Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

februar 2014 – At vera við á Copenhagen Fashion Week ger, at vit kunnu fylgja mótarákinum og hava allatíð tað nýggjasta nýggja, sum rørir seg innan skógvamótan. Demmus er ein handil, sum er kendur fyri at hava skógvar til alla familjuna, sigur Nina Lassen. Skógvarnir, sum vera at síggja í mótamyndini í heyst, eru serliga hálvstyvlar. – So at siga øll merkini vístu okkum á hálvstyvlar bæði til konufólk og til mannfólk. Børnini vóru væl við. Damu- og gentuskógvarnir eru skríddir við spennum og snarlási bæði úr gulli og silvuri, greiðir Nina Lassen frá. Tað verður framvegis modernað at hava nakað av hæli. Nógvir av damustyvlunum hava breiðan hæl og kraftigan botn. – Tað síggja vit nakað av longu nú, og fer tað at vaksa seg stórt inn í heystið 2014. Til damur verða eisini spískir hálvstyvlar at síggja við tunnum hæli til fínari brúk, styvlar heilt upp undir knæ, styvlar uppá hálvt lærið og snikers, ja skógvar og styvlar til eitt og hvørt brúk og ein og hvønn smag, sigur Nina Lassen. Hjá harrunum eru styvlanir eisini ymiskir í sniði. Har eru grovir styvlar við og uttan mynstur og styvlar við tjúkkum, litaðum botni. Nógvir fínir og nettir hálvstyvlar verða eisini at síggja, bæði úr leðri og ruskin. Litirnir, sum verða at síggja í heyst, eru blátt, grátt, eitt sindur av brúnum og svart. Lakk verður eisini nakað, sum vit fara at síggja. Demmus heldur fram í heyst við at hava øll tey vælumtóktu merkini. – Tað eru serliga merkini Vagabond, Billi Bi og Sixmix, sum selja væl innan damuskógvar. Hjá mannfólkunum eru tað eisini Vagabond og so Playboy og Camel. Og so eru tað eisini tey heilt góðu merkini sum Ecco og Lloyd, sum selja væl hjá mann­fólkunum, sigur Nina Lassen. – Vit síggja fram til eitt spennandi heyst við tí síðsta nýggja – bæði til vaksin og børn, sigur Nina Lassen. Eitt heyst við hálvstyvlum – Tað verða serliga hálvstyvlar, sum fara at gera seg galdandi innan skógvamótan í heyst. Tað sigur Nina Lassen, handilsleiðari í skógvahandlinum Demmus