nevndina í hesum tíðarmáli. Fyrsta trí­fjerðingsøldin er væl skilgreinað í bókini Sam­ starv, sum Oluf Innan Glyvur legði til rættis fyri Stýrið. Í Stýrinum í dag sita: Súni í Hjøllum, formaður, Tór­bjørn Jacobsen, næst­for­ maður, Jonhard Danielsen, Brandur Jacobsen og Jens Kristian Rasmussen. Greitt er, at Skála­fjørð­ urin longu frá fyrstuni fólk komu til landið hevur verið brúktur sum trygg havn hjá skipum og bátum. Í “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782” skrivar J. C. Svabo eisini, at fýra havnir í Føroyum eru góðar skipahavnir: “neml. Vestmanhavn, Klack (Klaks­vík), Trangisvaag og Kongshavn, som skulle holdes for gode Vinter­ havne.....”. Navnið er kort­ ini eldri, tí longu í 1650 skrivar stýrimaðurin Bagge Wandels, at teir hetta árið hin 11. august “....gik wi til Segels og seglede hen mod Kongshaffuen.” Ísrael og arabarastatirnir