Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brúkarin skal ráða í Atlantsflogi Høgni Hoydal vil hava Atlantsflog at flúgva til nógv ferðamál – um neyðugt við stuðuli úr landskassanum. Eg rokni ikki við, at tað eru fleiri rokningar, skattgjaldarin vil hava. Eg rokni við, at hann vil hava bíligari ferðaseðlar Sjúrður Skaale Í einum orðaskifti um nýggju strategiina hjá Atlantsflogi í Rás2 mikudagin segði Høgni Hoydal, at ”nú hoyra vit Sjúrð Skaale siga, at vit bara skulu flúgva til Danmarkar”. Í kjaki kann vera snilt at siga fólk hava onkran víð­ gongda meining, sum tey slett ikki hava, og so seta seg sjálvan upp ímóti tí, mann hevur hongt um hálsin á øðr­um. So er í hesum føri. Eg havi aldrin sagt, at At­lants­flog bara skal flúgva til Dan­mark­ ar. Men eg eri, eins og Høgni og mong við honum, ør­kyml­ aður av tí, sum er hent í før­ oyska flogfelagnum farnu tíðina: Fyrst trýsti lands­stýris­ mað­urin ein ávísan persón í nevndarformanssessin – ímóti felagsins egnu reglu­ gerð. Síðani varð stjórin frá­ koyrd­ur uttan greiða grund­ geving. So bleiv ein nýggjur stjóri settur. Hann skuldi fremja eina nýggja strategi – men hevði einki boð uppá, hvør henda strategi skuldi vera. Og nú er mann so farin til eina danska ráðgevingar­ fyri­tøku at, skilst, keypa sær uppskot til ta nýggju stra­ tegi­ina. Brúkarin lopin um Í staðin fyri at fara beint til donsku fyritøkuna, skuldi nýggja leiðslan vent sær til tey, sum eiga og brúka Atlantsflog: Føroya fólk! Tað er tørvin hjá hesum, felagið er til fyri at nøkta. Arbeiðið við nýggju stra­ tegiini skuldi byrjað við tveimum einføldum spurn­ ingum: 1) Hvat vilja føroysk privatfólk hava? 2) Hvat vil føroyska vinnulívið – m.a. ferðavinnan – hava? Sjálvur eri eg rættiliga vísur í, hvat svarið hevði verið, um hesi sluppu at siga sína hugsan: Vit vilja sleppa av landinum og til landið so ofta og so bíliga sum gjør­ ligt! Og um hetta – høgur fre­ kvensur og lágur prísur – verður greiða málið, so hevur tað sjálvsagt avleiðingar: Onn­ur mál mugu víkja. Aðrar destinasjónir Fleiri av eigarunum høvdu helst eisini sagt, at tey vilja sleppa beinleiðis úr Føroyum til øll okkara grannalond. Men um hetta hevði havt við sær munandi hægri prís­ ir á høvuðsleiðini til Kast­ rup, høvdu tey uttan iva valt lægru prísirnar fram um eyka destinasjónirnar. Kastrup er jú millum størstu ferðslumiðdeplar. Standa vit har, standa flestu hurðar opnar. Bæði til grannarnar og til meira fjarskotin ferða­ mál. Summar aðrar destina­ sjónir eru kortini upplagdar. Atlantsflog hevur júst gjørt ein sáttmála við Statoil, sum hevur við sær nógva flúgving til Norra í summar. Tað er óført! Felagið flýgur eisini til Norra fyri føroysk reiðarí. Super! Alt, sum kann menna fe­ lagið, førleikarnar, skapa inn­tøkur og arbeiðspláss, er gott. Men um avleiðingin av nýggjum destinasjónum er, at fólk skulu rinda stóran yvir­prís fyri at sleppa av land­inum, rokni eg ikki við, at vanligir føroyingar og vinnulívið – herundir ferða­ vinnan - taka undir við tí. Prísirnir á leiðini til mið­ depilin í Kastrup eru ein stór forðing fyri menning av sam­felagnum í dag. Tí má fremsta fokus vera á prís og frekvens á hesi leiðini. Felagið má ikki lata seg freista til at skrúva hes­ar prísirnar upp, tí t.d. norska oljuvinnan, danski hand­ils­ flotin ella tað almenna ikki spyrja hvat tað kostar. Tað er jú mark fyri, hvat onnur hava ráð til – her hugsi eg bæði føroyska vinnulívið, føroyskar privatpersónar, og útlendsk ferðafólk. Skattgjaldarin skal rinda Høgni Hoydal mann vera greið­ur um, at tað kann vera trupult samstundis at røkka málunum um fleiri destinasjónir og lægri prísir. Men hann vil hava bæði. Og viðvíkjandi prísunum segði hann lætt og elegant í Rás2, at ”vit eru til reiðar at stuðla tí vissi tað skal til fyri at fáa prísirnar niður”. »Vit« merkir í hesum føri ikki, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla. Tað merkir, at Tjóðveldi er til reiðar at fara í lummarnar á skatt­ gjald­arunum eftir pengum at stuðla við. Eftir hesum modellinum skulu vinnulív og privatfólk altso rinda teir dýru ferða­ seðlarnir gjøgnum skattin. Og tað er ein ógvuliga asosial skipan: Tey, sum flúgva minst, skulu rinda fyri tey, sum flúgva mest. Og tey, sum flúgva minst, eru sum