týsdagur 11. februar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
februar 2014
– Vit fara frá tí ógvusliga og førka okkum yvir í
tað, sum vit kalla norðurlendsk minimalisma, har
pløggini eru einkul, litirnir eru myrkir og djúpir,
og sum heild skal alt vera rættiliga diskret, sigur
Janus Poulsen.
Litirnir, ið fara at dominera í heyst, eru serliga
svart, grátt, blátt og blommufarvað.
– Skjúrtur við prenti á verða tað heilt stóra í
heyst. Talan er um smá mynstur á skjúrtunum, sum
á ongan hátt eru ógvuslig, sigur Janus Poulsen.
Buksurnar broytast lítið frá tí, vit hava sæð í
seinastuni.
– Vit fara framvegis at síggja fleiri slim fit
buksumodell. Men tað góða er, at hesar buksurnar
hava elastan í, og sostatt kennast tær góðar at vera
í og kunnu brúkast av øllum, sigur Janus Poulsen
og leggur afturat:
– Eisini í buksunum sæst aftur, at heystmótin
er stílfullur og einkul. Til dømis eru eingi hol ella
slit av nøkrum slag á buksunum, greiðir Janus
Poulsen frá.
Jakkarnir í heyst bera brá av einum rock´n´roll
stíli.
– Teir flestu eru svartir, stuttir og hava onkra
sindur fjalda detalju á. Annars fáa vit eisini lættar
dýnujakkar, sum somuleiðis hava eitt einkult look,
sigur Janus Poulsen.
Sum nakað nýtt fer Skálkur Man nú at umboða
kenda, svenska merkið Tiger of Sweden.
– Eg vil siga, at tað merkið er definitiónin av
norðurlendskari minimalismu. Stílurin er einkul
og klæðini eru úr høgari góðsku, sigur Janus
Poulsen og leggur afturat, at Tiger of Sweden ger
klædningar, skjúrtur og jeans, sum nú eisini verður
at síggja í Skálkur Man.
Sneekers verða framvegis at síggja í
skógvamótanum.
– Einslittir leður-sneekers við flottum detaljum
í seymingini fara heilt klárt at dominerað í heyst,
sigur Janus Poulsen.
Norðurlendsk
minimalisma
í Skálkur Man
Einkultar linjur og fínar, fjaldar detaljur. Hetta fer at
eyðkenna mannfólkamótan í Skálkur Man í heyst.
– Sterkir litir og ógvuslig mynstur eru als ikki at
síggja innan heystmótan 2014 hjá mannfólkunum,
sigur Janus Poulsen, handilsleiðari í Skálkur Man