Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 ókeypis blað frá Miðlahúsinum Fyrireikingarbreytin tekur tvey ár, men tað ber til at taka hana yvir trý ár. Tað ber eisini til at søkja inn til einstakar lærugreinir. Fyrireikingarbreytin er mið náms út búgv­ ing og gevur atgongd til flestu hægri skúlar. Vit hava nakrar lærugreinar, sum øll hava, og so eru aðrar, sum tú kanst velja. Føroyskt og søga eru á A­støði. Enskt er B. Ítróttur, religión, samfelagsfrøði og stødd frøði eru C. Hesar lærugreinir hava allir næm ing ar. Hinar lærugreinarnar velur tú. Ein læru grein, sum tú tekur á C­støði, skal halda frá á B­støði seinna árið. Tú skalt hava eitt fremmandamál á C­støði. Hjá okkum er tað vanliga týskt ella spanskt. Ein annar møgu leiki er danskt á A­støði. Og so er tað náttúrulærugreinar. Har skal ein veljast á C­støði: alisfrøði, evna frøði, landafrøði ella lívfrøði. Til sein ast skal ein listalærugrein velj ast. Hesar eru á C­støði. Kom inn á gólvið og práta við Sigrun Skálagarð ella Kára Purkhús um, hvørjar lærugreinar passa best til tín. Ella tú ringir 456412 / 216412 ella skrivar til khf@skulin.fo. Klaksvíkar HF-skeið – eitt nógv eftirspurt undirvísingartilboð HF-skúlin liggur væl fyri mitt í Klaksvík, har er gott at vera, og hetta sæst eisini aftur eftirspurninginum, tí nógv søkja inn á skúlan. Har eru ein og viðhvørt tveir nýggir flokkar hvørt ár. Undir nýggju skipanini, sum kom í gongd í 2013, eitur útbúgvingin Fyrireikingarbreyt. Seinastu áratíggjuni hava eldsálir og dugnalig starvsfólk bygt upp og ment eitt skúlaumhvørvi í Klaksvík, sum fevnir um fleiri ymiskar skúlar og útbúgvingartilboð. Eisini frítíðar­ og ítróttarkarmarnir í býn­ um eru sera góðir og liggja væl og tætt saman mitt í býnum, sum ger tað ómaka­ leyst at ferðast til og ímillum teir. Vert er at hava í huga at hesi umhvørvi hóska sera væl at liggja í sama býi, tí tey stuðla væl undir hvørt annað saman við býarlívinum annars við áhugaverdum handl um, matstovum, bókasavni, bio­ grafi, svimjihøll, fornminnasavni, Spania­ stovu o.s.fr. – hetta er gott fyri trivnaðin í býnum. Eg eri fegin um, at vit við hesum serblað – í góðum samstarvi við skúlarnar í býn­ um – kunnu greiða frá nøkrum av út búgv­ ingar tilboðunum, sum Klaksvík hev ur at bjóða. Jógvan Skorheim Borgarstjóri Klaksvík – ein spennandi og fjølbroyttur skúlabýur Sum næst størsti býur í landinum hevur Klaksvík eitt ríkt og fjølbroytt skúlaumhvørvi við fleiri áhugaverdum skúlum, sum liggja væl saman við góðu frítíðar- og ítróttarmøguleikunum í býnum.