týsdagur 11. februar 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
lestrarblaðið 2014
Tølini tala fyri seg. Sambært tølunum frá
Studna, eru tað 233, sum lesa námsfrøði.
Tað er best umtókta útbúgvingin millum
føroyingar sum heild. Næstbest umtókt
er læraraútbúgvingin, sum 195 taka.
Maskinmeistararnir eru teir, sum eru
næstir á listanum. Heili 168 útbúgva
seg sum maskinmeistari í og uttanfyri
Føroyar, meðan 154 sjúkrarøktarfrøðingar
eisini eru áveg.
Skiparaútbúgvingin er somuleiðis væl
lýdd, tí 115 nema sær hana.
Talið av læknalesandi er høgt, tað er 84.
Tey í lesaløgfrøði eru næstan eins nógv, 83.
Merkisvert er, at tað eru fleiri før
oyingar, sum lesa enskt heldur enn
føroyskt. Tey eru 21, sum lesa enskt, meðan
einans fimm taka ein master í føroyskum.
Talið av bachelorlesandi í føroyskum er tó
29, men okkurt bendir á, at tey ikki eru so
mong, sum taka eina master.
Tølini eru gjørd við við støði
í ferðastuðlinum –øll á hægri
útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin
í skúlaárinum eru tald við.
Kelda: Studni – febr. 2013
Føroyingar vilja vera námsfrøðingar
Námsfrøði er nógv best umtókta
lestrarvalið millum føroyingar.
Men tey eru eisini mong, sum
lesa til lærara, maskinmeistara,
skipara, lækna og løgfrøðing
Lesandi uttanlands – hvussu mong koma heimaftur?
Liðug við útb.
Heimafturkomin mai 2013
Heimafturkomin mai 2013 í %
av liðug við útbúgving
Kvinnur
Menn
Samlað
Kvinnur
Menn
Samlað
Kvinnur
Menn
Samlað
2004
109
81
190
62
49
111
57%
60%
58%
2005
105
95
200
49
55
104
47%
58%
52%
2006
119
106
225
66
45
111
55%
42%
49%
2007
129
94
223
66
53
119
51%
56%
53%
2008
160
100
260
84
49
133
53%
49%
51%
2009
181
98
279
89
39
128
49%
40%
46%
2010
131
94
225
69
43
112
53%
46%
50%
2011
163
124
287
76
57
133
47%
46%
46%
2012
212
139
351
91
52
143
43%
37%
41%
Øll árini tilsamans
1309
931
2240
652
442
1094
50%
47%
49%
Kelda: Studni, 26. mai 2013
Tølini hjá Studna eru greið. Helvtin av
teimum kvinnunum, sum nema sær
útbúgving uttanlands, koma aftur til
Føroya. Sum tað sæst á yvirlitinum frá
2004 til og við 2014, so eru 51 prosent av
teimum 1309 kvinnunum, sum eru farnar
av landinum í útbúgvingarørindum,
komnar aftur til Føroya.
Hinvegin vísir sama yvirlit, at tað
mannfólkini eitt vet trekari at fara
av landinum at útbúgva seg. Men
áhugavert er tað, at tá menninir so
fara av landinum, so trívast teir minst
líka væl – um ikki eitt sindur betri,
enn føroysku kvinnurnar. Tí meðan 51
prosent av føroysku kvinnunum koma
heim aftur eftir lokna útbúgving, so er
talið av monnum 50 prosent. Munurin
er harvið bara eitt prosent, men tað er
so ein munur, sum altso staðfestir, at av
teimum kvinnunum, sum fáa útbúgving
uttanlands, koma fleiri teirra heim enn
mannfólkini í somu støðu gera.
Tað fara munandi fleiri menn enn kvinnur av
landinum í útbúgvingarørindum. Og tað flyta eisini
lutfalsliga fleiri kvinnur heimaftur enn menn
Fleiri kvinnur enn
menn koma heim
Topp 16:
Hvat lesa føroyingar í
Føroyum – hægri lestur í
skúlaárinum 2011/2012
Lærari
155
Maskinmeistari
147
Námsfrøði
142
Skipari
115
Sjúkrarøktarfrøði
91
Skipsførari
56
BA í samfelagsvísund
35
Byggitøkningur
30
BA í føroyskum
29
Teldustøðingur 28
BSc í KT-verkfrøði
19
Framleiðslutøkningur
15
BA í søgu
15
BA í stjórnmálafrøði
13
BSc. í lívfrøði
7
MA í føroyskum
5
Topp 20:
Hvat lesa føroyingar
uttanlands – hægri lestur
í skúlaárinum 2011/2012
Námsfrøði
91
Lækni
84
Jura
83
HA, bach.
70
Sjúkrarøktarfrøði
63
Sálarfrøði
51
Sosialráðgevi
44
Byggitøkni
43
Lærari
40
Sivilverkfrøði
38
Diplomverkfrøði
31
Samfelagsbúskap
31
Ergoterapi
28
“Serviceøkonomi”
24
Tannlækni
24
Fysioterapi
21
Enskt
21
Maskinmeistari
21
Tónleik, bach.
19
Marknaðarøkonomi
19
Lestrarárið 2004/2005 vóru tað 561, sum tóku eina
hægri útbúgving í Føroyum. Lestrarárið 2012/2013 var
hetta tal munandi hægri, tí tá lósu 985 fólk á hægri
útbúgvingarstovnunum í Føroyum.
Henda talvan er áhugaverd á tann hátt, at hon
vísir, at tað serliga eru føroysk mannfólk, sum tíma
at útbúgva seg í Føroyum. Seinastu fýra árini hevur
gongdin verið, at tað eru munandi fleiri mannfólk,
sum útbúgva seg í Føroyum enn konufólk. Og munurin
bara økist, hóast talið av bæði kvinnum og monnum,
sum velja at lesa í Føroyum er vaksandi, soleiðis at tað
lestrarárið 2012/2013 vóru 580 mannfólk og 405 konufólk.
Hyggja vit so eftir eini aðra talvu á síðu 10, so sæst
eisini, at maritimuútbúgvingarnar, sum ógvuliga fáar
kvinnur taka, eru í høgum kursi í Føroyum. Tilsamans
318 lesa annaðhvørt til maskinmeistara, skipara ella
skipsførara. Sostatt ber til – við einum ávísum fyrivarni
– at siga, at væl meiri enn helvtin av mannfólkunum,
sum lesa í Føroyum, taka eina maritima útbúgving.
Lesandi á hægri útbúgvingum í
Føroyum býtt á kyn og skúlaár
Kvinnur
Menn
Samlað
2004/05
288
273
561
2005/06
289
304
593
2006/07
316
273
589
2007/08
314
284
598
2008/09
367
338
705
2009/10
346
401
747
2010/11
380
493
873
2011/12
396
507
903
2012/13
405
580
985
Tølini eru gjørd við støði í lestrarstuðlinum – øll á hægri
útbúgvingum, ið hava fingið stuðul í skúlaárinum, eru tald við.
Kelda: Studni – oktober 2013
Fleiri lesa í
Føroyum
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam