týsdagur 11. februar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
februar 2014
– Litirnir myrkt grønt, cognac litur, blátt og vínreytt
var at síggja innan øll merkini, sum vit plaga at
hava í Margerita. Heystmótin verður diskretur og
stílfullur, sigur Aibritt á Plógv.
Fleiri av merkjunum, sum eru at finna í
Margerita, eru í tveimum sokallaðum linjum – eini
bíligari og einkultari linju, og so tí dýraru og
annarleiðis linjuni.
– Í Margerita er denturin fyrst og fremst lagdur
á basisvørur, men so hava vit eisini onkur fínari og
øðrvísi pløgg, sigur Aibritt á Plógv.
Í heyst koma fleiri ymisk sløg av jakkum í
Margerita.
– Sum nakað nýtt fara vit at fáa úlpurnar frá
IQ Berlin, sum hava verið rættiliga væl umtóktar
í londunum rundan um okkum. Afturat teimum
so koma eisini ymiskir, tunnir dýnujakkar og
trenchcoates, greiðir Aibritt á Plógv frá.
Eitt, sum verður nógv frammi í heyst, er leður.
– Vit koma at hava leðurbuksur, leðurjakkar og
niðurdeilar úr leðri, sigur Aibritt á Plógv og heldur
fram:
– Niðurdeilar úr leðri verða tað heilt stóra,
og fleiri av hesum kjólunum koma niður um knæ
og eru rættiliga víðir, men sita at um miðjuna og
mjadarnar, sigur Aibritt á Plógv.
Umframt IQ Berlin verða eisini fleiri onnur
nýggj merki at síggja í Margerita.
– Vit fáa eitt kent, klassiskt merki, sum kallast
Hope. Merkið er serliga kent fyri smartar, leysar
klædningsbuksur og tær serstøku skjúrturnar, sum
eru einkultar men hava onkrar fittar detaljur, sigur
Aibritt á Plógv.
Eisini koma nýggj skógva- og taskumerki.
– Vit fáa skógvar frá The Last Conspiracy og
taskur av merkinum Yvonne Koné, sum hava verið
nógv frammi í Danmark, sigur Aibritt á Plógv.
Klassiski stílurin
við lekrum smálutum
Tað verða teir myrku litirnir, sum vera at síggja í Margerita í
heyst. – Vit leggja okkum eftir at hava klæðir til gerandisdagin
og til fínari brúk, og tað endurspeglar heystmótin 2014 eisini,
sigur Aibritt á Plógv, sum eigur klædnahandilin Margerita