Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 ókeypis blað frá Miðlahúsinum Philip Svabo, sum er 24 ára gamal, er elsti næm­ingurin í 13g. Honum dámar so mikið væl í flokkinum, at hann nú hevur ætlanir um at fara undir víðari hægri lesna, tá students­prógvið er komið í hús. - Her hava lærararnir betri tíð til hvønn einstakan næming, og tað ger, at eg fái góða hjálp til skrivingina, sum er mín størsta av­ bjóð­ing, sigur Philip Svabo, sum býr í Havn. Philip gekk á HT á Tekniska Skúla í Klaks­vík, áðrenn hann kom í 13g. - Mær dámdi væl, men so líðandi bleiv tað bara truplari og truplari fyri meg, tí eg dugdi einki serliga væl at skriva. Eisini var nógv­ur larmur inni í skúlastovuni, sum gjørdi, at eg ikki fekk fylgt so væl við í undir­vísingini, fortelur Philip, sum trívist væl millum hinar átta næmingarnar. - Vit eru ikki byrjað at fylgjast so nógv enn, tí vit eru eitt sindur smæðin og tora ikki ordiliga at práta so nógv enn, men tað skal nokk koma, sigur Philip. Eftir at hann er byrjaður í serflokkinum, gongst betur við skrivingini. - Tað er framvegis eitt sindur trupult, men vónandi fari eg at merkja ein mun, næstu ferð eg skal skriva onkra størri upp­ gávu, sigur Philip bjartskygdur. Positiva gongdin við skrivingini hevur giv­ið honum árræði til at ganga í skúla. - Tá eg havi fingið prógvið, fari eg til Keyp­mannahavnar at lesa astrofysik í fimm ár. Og so eitt doktararit aftaná, sigur Philip. Fingið blóð upp á tonnina Rannvá G. Fossaberg Millum teir níggju næmingarnar, sum byrj­aðu í 1.g á heysti í fjør, var 20 ára gamla Se­l­ma T. Olsen av Argjum. Áðr­enn hon byrj­aði í serflokkinum, hevði hon gingið tvey ár í einum vanligum studenta­flokki, og tá tú sum Selma hevur asperger, hev­ur tað sínar avbjóðingar. - Mær dámdi væl í flokkinum, og hinir næm­ing­arnir vóru fittir, men tað var rætti­liga strævið fyri meg, tí eg hevði tað ikki so gott. Tann sosiali parturin var torførur fyri meg, og sum heild var tað trupult hjá mær at fylgja við í tí, sum fór fram í undir­vís­ing­ini, sigur Selma. Størsta avbjóðingin hjá Selmu í vanliga stud­enta­flokkinum var at hugsavna seg. - Lærararnir fóru rættiliga skjótt ígjøgn­um tingini, og øll tosaðu nógv, og sostatt var tað altíð nokkso nógvur larmur inni í stovu­ni. Er ov nógvur ófriður rundan um meg, klári eg illa at fylgja við og fái ikki eitt nú týdningarmikil boð frá lærarunum við, greiðir Selma frá og vísir á, at meir enn einaferð kom hon í skúla tíðiliga um morgun­in sum tann einasti næmingurin. - Tá vísti tað seg, at eg ikki hevði fingið boð­ini frá frá læraranum um, at vit høvdu frí í fyrsta blokki, sigur Selma, sum er fegin um, at hon tók avgerð um at fara í serflokkin og ha­r­við byrja studentaútbúgivngina av nýggj­um. - Eg ivaðist, tí eg manglaði bara tað trið­ja ár­ið, til eg var liðug, men nú eri eg ikki í iva um, at eg valdi rætt við at fara í ser­flokkin, sigur Selma og heldur fram: - Tað gongur longu nógv betur hjá mær. Eg tori betur at tosa, av tí at vit eru færri í klassa­num, og eisini eru próvtølini batnað. Nú gongur rætta vegin. Selma T. Olsen er 20 ára gomul og ein av næmingunum í 13g. – Í hesum flokkinum er lættari at sleppa framat í tímunum, og tískil fái eg veruliga víst, hvat eg dugi, sigur Selma, ið sigur seg trívast væl í serflokkinum í Hoydølum Nú gongur rætta vegin