mánadagur 10. februar 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tey stilla bara upp fyri pengarnar skyld
Tankar um komandi umboðsráðsvalið hjá Ognarfelag Tryggingartakarana
Annika Sølvará
tryggingartakari
Seinastu dagarnar havi eg
bæði hoyrt og sæð skrivað,
at tey, sum stilla upp til
umboðráðsvalið, gera tað
bara fyri pengarnar skyld.
Eg trúgvi ikki, at tad er so, í
øllum førum ikki hjá teimum
flestu, men tad er fyri mær
einki løgið, at fólk hugsa so,
tí vit hoyra millum litið og
einki um, hví valevnini bjóða
seg fram. Hetta er stórt
spell, tí umboðsráðið hevur
prinsipielt stóra ábyrgd og
stórt vald.
Tað verður rikið dúgliga
til valið í løtuni. Valevni
venda sær púra ósmæðin til
fólk nær og fjar og biðja um
atkvøður til sín ella ein, tey
kenna. Bæði maðurin og eg
hava fingið fleiri teldupostar
og boð á Facebook í hesum
sambandi. Fleiri av hesum
biðja okkum hava seg í hug–
anum, um vit hava rætt at
atkvøda. Eitt valevni hevur
higartil ringt til mín og sagt,
at viðkomandi stillar upp og
fortalt um ætlanir og tankar
um uppgávuna. Hini siga
púrt einki um, hví vit skulu
atkvøða fyri teimum, annað
enn tað undirskilta, at tey
vilja veljast.
Eg sigi fyri meg, at tað
kemur ikki uppá tal at velja
eitt valevni, sum ikki sigur
mær, hvi viðkomandi stillar
upp, hvat hann ella hon
ætlar sær at brúka sessin
til, hvørjar førleikar, royndir
og tankar viðkomandi kann
koma við til umboðsráðið og
í øðrum lagi eisini nevndina.
Til tað er uppgávan alt ov
týdningarmikil og álvarslig.
Eg vil sum tryggingartakari
stutt sagt hava, at valevnini
hugsa um meg, heldur enn at
eg skal hugsa um tey.
Opnari, men eisini
óvissari val
Hetta er fyrsta valið, har
allir tryggingartakarar hjá
Tryggingarfelagnum
Før
oyum
fáa
atkvøðuseðilin
sendan, uttan at noyðast at
biðja um hann. Hetta ger, at
valið er nógv meira opið enn
áður. Tað merkir helst eisini,
at úrslitið er meira óvist, tí
spælireglurnar so at siga eru
nýggjar. Tey, sum duga væl
at reka, hava góðan kjans at
verða vald, við ella uttan at
greiða frá sínum dygdum og
ætlanum. Av tí at raksturin
mest er í ti privata, t.d. við
telduposti, sms, telefon og
facebook boðum, so vita
ymsu valevninini ikki rætti
liga, hvat tey eru uppi ímóti.
Vallyftir ynskjast
Tað eru omanfyri 22.000
atkvøður tøkar til hetta valið.
Tað er ein sera stórur partur
av Føroya fólki, sum kann
velja. Flestu hava lítið innlit í,
hvat hetta valið snýr seg um
og eru ikki serliga motiverað
at brúka sína atkvøðu. Eg
haldi, at miðlarnir kundu
sett valevnunum spurningin,
hvat tey vilja arbeiða fyri, um
tey verða vald. Tey kundu t.d.
øll fingið møguleikan at sagt
hetta í stuttum, eitt nú 100 orð
skrivliga ella 1 1/2 minuttir í
loftmiðlunum. Eisini kundir
Tryggingarfelagið
bjóðað
valevnunum at lagt hesi somu
100 orðini á síðina, har mynd
og bústaðarupplýsingar eru
um valevnini.
Hetta hevði uttan iva
kveikt kjak millum valevnini
og við veljararnar aftaná. Tad
hevði givið okkum veljarum
veruligan møguleika at meta
um, hvør er skikkaður at fáa
okkara
atkvøðu.
Annars
er vandi fyri, at tey flestu
onga meining hava og lata
vera við at atkvøða ella lata
atkvøðuna til tann fyrsta,
sum biðjur um hana.
Hví hevur valið
týdning
Umboðsráðið er evsta leiðsla
fyri einum ovurstórum aktøri
í føroyska fíggjarheiminum.
