Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Tað er serliga tann manglandi sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum, sum hevur gjørt at Lisbeth Petersen hevur fingið nokk av flokkinum. – Eg havi altíð verið nokkso reyð – Óli Breckmann plagdi at siga, »tú ert Javnaðarkvinna«, men eg veit, at nógv sambandsfólk eru øgiliga kedd um hetta, sigur Lisbeth Petersen Mynd: Álvur Haraldsen Lisbeth L. Petersen stillaði upp til val fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984. Hon gjørdist fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin, og hon fekk í boðið borgarstjórasessin. Hon valdi tó heldur at gerast varaborgarstjóri og formaður í Sosialu nevnd. Hon fekk gott samband við borgararnar í Tórshavnar kommunu í hesum sessum. Eftir einum ávísum trýsti segði hon ja takk til at gerast fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í 1992. Sambandsflokkurin setti met við atkvøðum til býráðsvalið í 1996, men fekk ikki nakran sentralan leiklut komandi valskeiðið, og Lisbeth varð tá ikki afturvald til borgarstjóra. Hon helt fram sum býráðslimur til ár 2000.