Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

februar 2014 Heystmótin 2014 í Gelluni snýr seg í stuttum um at saman­tvinna tað ráa við tí vakra, stílfulla. – Til dømis fara vit at síggja slitnar kovboy­ buksur sett saman við einum penum toppi ella eini silkiblus. Gjøgnumgangandi so verður tað in at blanda tað ráa við tí pena, sigur Anja Joensen, sum hevur verið á Copenhagen Fashion Week og keypt inn til Gelluna. – Tað hevur stóran týdning, at vit eru við á móta­vikuni, tí tað er har, vit síggja, hvussu nýggjasti mótin er, hvussu pløggini verða sett saman, og vit fáa eina heildamynd av, hvat rákið innan heystmótan verður, sigur Anja Joensen. Hvat viðvíkur liti, so verða tað framvegis litir sum svart, grátt og hvítt, ið fara at mynda mótan í heyst. Somuleiðis kunnu vit vænta at síggja eitt nú djóraprent, strípur og prikkar á blusum og toppum, eins og vit hava gjørt tað í eina tíð. – Tað nýggja er, at vit koma at síggja heilt nógv til cardigans, sum koma niður til knæ ella eru enn síðari. So at siga øll klædnamerkini, sum vit keypa frá, høvdu hetta slagið av cardigans við á móta­ messuni hesaferð, greiðir Anja Joensen frá. Skógvamótin 2014 í Gelluni bjóðar okkurt nýtt, men fer eisini at verða merktur av ymsum sneekers, sum hava verið frammi í eina tíð. – So at siga øll merkini hava sneekers, sum eru prýddir við eitt nú silvuri, gull ella onkrum prenti á. Vit koma bæði at síggja sneekers við heilt tunnum botni og teir, sum hava tykkri botn. Sum nakað nýtt verða slippers tað heilt stóra, og vit koma at síggja nógvar birkenstok inniskógvar, sum eru gjørdir til mótasandalir, sigur Anja Joensen og heldur fram: – Langir styvlar koma aftur í mótamyndina. Hetta eru styvlar, sum eisini verða kallaðir ríði­ styvlar, sum koma upp til knæ ella beint niðanfyri. Hesir styvlarnir er svartir og rættiliga diskret, og hóska til dømis væl til eina síða cardigan, sigur Anja Joensen. Accessories, sum hoyra til heystmótan í ár, er í stóran mun tað sama, sum vit hava sæð seinastu mánaðirnar. – Stórar hálsketur og nógvir ringar verða brúkt sum accessories, og litirnir her eru fram­ vegis svart, gull og silvur. Tað verður enn meira modernað at ganga við uri, sum fyllir nógv á handliðnum, og so skal tað helst vera í einum svørtum liti, sigur Anja Joensen. Síðar cardigans og slitnar jeans eru eitt must – Størsti munurin á klæðunum nú, og so tí, sum vit koma at síggjaj seint í summar og í heyst, eru síðar cardigans og sokallaðar boyfriend jens, sum helst skulu hava slit og hol á. Tað sigur Anja Joensen, sum er leiðari í Gelluni