týsdagur 11. februar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
februar 2014
Á ársins Copenhagen Fashion Week hevur Skálkur
keypt inn vørur til heystið 2014. Umframt at keypa
inn av teimum vanligu, vælumtóktu merkjunum,
so fer Skálkur eisini at hava eitt nýtt merki í
handlinum.
– Samsøe & Samsøe hevur gjørt eitt spildurnýtt
merki, sum kallast We Are Copenhagen, stytt WAC.
Hesi klæðini eru bíligari enn vanligu Samsøe &
Samsøe klæðini, og prísirnir liggja á sama støði
sum Jack & Jones. Stílurin er tann eyðkendi
Samsøe & Samsøe men við einum tvisti av street,
greiðir Hávardur í Stórustovu frá.
Kovboybuksur fara framhaldandi at gera seg
galdandi innan mannfólkamótan í heyst.
– Tær sita meira at, og fleiri av kovboy
buksunum hava strekk í, soleiðis at tær sita
at, men erus samstundis behagiligar at vera í.
Einaferð fyrr var rættiliga modernað við svørtum
og gráum kovboybuksum, og tað er nakað, sum
kemur aftur og verður at síggja í heystmótanum,
greiðir Hávardur í Stórustovu frá.
Umframt vanligu kovboubuksurnar so kunnu
vit eisini vænta framhaldandi at síggja sokallaðar
chinos í mótamyndini 2014.
– Chinos-buksurnar hava verið ógvuliga væl
umtóktar, og tær hava selt væl her í handlinum.
Onkur vil vera við, at chinos hava toppað, men eg
haldi, at tær eru komnar fyri at verða. Í hvussu
so er í eina góða tíð afturat, sigur Hávardur í
Stórustovu og vísir á, at chinos eru so væl dámdar,
millum annað tí tær kunnu brúkast til pent brúk og
í tí vanliga gerandisdegnum.
Til buksurnar verða bæði t-shirts og skjúrtur
nýttar.
– Tað, sum eyðkennir t-shirtirnar, er serliga tað
ymsa prenti, sum er á. Eitt nú prent við kendum
tónleikarum so sum Kurt Cobain og David Bowie
er longu rættliga modernað, og slíkar t-shirts
fara vit framhaldandi at síggja, sigur Hávardur í
Stórustovu.
Eins og við konufólkamótanum eru sneekers
ein umráðandi partur av mótamyndini í heyst.
– Sneekers verða framhaldandi nógv at síggja.
Fleiri av teimum verða rættiliga villir og flipputir
við til dømis einum sterkum liti sum neon á, men
tað fer eisini at bera til at fáa teir meira diskretu
og við róligum litum, sigur Hávardur í Stórustovu.
Sum altíð fær Skálkur eina rúgvu av jakkum til
heystið.
– Leðurjakkar í biker-stíli halda fram við at
vera modernaðir. Annars vera tað ráir jakkar
við onkrum smáum detaljum, sum rigga væl til
kovboybuksur. Eisini trenchcoats og nógvir lættir
dýnujakkar við ektaðum dúni fara at koma í
handilin, sigur Hávardur í Stórustovu.
Sneekers, leðurjakkar
og jeans við strekk
Heystmótin 2014 í Skálki verður millum annað eyðkendur av frískum og festiligum sneekers, leðurjakkum og
slim-fit kovboybuksum. – Vit vita eftirhondini, hvat føroysku mannfólkini vilja hava. Hóast teir ofta velja ta
tryggu loysnina, so eru tað alsamt fleiri, ið hava hug til at royna okkurt nýtt, og tað endurspeglar heystvøran,
sum verður at síggja í Skálki longu frá juli mánaði, sigur Hávardur í Stórustovu, leiðari í Skálki