Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 lestrarblaðið 2014 Danmark er framvegis nógv tað best umtókta lestrarlandið millum føroyingar. Næstan 400 fleiri føroyingar nema sær hægri útbúgving í Danmark enn í Føroyum. Stóra Bretland er eisini eitt ógvuliga væl umtókt lestrarstað. Í Onglandi lesa 75 føroyingar, í Skotlandi 42 og tríggir lesa í Wales. Uttanfyri ríkisfelagsskapin lesa 204 føroyingar í 20 ymsum londum. Pólland er vorðið ógvuliga áhugavert millum føroysk lesandi. Seinastu mongu árini hava væl omanfyri 20 føroyingar lisið har, men vit skulu bara aftur til 2010 og síggja, at talið var 11 og í 2006 las eingin í Póllandi. Yvirlitið sigur annars, at føroyingar lesa í øllum heimsins heraðshornum. Einasti heimsparturin, sum ikki hevur føroyska umboðan á teirra lærdu háskúlum er Afrika. Annars eru føroysk umboð í øllum hinum heimspørtunum: Norður, og Suðuramerika, Avstralia, Asia og Evropa sjálvandi. Talið av føroyskum lesandi hevur verið alsamt hækkandi seinastu mongu árini. Í dag eru tað meiri enn túsund føroyingar fleiri, sum taka eina hægri útbúgving, um vit samanbera við lestrarárið 2004/2005. Lestrarárið 2010/2011 fór talið fyri fyrstu ferð upp um 2000, tá 2113 føroyingar vóru undir hægri lestri – innanfyri og uttanfyri føroysku bøgarðarnar tilsamans. Lestrarárið 2011/2012 var eitt lop í talinum av lesandi, tá tað brádliga øktist við meiri enn 400 lesandi føroyingum soleiðis, at tey, sum lósu hægri lestur, vóru fleiri enn 2500 í tali. Sama ger seg galdandi fyri farna lestrarár, 2012/2013. Harvið hava tað tvey ár upp í slag verið omanfyri 2500 føroyingar, sum hava nomið sær hægri útbúgving í Føroyum og aðrastaðni kring knøttin. Kynsbýti av lesandi føroyingum á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands 2004/05 2005/06 2006/07 Kvinnur Menn Í alt Kvinnur Menn Í alt Kvinnur Menn Í alt Í Føroyum 303 53% 273 47% 576 292 49% 304 51% 596 318 53% 280 47% 598 Uttanlands 538 60% 363 40% 901 523 57% 390 43% 913 562 61% 360 39% 922 Í alt 841 57% 636 43% 1477 815 54% 694 46% 1509 880 58% 640 42% 1520 2007/08 2008/09 2009/10 Kvinnur Menn Í alt Kvinnur Menn Í alt Kvinnur Menn Í alt Í Føroyum 314 52% 291 48% 605 364 52% 337 48% 701 346 46% 402 54% 748 Uttanlands 584 62% 358 38% 942 675 62% 409 38% 1084 700 62% 429 38% 1129 Í alt 898 58% 649 42% 1547 1039 58% 746 42% 1785 1046 56% 831 44% 1877 2010/11 2011/12 2012/13 Kvinnur Menn Í alt Kvinnur Menn Í alt Kvinnur Menn Í alt Í Føroyum 380 44% 493 56% 873 396 44% 507 56% 903 405 41% 578 59% 983 Uttanlands 756 61% 484 39% 1240 967 60% 656 40% 1623 921 60% 620 40% 1541 Í alt 1136 54% 977 46% 2113 1363 54% 1163 46% 2526 1326 53% 1198 47% 2524 Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Kelda: Studni – febr. 2014 2524 nema sær hægri útbúgvin Føroyingar lesa kring knøttin Lagt til rættis: Rólant Waag Dam Samlað uppgerð av føroyingum á hægri útbúgvingum uttan fyri Norðurlond Skotland 19 18 25 29 38 38 50 43 55 53 47 46 57 58 58 61 58 59 54 47 42 England 31 32 41 41 50 50 67 60 73 70 72 67 72 68 74 74 84 80 82 82 75 Wales 4 3 2 3 0 1 0 0 0 0 1 1 2 2 2 2 4 4 3 3 3 Írland 1 1 1 1 1 1 0 0 1 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 USA 7 6 6 8 6 6 11 11 11 12 18 15 20 17 19 17 25 29 31 30 24 Canada 1 1 2 2 1 1 1 1 1 1 1 1 0 0 0 0 2 1 0 0 0 Australia 1 1 4 6 5 4 5 4 5 6 6 8 9 16 12 12 11 9 12 9 8 N. Zealand 1 1 1 1 1 2 3 3 1 1 1 2 2 2 1 1 0 0 2 2 1 Spania 1 1 1 1 2 1 2 2 3 3 1 0 0 0 2 2 1 1 2 7 9 Frakland 0 0 1 1 2 2 2 2 1 1 0 0 3 3 5 5 3 2 0 0 1 Holland 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 1 0 1 1 2 2 2 2 2 2 1 Belgia 0 0 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Italien 1 0 2 2 1 1 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Sveis 0 0 0 1 1 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Póland 0 0 0 0 0 0 1 1 2 2 7 7 11 11 15 15 22 22 27 26 25 Ungarn 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 1 1 1 0 2 Israel 0 0 0 0 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 1 Cuba 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Chile 0 0 0 0 0 0 0 2 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Peru 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Japan 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 Meksiko 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 1 1 Ecuador 0 0 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 1 1 1 Rumenia 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 Kina 1 1 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 3 Slovakia 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 1 1 1 1 1 0 0 0 0 0 0 Týskland 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 3 4 4 4 4 5 5 3 6 2 Kekkia 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 0 0 0 Estland 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 1 1 1 1 0 0 0 0 0 Brasilia 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 0 0 0 0 0 0 0 1 Tailand 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 3 2 3 2 Dubai 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 0 0 0 Argentina 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 0 Monaco 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 1 1 0 0 0 0 1 1 1 0 0 Tilsamans 71 68 89 99 110 110 145 132 156 152 160 155 185 184 197 198 222 223 225 221 204 Nov. 2003 Mar. 2004 Nov. 2004 Mar. 2005 Nov. 2005 Mar. 2006 Nov. 2006 Mar. 2007 Nov. 2007 Apr. 2008 Nov. 2008 Apr. 2009 Nov. 2009 Mars 2010 Nov. 2010 Mar. 2011 Nov. 2011 Mars 2012 Nov. 2012 Mar. 2013 Nov. 2013