Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Marjun Dalgaard Uppvøksturin í 40'unum hev­ur serliga merkt Lisbeth L Petersen uppá tveir mátar. Hon minnist hatrið, sum var millum sam­bandsfólk og tjóð­veldis­fólk. Kensluna, tá hon sum barn segði hvør hon var. – Har var so nógv hatur, og fólk søgdu so nógv undar­ ligt við okkum børn. Ofta var tað hetta her: »Nå, er hatta abbi tín? Hann er ein landa­svíkjari«. Eg minnist, eg fekk ilt um allan kroppin, tá eg hoyrdi slíkt. Eg var so øgiliga góð við abba mín, sigur Lisbeth Petersen. Ofta vildi hon helst ikki siga, hvør hon var, tá hon hitti fólk, tí hon vildi sleppa undan aftursvarinum. Sosiala arvinum tók hon tó við sum vaksin, og tá hon seinni í lívinum sjálv trein á politiska pallin, var fólkstemningurin annaleiðis. Hatrið var ikki tað sama, men Lisbeth petersen hevur av tí sama altíð lagt dent á ikki at lata politiskar ósemjur ganga út yvir børnini. Kvinnur til pynt Ikki vóru nógvar kvinnur í politikki, tá Lisbeth Petersen av fyrstan tíð stillaði upp. Hon hevði onkuntíð kenslu­ na av ikki at verða tikin fyri fult. – Eg haldi, vit vóru mest til pynt, sigur Lisbeth Peter­ sen um, tá hon av fyrsta sinni skuldi stilla upp fyri Sam­bandsflokkin. – Teir skulu hava kvinnur á listan, men eg haldi ikki, at teir virdu okkum ordiliga. Tá nevndarsessir vórðu deildir út, gekk tað soleiðis fyri seg, at teir tóku tað, sum teir vildu hava, og so góvu teir mær tað, teir hildu, eg skuldi hava, sigur fyrrverandi sam­ bandsformaðurin. Hon heldur sjálv, at hon kundi hildið seg meira fram­ at tá, og tað er eisini svarið, tá hon verður spurd, hvørji ráð hon hevur til kvinnur í politikki. – At halda seg framat. Stilla seg fremst í køini, tá nevndar­sessir og annað verð­ur býtt út. Har eru kvinn­ur ofta ov aftur­hald­ andi, heldur hon. Uppalingin í 40'unum bar brá av, at hon skuldi vera ein fitt og afturhaldandi genta. Hetta er ein leiklutur, sum hon hevði, og sum hon mátti stríð­ast við, men sum hon hev­ur klárað at berja av sær við árnunum. – Hetta er nokk tað, sum var mest strævið, men tað var serliga, tá eg var yngri. Eg havi bart tað av mær við aldrinum, sigur Lisbeth Petersen. Segði nei til landsins ovasta sess Afturhaldni tykist vera ein reyður tráður í yrkinum hjá sam­bandskvinnuni. Í sín­um politiska yrki hev­ur Lisbeth Petersen sagt nei til tveir topppostar – ein sum borgar­stjóri í Havn og ein møguleika at ger­ast løgmaður, um Sam­bands­ flokk­ur­in vann valið í 1994. Áðr­enn valið bjóðaði Ed­ mund Joensen Lisbeth for­ mann­s­essin, men hon var borgarstjóri, og vildi ikki taka av. – Eg haldi ikki, hann hevði spurt meg, um hann helt, at eg fór at siga ja, sigur hon við einum smíli, tá hon verður spurd um hetta, men vil ikki koma nærri inn á tann partin. – Tað kundi ikki lata seg gera, tí so var Tjóð­veldis­ flokk­urin farin við borgar­ stjóra­sessinum, men innast inni hevði eg faktisk ikki nak­að ynski um at verða løg­maður, sigur Lisbeth Petersen. Fyrstu ferð hon varð vald í býráðið, fekk hon somu­ leiðis møguleika fyri at seta seg beint í borgar­stjóra­ sessin. Hon valdi tí sess­in sum vara­borgar­stjóri – ein tíð hon hev­ur verið sera fegin um. – Hetta var nokk mín besta tíð. Vit fingu nógv gott ígjøgnum, sigur hon. Ring­ Lisbeth L. Petersen hevur haft eina lívslanga politiska starvsleið, har hon millum annað hevur verið floksformaður, løgtingskvinna, borgarstjóri, varaborgarstjóri og fólkatings­limur. Eitt starv, sum krevur, at tú er opin, men hon hevur altíð verið smæðin, og heldur í dag, at hon kundi hildið seg meira framat í politiska virkinum Eg havi altíð verið smæðin ...framhald á síðu 24 Lisbeth Petersen var varaborgarstjóri frá 1984 til 1992 og borgarstjóri frá 1992 til 1996