Umboðsráðið velur millum
sín limir í nevndina, sum
stjórnar TF Holding samtak
inum. Nevndin setur stjórn
ina og setur somuleiðis út í
kortið yvirskipaða virksemi í
TF Holding. Høvuðsfeløgini í
samtakinum eru Tryggingar
felag Føroyar, Betri Pensjón
og Eik banki (70%), umframt
smærri feløg. Samanlagt hava
hesi feløg um 300 starvsfólk
í starvi.
Væl løntur sessur
Tað er eingin ivi um, at
samsýningin fyri at sita í
Umboðsráðnum er góð og
fyri at sita í nevndini enn
betri. Ábyrgdin og arbeiðs
uppgávurnar er (vónandi)
samsvarandi samsýningini. Tí
er tað ikki meira enn rímiligt,
at vit tryggingartakarar og
veljarar hoyra og síggja, hvat
tit valevni standa fyri.
Steðga kynsligari orientering?
Rói Hjaltalin
Greinin, ið Símun Absalonsen
skrivaði fyri stuttum í Sosial
inum, viðgerð kynsliga orien
tering og trívir hann í tvey
evnir: íløguligan uppruna og
samfelagsligan uppruna til
kynsliga orientering. Í stutt
um sigur Símun, at hvørki
gene ella meme (lívfrøðiligu
hugtøkini, ið Símun nýtir)
kunnu nýtast sum grund
geving til hví ein er hom
oseksuellur, og at meme
ikki er til, tí tað hevur hann
fingið at vita frá tveimum
heimsspekingum og einum
biokemikara.
Eg ætli ikki at gera nógv
burturúr annað enn at við
merkja annars væl skrivaðu
greinina, sum eg vænti, at
Símun hevur brúkt nógva tíð
at hugsa ígjøgnum. So um tú
hevur lisið greinina hjá Sím
uni kanst tú fara beint til
seinnu yvirskriftina. Men
fyrst eitt stutt resume:
Resume
At byrja við tosar Símum
um kynsliga atferð mótvegis
orientering. Sum dømi vísir
hann á neyðtøku, har ikki er
ólógligt at hava eina orient
ering - ein hug, men har sjálv
gerðin er ólóglig tí gerðin ikki
er millum myndigar og sam
tykkjandi partar.
Síðani fylgja nakrar ori
enteringar sum eru katalog
iseraðar í einum donskum
registara. so far so good og
enn eru vit vinir.
Harnæst verður “the gay
gene” viðgjørt ógvuliga simp
listiskt, sum eitt líknandi gen,
sum tey sum avgerða tína
blóðtypu, hár- og húðarlit,
kyn og annað. At eitt hvørt
sovorðið gen bert finnist í
populerbókamarknaðinum.
at testin er einføld og inniber
eineggjaðar tvíburðar, ífylgi
Whitehead.
Næsta evnið er “meme”,
sum Símun heilt rætt gevur
Dawkins
upprunarættin
til, og púra rætt sigur er ein
formur av mentanaðarligum
arvaeginleika hjá individum.
Símun sigur frá í hvørjum
samanhangum hetta hugtak
oftast er at síggja (í viðgerð
av átrúnaði).
Síðani samanber hann
hetta hugtak við “Locknes”,
sum vit øll vita aldrin hevur
verið til, altso at “mem-
spøkilsi” ikki hevur tað for
kláringspotentialið,
sum
tað ellars skuldi eitast at
hava ífylgi Christiansen og
Sandbeck.
At enda leggur Símun
miðlarnar undir at fara lætt
um upplýsingina hvat LGTB
evninum viðvíkur.
Íløguligi upprunin til
homoseksualitet
Her fer Símun ov lættliga
um tíðningin av arvaliga
potentialinum og vísur hann
og Whitehead eina mangl
andi vitan um genetikk. eg
hopi at Símun ein dag kem
ur at kenna et par minimum
eineggjaðar tvíburðar. eg
haldi meg kunna tosa um
útviklingina av eineggjað
um tvíburðum við eitt sind
ur av innanhýsis vitan og
mynduleika síðani pápi mín
er ein slíkur, og haraftrat
kenni eg nøkur eineggjaði
tvillingapør bæði í og uttan
fyri mínari familiu.
Símun! tey byrja rættuliga
líka og síðani útviklast tey
ymiskt. Longri tíð gongur tess
meira útviklast tey hvønn
sín veg. Arvamassin verður
verðandi tann sami, frá tí at
móðir og faðir fusioneraðu
við hvør sínari helvt av arv
amassanum. Men gen verða
annaðhvørt tendraði ella
sløkt, og haraftrat eru til
einhvørja tíð bara helvtin av
genunum tendraði. Hetta er
ein forsvarsmekanisma íbygd
í mátanum arvaeginleikarnir
verða implementeraðir.
