týsdagur 11. februar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
februar 2014
Sparkz, Sisters Point, MbyM, Pajar og Duffy-
skógvar. Hesi eru merkini, sum Halla Gullfoss
hevur vitjað og keypt frá til Events, meðan hon
herfyri var á Copenhagen Fashion Week og keypti
inn til 2014.
– Eg havi ikki so nógvar leverandørar í
Danmark, men hasi merkini eru væl umtókt millum
kundarnar í Events, og eg havi eisini keypt ymiskt
inn til handilin frá hasum merkjunum, sigur Halla
Gullfoss.
Hon leggur seg eftir at keypa vørur, sum kunnu
síggjast í handlinum longu nú í vár.
– Pastellitir, hvítt og djóraprent er tað, sum
verður nógv at síggja í mótamyndini 2014, sigur
Halla Gullfoss og heldur fram:
– Samanumtikið haldi eg, at stílurin, vit koma
at síggja, er rættiliga avslappaður og kanska eisini
eitt sindur sporty. Í Events fara vit framvegis at
síggja nógv til sneakers, troyggjur, draktir og sett.
Eitt must í garderobuni er okkurt hvítt. Vit fara at
síggja nógv hvítt í jakkum, buksum og toppum,
greiðir Halla Gullfoss frá.
Í sama viðfangi sum Halla Gullfoss var á
Copenhagen Fashion Week, fór hon til London at
keypa pløgg til handilin.
– Mær dámar væl at klæðini hava onkrar litir,
nýggj mynstur og samansetingar, soleiðis at tað er
eitt sindur stuttligt og funky, sigur Halla Gullfoss.
Henni dámar serliga væl, at merkini í London
leggja seg eftir at hyggja eftir tí, sum stóru
mótahúsini gera.
– Í London duga tey væl at fáa íblástur frá til
dømis Burberry og Louis Voutton. Tey hyggja eftir,
hvat er tann nýggjasta trendin hjá teimum, og
síðani gera tey look a likes av hesum pløggunum.
Sostatt kunnu øll ganga modernað klødd, uttan at
tað skal kosta eina rúgvu, sigur Halla Gullfoss.
Umframt klædnapløgg hevur Halla Gullfoss
eisini keypt ymisk accessories, sum verða at
síggja í Events um fáar vikur.
– Vit fara framvegis at síggja tær heilt stóru,
ógvusligu hálsketurnar. Eisini stórar hálsketur
í nógvum ymiskum sterkum litum, sigur Halla
Gullfoss og vísir á, at skógvarnir eisini spæla ein
avgerandi leiklut í mótamyndini 2014.
– Umframt ymisk sløg av sneakers fara vit
eisini at síggja stuttar styvlar við onkrum frískum
og festiligum detaljum á, sum pynta, sigur Halla
Gullfoss.
Pastellitir, hvítt
og djóraprent
Halla Gullfoss, sum eigur og rekur Events, hevur verið ikk einans verið á Copenhagen
Fashion Week og keypt inn til 2014. – Umleið annað hvønn mánað eri eg í London
og keypi inn til handilin, soleiðis at kundin eisini kann finna pløgg í Events, sum ikki
eru at síggja í øllum hinum handlunum í Føroyum, sigur Halla Gullfoss