Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 lestrarblaðið 2014 Sjónám er fremsti veitari innan skeið til fólk, ið starvast umborð á fiskiskipum, handilsskipum og umborð á veitingarskipum í frálandavinnuni. Eisini veita vit skeið í trygd til fólk á oljuboripallum. Skeiðini eru altjóða góðkend – bæði til sjó- og frálandavinnu. Undirvísingin er góðskustýrd. Sjónám fekk ISO-góðkenning í 2008 og Achhilles- góðkenning í 2013. Sjónám er tjóðumboð Føroya í altjóða felagskapinum fyri veitarar av trygdarskeiðum. Vit bjóða hesar útbúgvingar og skeið: ü Skipari ü Sjóvinnuútbúgving ü GMDSS – GOC, ROC, LRC & SRC (STCW A/IV) ü Arbeiðsumhvørvi (§16) ü Verndaryvirmaður og verndaransni (STCW A/VI 5 & STCW A/VI 6) ü Grundleggjandi eldsløkking ü Trygdarskeið (STCW A/VI 1-1; 1-3 & 1-4) ü Bátaføraraskeið COX (STCW A/VI 2-1) ü Skjóttsiglandi bjargingarbátur FRC (STCW A/VI 2-2) ü Basic Offshore Safety Course BOSC ü Rýming úr tyrlu HUET ü Fyrstahjálp – eisini til tey, ið varða av børnum Ringið fyri at frætta meira – nummarið er 665888 Nógvir føroyingar eru longu farnir undir hægri útbúgving við fjarlestri, og tey eru enn fleiri, sum hugsa um hendan møgu leikan at førleikamenna seg. Men fjar lestur kann vera einsligt, tí sum fjar- lestrar lesandi ert tú ikki partur av einari fysiskari undirvísing á einum skúla, og møtir kanska ongantíð øðrum floks feløg - um ella lærarum andlits til andlits. Hetta kann vera møtimikið, og fráfallið er ofta stórt. Ein annar trupulleiki, sum ofta stingur seg upp, er at finna røttu út búgv ingina, skeiðið, skúlan og onnur praktisk viðurskifti. Á alnótini eru óenda- ligir møguleikar, men tað kann ofta vera trupult at síggja skógin fyri berum trøum. FJAR NÁM BJÓÐAR LESANDI HJÁLP, RÁÐGEVING OG GOTT HØLISUMHVØRVI Fjarnám er í sama bygningi sum Íverk- setara húsið við Garðavegin 57 í Klaksvík, og øll, ið hava áhuga í at vita meira um fjarlestur, eru vælkomin at koma inn á gólvið. Fólk eru eisini vælkomin at senda ein teldupost á fjarnam@fjarnam.fo ella við at ringja 459700. Uppgávan hjá Fjarnámi er at skapa eitt umhvørvi fyri tann lesandi, at ráð geva um útbúgvingarmøguleikar og lest rar - vegleiðing, at finna teir røttu og viður - kendu skúlarnar, at samskipa felags skeið í t.d. uppgávu/projekt skriv ing, vís inda ástøði, keldutilvísing o.s.v. Har- um framt skipar Fjarnám fyri kveik j andi fyri lestrum og temakvøldum/døgum fyri at stimbra áhugan hjá enn fleiri at fara undir fjarlestur. Afturat hesum skal eitt netverk skap ast ímillum lesandi uttanlands, Klaksvíkar komm unu, Íverksetarahúsið og vinnulívið. Hetta verður gjørt við at skráseta flest møgu lig lesandi uttanlands, hvat tey lesa, teirra førleikar og harvið skapa eitt bindilið til vinnulívið, soleiðis at tey kunnu gera brúk av hvørjum øðrum. Umhvørvið í Íverksetarahúsinum er, um- framt fyri íverksetarar, sera væl egnað til endamálið. Vit hava longu, í longri tíð, havt royndir av, at føroysk les andi uttan lands koma heim og lána høli frá Íverk setarahúsinum til at gera skúla ting og skriva uppgávur í ferium og í longri tíðarskeið. Íverksetarahúsið hýsir eisini javnan íverksetum, og tað skapar eitt sera gott og kreativt umhvørvi, har møgu- leiki er fyri sparring ímillum tann lesandi og íverksetan. Fjarnám bjóðar tær umhvørvi ráðgeving og hjálp til fjarlestur Ynskir tú at fara undir hægri lestur uttan at fara uttanlands, so er Fjarnám í Klaksvík ein góður møguleiki at royna, tí har fært tú ráðgeving og hjálp at fara undir fjarlestur, og har eru eisini góðar hølisumstøður og eitt umhvørvi, sum kann hjálpa tær at náa tínum málum. Fjarnám