Tíðskil er tað ikki neyðugt
at kunna vísa á eitt gen, sum,
um tað er til staðar, gevur
100% útslag. við ørðum orð
um, um ein hevur “the gay-
gene” so er ein bøssi.
Vit eru øll full av íløg
uligum feilum, harav allar
flestu teirra aldrin fara at
manifestera seg í eini sjúku.
hjá summum eru feilrinir
100%, sum hjá teimum við
t.d. Down syndrom, har eitt
kromisom manglar, ella hjá
teimum við Hemofili, har
sama genið frá móður og fað
ir hava sama defekt og tískil
ikki produserar tey protoin,
sum eitt frískt gen vildi verið
programerað til at gjørt.
Um eg havi eitt defekt
gen, so eru spurningarnir,
um tað er aktivt ella passivt,
og hvussu nógv umhvørvið
hevur at týða fyri um eg ger
ist sjúkur. Eg kann, og geri tað
allarhelst, ganga við einum
ella fleiri sjúkum genum sum
bara økja mín kjans at gerast
sjúkur við t.d. 1%.
Altso, tað eg vildi siga,
er at tvíburðar als ikki altíð
skulu hava sama kynsliga or
ientering og tískil er tað ikki
ein einføld test.
Eg trúgvi ikki uppá at har
er ein samansvørjing um at
dylja fyri kanningartilfari. Í
so fall at slíkt tilfar finnist, so
giti eg at tað ikki er útgivið
tí at peer-review prosessin
enn er í gongd. Eg hopi, at
tilfarið ikki er útgivið, um so
er at kanningarnar bert vóru
íverksettar fyri at vátta sína
egnu hugsan um evnið, og
hopi eg, at um so er at slíkt
tilfar finnist óútgivið, at tað
er stoltleikin sum heldur
úrslitinum aftur, tí úrslitið
ikki bleiv, sum prestur præd
ikaði.
Samfelagsligi upprunin
Eg vil pástanda at hvørki
Símun,
Christiansen
og
Sandbeck hava skilt hvat
“meme” hugtakið er ella hvat
forklárigsvirðið
tað
hev
ur. Eg vil pástanda, at tey
hava fulkomuliga misskilt
hugtakið, eg, sum ellars at
byrja við, trúði, at Símun
hevið skilt sosiala partin av
okkara arvi. poeingið við
meme er nemmuliga, at har
er eingin biomarkørur onk
unstaðni í høvdinum, sum
avgerð, um ein er smittaður.
tað er ein sosialur arvur
eins og summastaðni er tað
ónáttúrligt ikki at feira carn
eval, ella at tað er púra ónátt
úrligt ikki at vera umskorin.
har er eingin biomarkørur,
sum avgerð um ein Rio de
Janero búgvi feirar Carneval
í februar ella ikki, ella um
eitt barn verður umskorin
onkunstaðni í Sub Sahara
Afrika.
Í summum statum í USA
verða fólk nógv fyrri gift
enn í ørðum statum og par
adoksalt hava hesir generelt
konservativu statirnir eisini
hægri
hjúnarskilnað
enn
í teimum meira sekuleru
statunum. har er eingin bio
markørur sum avgerð hetta.
men eins og við carneval og
umskering er ein samfelags
forvantningur um at ein gift
ist tíðliga, feirar Carneval
(ella ólavsøku) og umsker
sítt barn.
At enda
Eg sigi ikki at okkara media
hevur givið eina rætta, rætt
vísa, rímuliga ella einsíðis
mynd av LGBT evninum.
Men skammist eg ikki yvir
at siga, at greinin hjá Símuni
er einki minni enn propa
ganda, ein selektiv lýsing av
hvat vísindafólk (ikki inn
an respektivu fakini gene
tik og antropologi) siga um
hugtøkini
Símun
hevur
roynt at lýst.
Eg helt at Símun var ein
rímuligur maður, men fyri
mær sær tað ikki út til, at
hann kann broyta meining,
hóast evidence sigur annað
um hetta evnið, tí hann reli
giøst ikki kann tulka Bíbliuna
á annan hátt enn at bókin er
Guds orð, orð fyri orð. tískil
má maðurin benda fótin til
at kunna passa glassskógvin
hjá Øskufíu.