týsdagur 11. februar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
februar 2014
Føroyingar fylgja væl við í, hvat fyriferst úti í heimi
og seta sum heild høg krøv, tá farið verður til
handils.
– Tí mugu vit øll í SMS fylgja væl við í, hvat
handlar og innkeypssentur í londunum rundan um
okkum gera. Kappingin er hørð, og tí ber ikki til at
liggja á latu síðuni og halda, at fólk automatiskt
vitja SMS, sigur Bogi Andreasen.
– Fólkini vilja hava ta nýggjastu vøruna. Er hon
ikki í húsinum, verður farið aðrastaðni, og tí er
tað av alstórum týdningi, at handilsfólki áhaldandi
heldur seg dagført við, hvat er og ikki minst verður
modernað.
Mótamessa gevur íblástur
Tað er júst fyri at kunna tryggja, at kundin fær tað
nýggjasta nýggja, at klædnahandlarnir í SMS hvørt
hálvár fara á mótamessu í Keypmannahavn.
– Fyrst og fremst fara handlarnir á móta
messu fyri at keypa inn til komandi hálva árið.
Tað er á mótamessuni, at handilfólkini kunnu
hitta leverandørar, gera nýggjar og betri avtalur
og annars fáa íblástur til handlarnar í SMS,
sigur Linda Kølleskov og leggur afturat, at flestu
handilsfólkini í SMS eisini luttaka á øðrum
messum gjøgnum árið.
Hóast mótin aðrastaðni til tíðir kann vera
heldur ekstremur, heldur Linda Kølleskov, at
føroysku handilsfólkini fáa nógv burtur úr við at
fara á mótamessur.
– Handilsfólkið dugir væl at keypa inn til
føroyingar og tillaga útlendska mótan til føroysk
viðurskifti. Tað er ikki óvanligt, at okkurt útlenskt
konsept riggar væl uttanlands, men sum ikki riggar
í Føroyum. Tá er tað, at fólkini í handlinum skulu
duga at broyta konseptið soleiðis, at tað hóskar til
føroyska marknaðin, greiðir Linda Kølleskov frá.
At mótamessan hevur nógv at siga fyri handlar
nar og starvsfólkini, er Linda Kølleskov als ikki í
iva um.
– Fyri størsta partin av handlunum í SMS er
galdandi, at teir í nógv ár hava luttikið á móta
messu í Keypmanahavn. Messan er ótrúliga stór,
so møguleikarnir at samskifta við núverandi og
nýggjar leverandørar eru framúr góðir. Nógvir
føroyingar luttaka hvørja ferð á mótamessu og har
nýta teir eisini høvi at sparra við hvønn annan og
geva hvørjum øðrum íblástur.
Skipa fyri events
Sum býlingsstjóri í SMS er ein av uppgávunum
hjá Boga Andreasen at tryggja eina ávísa ferðslu í
húsinum.
– Fyri at fólk skal tíma at vitja SMS eru fleiri
faktorar, sum skulu vera í lagi. Her skal vera alt,
sum teimum vitjandi tørvar, og úrval og tænasta
skal vera tann besta. Eisini skulu handlarnir
javnan hava góð tilboð. Men fyri at vera førandi
innan handilsvirksemi eru vit eisini noydd til at
gera okkurt serligt fyri kundarnar.
Tí verður eisini javnan skipað fyri serligum
kvøldum, har nakrir handlar saman skipa fyri eitt
nú kvinnu- og mannfólkakvøldum.
– Tað hevur víst seg, at hesi tiltøkini ella
sokallað events eru ógvuliga væl dámd millum
tey vitjandi, og harafturat loysir tað seg eisini fyri
handlarnar, sigur Bogi Andreasen.
Tað er eisini á mótamessuni, at Bogi og Linda
fáa íblástur til nýggj events, sum skulu vera í SMS.
