Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Breytir og lestrarleiðir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði 3 BREYTIR VIÐ 8 LESTRARLEIÐUM HUGBREYTIN MINNIR UM TAÐ, VIT KENNA SUM MÅLFRØDILIGA DEILD Á HUGBREYTINI ERU FÝRA LESTRARLEIÐIR: Málleið Til tín, ið vil hava so nógv mål sum gjørligt, og hevur evni og áhuga fyri fremmandamálum. Lokið prógv á málleiðini gevur sera góðar møguleikar fyri víðari lestri á ollum hægri útbúgvingum innan hugvísind og mál. Samfelagsleið Til tín, ið hevur áhuga fyri at lita málsligu lærugreinirnar við einum innliti í samfelagsviðurskifti og samfelagsfrødi. Á samfelagsleið er støddfrødi B stuðulslærugrein. Eftir lokið prógv gevur leiðin atgongd til flestu hægri útbúgvingar innan samfelagsvísind, hugvísind og mál. Listaleið Til tín, ið vil sleppa at menna tíni evni gjøgnum tær skapandi og listarligu lærugreinirnar. Allir næmingarnir hava tónleik, leiklist og myndlist. Hóast leiðin leggur stóran dent á listarligu lærugreinirnar, hevur hon kortini ein so mikið breiðan málsligan og hugvísindaligan profil, at lidna prógvið gevur atgongd til flestu hægri útbúgvingar innan mål, listfrødi og hugvísind. Almennleið Til tín, ið fegin vil hava møguleikan til bæði at lesa mål og fáa nakað av nåttåruvisind og støddfrødi. Næmingarnir skulu velja eitt fremmandamål umframt enskt. Danskt er fastlagt val á hesi leiðini. Fyri næmingin, ið fevnir bæði náttúruvísind og mál, er hetta eitt gott val. Almenna leiðin gevur góðar møguleikar at sokja hægri útbúgvingar innan bæði mál, hugvísind, náttúruvísind og læknavísind. ÓKEYPIS BLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM NÁTTÚRUBREYTIN MINNIR UM TAÐ, VIT KENNA SUM STØDDFRØBDILIGA DEILD. Á NÁTTÚRUBREYTINI ERU FÝRA LESTRARLEIÐIR: Science-leið við alisfrødi Til tín , ið ynskir ein greiðan náttúruvísindaligan profil. Støddfrødi A stuðlar alisfrødi A, og harumframt verða evnafrødi og livfrødi lisin á B-stigi. Science-leiðin gevur atgongd til flestu hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga og tøkniliga okinum. Science-leid við evnafrødi Til tín, ið ynskir ein nåttåruvisindaligan profil, men við einum veti av fleiri hugvisindaligum møguleikum. Her verður evnafrødi lisið á A-stigi, meðan alisfrødi og ítróttur verða lisin á B-stigi. Veljast skal harafturat ímillum støddfrødi A ella enskt A. Leiðin gevur atgongd til flestu hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga og tøkniliga økinum. Livfrødi- og ítróttaleið Til tín, ið ynskir ein nåttåruvisindaligan profil, sum er miðsavnaður um lærugreinirnar livfrødi og ítrótt. Næmingarnir kunnu triðja árið velja millum at lyfta annaðhvert støddfrødi ella enskt upp á A-stig, alt eftir um næmingurin vil styrkja ella bloyta nåttårufakliga profilin. Leiðin gevur atgongd til flestu hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga økinum. Samfelagsleið Til tín, ið hevur áhuga fyri at lita náttúrufakligu lærugreinirnar við einum innliti í samfelagsviðurskifti og samfelagsfrødi. Støddfrødi A, alisfrødi B og evnafrødi B studla upp undir samfelagsfrødi A. Leidin gevur breida atgongd til hægri útbúgvingar innan náttúru-, samfelags- og búskaparvísind. FYRIREIKINGARBREYTIN MINNIR UM TAÐ, VIT KENNA SUM HF. Á fyrireikingarbreytini eru ongar leiðir, men breytin gevur atgongd til flestu styttri og miðallongu útbúgvingarnar. Á ollum breytum og leiðum er møguleiki fyri frítt at velja fleiri lærugreinir eftir áhuga og eftir tørvi í sambandi við víðari lestur. LES MEIRA UM BREYTIR OG LESTRARLEIÐIR Á FØROYA STUDENTASKÚLA OG HF-SKEIÐI Á WWW.HOYDALAR.FO ELLA KOMIÐ TIL KUNNINGARTILTAK UM LESTRARLEIÐIRNAR Í HOYDØLUM HOSKVØLDID 6. MARS KL. 19.00-21.00. A Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar - FO-188 Hoyvík Telefon 360660 - Telefax 318624 Teldupostur skrivstovanQhoydalar.fo Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30 hoydalar.fo