Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin astu minnini eru frá tíðini sum formaður fyri Sam­ bandsflokkin. – Man fær nógvar knívar í ryggin, tá man er á ovastu postunum. Tað ringasta er, tá man fær knívar frá sín­um egnu, sigur Lisbeth Petersen. Fór úr politikki Efter valið í 2007 valdi Lisbeth L. Petersen at leggja frá sær sum formaður í Sam­bands­flokkinum. Eftir eitt langt politiskt lív, sum hon nærmast var fødd inn í, segði sam­bands­kvinnan farvæl, tá Sam­bands­flokk­ urin, sum hevði staðið til eitt rimma­r­val áðr­enn val­stríð­ ið fór í gongd, end­aði við at missa ein ting­lim. For­mað­ ur­in mátti fara og Kaj Leo Johannessen tók yvir. Hóast Lisbeth Petersen valdi at siga farvæl við polit­ iska pallin, hevur hon altíð verið ein partur av Sam­ bands­flokkinum, men nokk er nokk, og linjan, sum flokk­ urin hevur ført við Kaj Leo Johannesen á odda, hevur skeiklað sosiala profilin so nógv, at hon kennir seg ikki aftur í flokkinum. Tí skrivaði hon formanninum í felag­ num bræv. – Eg vildi hava, at tey skuldu vakna. Nú ringja fólk frá øllum landinum til mín. Fólk, sum hava verið sam­ bands­fólk alt sítt lív. Tey siga, at tey eru so kedd um tað, sum hendir í dag úti í lands­ stýrinum. Eg haldi kanska, at eg havi sett hol á okkurt, sum hevur ligið leingi undir yvir­flatuni, sigur Lisbeth Petersen og leggur aftrat: Eg eri sambandskvinna av hjartanum, og vóni ikki, at eg havi gjørt tað alt ov ringt fyri tey, sum sita eftir. Tú kanst ikki líta á nakran í politikki Ringasta upplivingin hjá Lisbeth Petersen í politiska lív­inum, var tá hon og flokk­ urin vunnu stórsigur til bý­ ráðs­valið. Lisbeth fór heim at sova, men tá hon kom aftur, hevði Javnaðarflokkurin gjørt samgongu uttan um Sam­bands­flokkin, og Leivur Han­sen bleiv borgarstjóri. – Eg helt, at eg hevði eina avtalu við Javnaðarflokkin, men tá eg kom til arbeiðis næsta dag, høvdu tey gjørt eina avtalu við Tjóðveldi og Fólka­flokkin. Vit høvdu haft eitt sera gott samastarv við Javnaðarflokkin, og eg ivaðist ikki í, at vit høvdu eina av­talu. Tá lærdi eg, at man skal ikki líta á nakran í politikki, sigur Lisbeth Petersen. Kvinnur standa saman At vera kvinna í politikki hev­ur ikki bara verið lætt, og ofta var Kvinnufelagið ein góð­ur felagsskapur at hava. – Eg fekk eyguni upp fyri nógvum tingum í Kvinnu­fel­ agnum, og her stóðu kvinn­ urnar saman uttan mun til politiskan lit og stuðlaðu hvørji aðrari, sigur Lisbeth Petersen, sum minnist at lívið sum kvinnuligur politikari onkun­tíð var ringt at fáa at hanga saman. – Onkuntíð mátti eg sníkja meg at út at keypa døgverða í steðgunum, og í heila tikið kundi tað vera ringt at fáa tað prak­tiska at hanga saman. Maðurin var sjómaður, so tá hann var heima, lá betur fyri. hann gjørdi mat o.s.fr., sig­ur hon. Enn tann dag í dag er gott samanhald og hon sæst javnan við kvinnum frá tíðini í politikki, har­ímillum Karin Kjølbro og øðrum kvinn­um, sum vóru aktivar í politikki. FAKTA Lisbeth Beate Lindenskov Petersen Født 28. februar í 1939 i Tórshavn, dóttir Georg Lindenskov Samuelsen, blaðstjóra og Rachel Samuelsen Útbúgving • Realeksamia í 1955 • Nýmálsligur studentur frá Bagsværd Kostskole og Gymnasium 1958 Onnur størv • Ymisk skrivstovustørv, m.a. á advokatskrivstovum 1960-70 • Skrivari fyri verkætlanir fyri Landsantikvarin, Føroya Fornminnissavn 1980-92 Politiskt arbeiði • Nevndarlimur í Sambandsfelagnum 1980-90 • Flokkskrivari í Sambandsflokkinum 1982-87 • Nevndarlimur og formaður í Føroya Væl 1997-99 Løgtingið • Valevni hjá Sambandsflokkinum í Sudurstreymoyar Valdømi fra 1990 • Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin frá 1990 • Formaður í Sambandsflokkinum frá 2001 til 2004 Býráðsarbeiði • Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu 1984-2000 • Varaborgarstjóri 1984-92 • Borgarstjóri 1992-96 Fólkatingið • Fólkatingslimur 6.-19. okt. 1988 • Fólkatingslimur 20. nov. 2001. til 8. februar 2005 Nevndararbeiði • Nevndarlimur og næstformaður í Kvinnufelagnum, 1982-86 • Limur í formandsskarinum, Vestnordisk Råd 1990-98 Fer úr politikki tann 8. mars 2007 Edmund Joensen og Lisbeth L. Petersen heilsast eftir formansvalið í Sambandsflokkinum á landsfundinum í 2001, tá Lisbeth L. Petersen vann á Edmundi Joensen At vera kvinna í politikki kundi vera einsligt, og ofta var Kvinnufelagið ein góður felagsskapur at hava. Myndin er tikin tá Lisbeth L. Petersen bleiv 70 ár Mynd: Álvur Haraldsen