– At samskipa hesi tiltøkini í SMS krevur nógv
av okkum øllum her í húsinum. Við at vera við á
mótamessu kunnu vit síggja, hvussu onnur gera
slík tiltøk, hvussu professionell tey eru, og annars
fáa hugskot til nýggj tiltøk, sum kunnu vera í SMS,
sigur Linda og heldur fram:
Tað er týdningarmikið, at fólk kenna tað
sum eina uppliving at koma í SMS. Tí skipa tey
eisini fyri nógvum, ymsum tiltøkum, sum eru
ætlað allari familjuni. Hetta fyrsta hálva árið er
kalendarin við tiltøkum í SMS á tremur við øllum
frá SMS-boðrenningini, skúlatiltaki, bókasølum,
fótbóltskapping og nógvum øðrum.
– Fólk hava stórar vónir til tað, tey kunnu upp
liva, tá tey koma í SMS. Tí er neyðugt, at vit allatíð
hava nýggjar, øðrvísi og spennandi upplivingar
at bjóða teimum vitjandi, sigur Linda Kølleskov.
Saman við øðrum á marknaðardeildini í SMS hevur
hon verið á Copenhagen Fashion Week, har tey
hava fingið íblástur til at menna SMS.
– Á eini slíkari mótamessu síggja vit tað
nýggjasta nýggja innan handilsvirksemi, síggja
nýggj merki, og ikki minst fáa vit íblástur til alt
tað, vit skulu arbeiða við gjøgnum árið, so sum
stóru mótavikuna og onnur tiltøk, sum lokka nógv
fólk í húsið.
– Eitt nú mótavikan í SMS dregur nógv fólk
inn í húsið, men tað merkir á ongan hátt, at vit
bara kunnu slappa av og seta eitthvørt á skránna.
Fólk eru kritisk, og tí má alt verða gjølla gjøgnum
hugsað og gott innihald, soleiðis at tey vitjandi
føla, at tey fáa nakað burturúr. Tá vit eru á eini
messu sum Copenhagen Fashion Week, hyggja vit
millum annað eftir, hvussu handlar og aðrar sølu
miðstøðir dekorera síni høli, og eisini síggja vit,
hvussu tey skipa stór tiltøk. Eitt, sum eg havi lagt
merki til, er, at SMS stendur á ongan hátt aftan fyri
donsku innkeypssentrini, sigur Linda Kølleskov
Fyrireika jólini 2014
Á mótamessuni hesaferð hava vit eisini hugt
eftir jólabýnum, sum skal standa í SMS komandi
desember.
– Vit hava hugt eftir, hvussu jólabýurin 2014
skal síggja út. Vit leggja okkum eftir at hava ein
nýggjan jólabý hvørt ár, og tí mugu vit vera tíðliga
úti og tryggja okkum, at vit fáa ein nýggjan og
spennandi jólabý.
– Jólabýurin dregur nógv fólk, og í SMS er tað
soleiðis, at jólini byrja ikki, fyrr enn jólabýurin
letur upp. Og tað er veruliga týdningarmikið, at
jólabýurin sær gott út, tí fólk siga frá alt fyri eitt,
um teimum ikki dámar jólabýin, fortelur Linda
Kølleskov.
Vanliga plaga handlarnir í SMS at hava eins
gávupappír og posar í jólamánaðinum, og tí hava
vit eisini hugt eftir hesum á mótamessuni í ár.
Vit fingu nógv frálík hugskot til gávueskjur,
gávupappír og eisini nýggjar posar. Posarnir, sum
SMS skal brúka í desember í ár verður eins og í
fjør, ein posi, ið eitt barn hevur tekna. Jólaposa
teknikappingin byrjar í august, og vinnarin
verður kunngjørdur, tá ið posarnir fara í umfarð í
november, sigur Linda Kølleskov, sum lovar, at fólk
longu nú kunnu gleða seg til eitt 2014 í SMS, sum
bjóðar góð tilboð, tað nýggjasta nýggja og stuttlig
og øðrvísi events, sum ikki hava verið at sæð áður.
SMS skal vera nattúrliga valið
– Vit stremba eftir, at SMS altíð skal verða fyrsta valið, tá fólk fara til handils. Tí er neyðugt, at handlarnir hava
røttu vøruna, og kundarnir ongantíð keða seg í húsinum. Tað sigur Bogi Andreasen, býlingsstjóri í SMS
Tekstur: Miðlahúsið Snið og uppsetan: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Myndir: rebekka rafael
www.sms.fo