kunn­ ugt ikki tey, sum tjena mest. Flúgving er sera dýr. Ein skipan, har fleiri destinasjónir skulu haldast á lívi við skatta­ krónum, kann skjótt gerast skattgjaldaranum ógvuliga tung. Eg rokni ikki við, at tað eru fleiri rokningar, fólk vilja hava. Eg rokni við, at tey vilja hava bíligari ferðaseðlar. Leggur nýggja pensionslógin upp til anarki??? Eli Brimsvík formaður í Havnar Handverkarafelag Nú hava vit loksins fingið nýggja Eftirlønarlóg setta í gildið í Føroyum. At vit hava brúk fyri eini tryggari eftirlønarlóg , eru tey flestu av okkum samd um. Men er henda sokallaða eftirlønarlógin trygg?? Eg haldi ikki. Tað sum kann undra er, at mynduleikarnir við hesi nýggju lógini leggja upp til, at landi kann ognar­ taka løn hjá fólki. Lógin ásetur, at allir borg­ arar í landinum millum 21 og 67 ár, við nøkrum fáum undan­tøkum, skula rinda til sína egna aldurdóm. Eis­ ini hevur man, sum øll vita lóggivið fyri , at allar eftir­ lønir skula skattast við inn­ gjald. So skuldi ein trú, at restin var ogn hjá borg­ar­an­ um, men so er ikki. Nei, man tekur sær rætt til, at avgera hvussu ein borgari skal hava peningin út aftur, hóast , at hetta er skattaður peningur. Skatturin er longu goldin við inngjald. Hetta er eftir mínum tykki, at fara ov langt.Eg havi altíð bilt mær inn, at tá eg havi goldið skattin av míni løn,so er ræðisrætturin av restini mín. Høvdu vit ikki eftirløn, so var goldna minsta tímalønin hjá einum handverkara ikki 128,93 kr.men 145,69 kr + feriuløn. Men so einfalt er tað eftir øllum at døma als ikki. Og vit síggja eisini, at í eftirlønarlógini, § 4 stk.2 um útgjald stendur soleiðis: 1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldin sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hes­ari løgtingslóg er ein eftir­lønarskipan, ið verður út­goldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá viðkomandi doyr. §.10.stk.2. Stk. 2. Er samlaða eftirlønar­sam­ an­sparingin hjá øllum før­ oyskum eftirlønar­veitarum tilsamans minni enn 400.000 krónur við eftirlønaraldur sbrt. § 9, stk. 2, kunnu í staðin upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða goldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin. Aftur her síggja vit, at vit verða Ómyndiggjørd ov okk­ ara myndugleikum. §12. Stk.2. Rindast skulu 40% í eftirlønarskatti til lands­ kassan av inngjaldi til eftir­ lønar­samansparing. Eg havi sera ringt við, at fata hvussu okkara myndug­ leikar kunna loyva sær,at avgera hvussu okkara egnu pengar skula útgjaldast, tá vit koma har til. Og uppaftur verri er, at um vit eru so óheldig, at doyggja, áðrenn eftirlønaraldur-”tað kann jú henda-” tekur man sær rætt til, at ognartaka part av inni­standandi, sum vit hava uppspart og sum vit hava goldið skatt av. Hettar er á markinum til diktatur/ anarki, og er tað mær ein gáta, hví eingin polittikari setur spurnartekin við hetta. Men svarið tí viðvíkjandi finna vit í eini aðrari para­ graff í somu løgtingslóg.§ 3 umrøður undantøk í sam­ band við inngjald og har fram­gongur, sum vit vita, at tænastumannaeftirlønir (sum landstýris og løgtings­ fólk fáa) eru undantiknar inn­gjaldi, tí at hesar verða goldnar beinleiðis av fíggjar­ lógini og kunna eisini arvast, um polittikarin doyr áðrenn eftirlønaraldur. So her er stórur mannamunur gjørdur á okkum borgarum. Tað er líka so ófatuligt, at lærd fólk, sum hava sitið á skúlabonki stóran part av sínum lívi, í rámasta álvara hava sitið og brúkt tíð og kreftir uppá eitt slíkt missfostur av eini lóg, sum als ikki javnstillar allar borgarar í hesum landi. Ikki undarligt, at fólk aftra seg við at flyta til Føroyar. Tað er nógv, sum bendir á, at vit hava anarkistiskar tilstandir í hesum landi. Havi lati mær fortalt, at út­roknaða virði av eft­ir­ lønar­skyldunum hjá lands­ kassanum, viðv tænastu­ mannaeftirlønum liggur um einar 3 til 4 milliardir kr, sum skattaborgarin so kemur til at gjalda afturat øllum teimun skattafríu ágóðunum, sum vit longu gjalda fyri. Vildi ynskt, at onkur journal­istur tók hetta álvars­ mál upp, og kannar tað til botns, tí tað kann ikki vera meiningin, at okkara fólka­ valdu als ikki skula verða við til ”ella í minni mun ” at rinda prísin tað kostar, at búgva í hesum landi, men bert smíða lógir til egnan fyrimun.