týsdagur 11. februar 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
lestrarblaðið 2014
Lagt til rættis: Eydna Skaale
Fylg
dreyminum!
...ikki streyminum
Hóast nógv teir flestu føroyingarnir, sum fara uttanlands at lesa, fara til
Danmarkar, hava vit tó framúr góðar møguleikar at fara longri út í heim.
Her hava vit hitt nøkur, sum hava fylgt dreyminum heldur enn streyminum
Atli Petersen
28 ár
Hvaðani ert tú? Frá Kambsdali
Hvat lesur tú? Eri á fjórða ári og
lesi “Bachelor with honours” innan
“Business Studies with Marketing”.
Hvar lesur tú? Á Edinburgh
Napier University í Skotlandi.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan/
undirvísingina?
Ein skúli, sum dugir sera væl
at gera næmingar klárar til
arbeiðsmarknaðin. T.d. er triðja
árið í mínari útbúgving lagt
til rættis soleiðis, at man skal í
starvsvenjing í 48 vikur. Eg var
sjálvur á marknaðardeildini á
Føroya Tele í Tórshavn. Hetta
førdi til, at eg betur dugdi at
sameina teori við praksis. Annars
er undirvísingin fyri mína linju
vanliga skipað soleiðis, at man
hevur trý fak hvørt hálvár, har tað
eru tveir tímar av fyrilestri og tveir
tímar í flokshøli hvørja viku fyri
hvørt fak.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Mær dámar tað sera væl.
Karmarnir til at gera skúlating
eru góðir, og skúlin, sum hevur
18.000 næmingar, hevur nógv at
bjóða. T.d. kann man melda seg
til sokallað societies, sum eru
ymiskir áhugabólkar m.a. eru tað
ymisk ítrótta-societies og enntá
eitt whisky society. Sjálvur eri
eg vorðin kassameistari í “the
marketing society”, sum jú er
studierelevant fyri meg.
Fyrimunir við at lesa har tú ert?
Edinburgh er ein sera flottur býur
við nógvum grønum økjum. Tað
eru nógv útlendsk lesandi í býnum,
og av tí at so fáir føroyingar eru
her, kemur man at møta nýggjum
fólki frá ymiskum londum. Býurin
er sera studentavinarligur og
hevur eisini nógv at bjóða uppá,
so trupulleikin er at finna ta røttu
javnvágina ímillum lesing og tað
sosiala. Ein annar fyrimunur er,
at man veruliga fær enska málið
uppá pláss.
Vansar við at lesa har tú ert?
Í byrjanini kann tað tykjast eitt
sindur einsligt, tí her ikki eru so
nógvir føroyingar, men tað venur
ein seg skjótt við og lætt er at møta
nýggjum fólki, tí tað eru fleiri, sum
eru í somu støðu, sum tú.
Hvussu er við málsligum
trupulleikum?
Tá eg fyrstu ferð kom til
Edinburgh, helt eg, at eg dugdi
nøkunlunda at tosa tað enska
málið, men tað vísti seg at vera
nakað, sum eg veruliga mátti
arbeiða uppá. Nú meti eg tað ikki
at vera nakran trupulleika.
Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir
í Føroyum við tíni útbúgving?
Teir meti eg vera góðar.
Universitetið, sum eg gangi á, hevur
hagtøl yvir, at uml. 93 % av teimum,
sum hava lisið á har, hava fingið
arbeiði innanfyri sítt øki, seinast
hálvt ár eftir, at skúlin er lokin.
Skriva til mín og spyr um lesnaðin
á: atlip@hotmail.com ella ígjøgnum
Facebook
Heimasíðan hjá
undirvísingarstovninum:
www.napier.ac.uk
Súsanna
Jógvansdóttir
Christiansen
27 ár
Hvaðani ert tú? Tórshavn
Hvat hevur tú lisið/lesur tú? Lesi
í løtuni Master of Political Science
in Security and Diplomacy
Hvar hevur tú lisið/lesur tú? .
Lesi í løtuni á Tel Aviv University í
Ísrael. Las politikk á University of
Glasgow, áðrenn eg kom her
Hvussu kanst tú lýsa skúlan/
undirvísingina?
Universitetsumhvørvið her er minni
formelt enn til dømis í Bretlandi,
har eg las áður. Undirvísararnir og
arbeiðsfólkini á stovninum eru løtt
atkomulig og hjálpsom, eisini tá
tað kemur til praktisk viðurskifti,
sum ikki beinleiðis hava nakað við
lesturin at gera. Undirvísingin er
á enskum. Vit hava mest teoretisk
fak. Tó, fyri at seta vitanina, vit fáa,
í samband við verulig viðurskifti,
fara vit eisini nógvar útferðir runt
í landinum, har onkur álop hava
verið, og eisini møta við reguliga
sendiharrum, sum arbeiða her í
Miðeystri.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Umhvørvið er sera altjóða. Her
eru næmingafeløg, sum skipa
fyri útferðum og veitslum, og har
tey leggja dent á, at útlendsku
næmingarnir eisini koma at kenna
ísraelar. So tað er lætt at koma í
samband við onnur lesandi.
Fyrimunir við at lesa har tú ert?
Eg eri ‘har tað sker’, tá tað kemur
til altjóða politikk. Í staðin fyri
at lesa um kreppur í Miðeystri á
einum høgt rankaðum universiteti
í t.d. London, læra vit tað sama her,
men fara vit eisini til støðini har
t.d. okkurt kríggj byrjaði. Tað gevur
eina veruligari hóming av, hvussu
kreppur kunnu fara fram og eitt
breiðari perspektiv fyri at skilja
altjóða ósemjur.
Eisini haldi eg, at tað er ein
fyrimunur at hava lisið á ymsum
lestrarstovnum, tí allir stovnar
hava ymsar mannagongdir, men
tað ger, at ein hevur nógv lættari
við at tillaga seg.
Veðrið og strendurnar í Tel Aviv
eru sjálvandi eisini ein týðandi
fyrimunur við at lesa her.
Vansar við at lesa har tú ert? Tað
er dýrt at vera her, nøkunlunda
líka dýrt sum í Føroyum, bæði
leiga og vørur. Stuðulin frá SU og
ÚSUN røkka heldur ikki til alt
skúlagjaldið.
Hvussu er við málsligum
trupulleikum? Færri ísraelar,
enn eg hevði væntað, tosa enskt,
so onkuntíð kann tað vera ein
avbjóðing, men tey eru sum oftast
hjálpsom. At keypa inn kann
eisini vera ein avbjóðing. Vørurnar
eru verri enn so altíð merktar
við enskum. Til dømis fann eg
útav, at eg hevði brúkt hárbalsam
sum kropskrem tveir teir fyrstu
mánaðirnar, eftir at eg kom
higar, og tá var dunkurin næstan
tómur. Men alt hetta er enn ein
sjarmerandi uppliving sum fylgir
við tí at koma til eitt nýtt stað.
Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir
í Føroyum við tíni útbúgving?
Trygdarparturin, sum vit lesa
um her á stovninum, er ikki altíð
so lættur at seta í samband við
føroysk viðurskifti, men restin
er meiri viðkomandi vitan, so
vónandi eru teir góðir.
Skriva til mín og spyr um lesnaðin
á: susanna_j_c@hotmail.com
Heimasíðan hjá undirvísingar
stovninum: http://english.tau.ac.il/
Heimasíðan hjá hesari
útbúgvingini: http://socsci.tau.ac.il/
sec-dip/
Heimasíðan hjá skúlanum:
www.swansea.ac.uk