Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 lestrarblaðið 2014 Rannvá G. Fossaberg Á eini av skúlastovunum á triðju og ovastu hædd í Studentaskúlanum í Hoydølum heldur ein heilt serligur flokkur til. Teir níggju næmingarnir, sum ganga í flokkinum, hava allir fingið diagnosuna asperger, sum millum annað hevur við sær, at tey hava trupulleikar við at hugsavna seg, eru ikki so sosial og hava torført við at skriva. Á heysti í fjør fór ein royndaverkætlan í gongd við 13g har ætlanin var at hava ein serflokk til ung við asperger, sum er eitt slag av autismu. Tilsamans 13 ung fólk søktu um at sleppa í henda nýggja flokki, men pláss var bert fyri 10 næmingum. Ein nevnd hevði síðani upptøkusamrøður, har nevndin gjørdi eina heildarmeting av hvørjum einstøkum umsøkjara. Umframt at skula lúka vanligu krøvini, sum eru fyri at koma inn á studentaskúlan, bleiv eisini hugt eftir, hvussu umsøkjararnir vóru fyri sosialt. Í august í fjør byrjaðu fýra gentur og fimm dreingir í 13g, sum er tann fyrsti serflokkurin av sínum slag í Føroyum. Serstøk innrætting Skúlastovan, sum teir níggju næmingarnir brúka sum sína floksstovu, líkist nakað burturfrá vanligu skúlastovunum, sum vit kenna tær. Í 13g sita næmingarnir við borð, ið standa miðskeiðis í skúlastovuni í einum hestaskógvi. - Orsøkin til hesa uppsetingina er tann, at tað er týdningarmikið, at næmingarnir síggja hvønn annan. Fólk við asperger hava ofta trupult við kommunikativa partinum av lívinum og duga til dømis ikki so væl at avlesa, nær ein persónur er keddur ella illur. Við at síggja hvønnannan læra tey empati og at verða meira sosial, sigur Kristianna, sum umframt at vera verkætlanarleiðari eisini undirvísir í flokkinum. Úti við veggirnar í skúlastovuni eru nakrir básar, har næmingarnar hava hvør sítt fasta pláss. Básarnir verða brúktir, tá tey skulu sita við onkrari uppgávu í tímanum ella skulu lesa hvør sær. Við síðuna av floksstovuni er ein onnur stova, sum eisini hoyrir til vanligu skúlastovuna, har næmingarnir í 13.g. fáa undirvísing. Í stovuni eru hugnaligar lampur, leðursofur, sofaborð, køliskáp, kaffimaskina. Eisini standa ein rúgva ymsum borðspølum á einum borði inni í hesi stovuni. - Fleiri av næmingunum í 13g hava tørv á einum friðarligum umhvørvi, har tað ikki er ov nógv órógv rundan um tey. Tískil plaga tey at vera inni í hesi stovuni í fríkorterunum og í matarsteðginum. So kunnu tey spæla onkur spøl, práta saman ella bara sita og slappa av í eini av sofunum, sum fleiri av teimum trívast best við, greiðir Kristianna frá. Øðrvísi undirvísing Næmingarnir í serflokkinum hava skúla­ gongd eins og allir aðrir næmingar, sum ganga á fyrsta ári í studentaskúlanum. Hóast lesiætlanirnar eru tær somu, so er munur á sjálvari undirvísingini, sum fer fram í 13g og hinum flokkunum. - Fyrst og fremst er tað øðrvísi at vera inni í hesum flokkinum, tí tey eru bara níggju næmingar, og harafturat er tað rætti­ liga friðarligt í tímunum. Næmingarnir tosa eitt sindur saman, men tað er sum heild ikki so nógv prát inni í skúlastovuni her, og tað hongur eisini saman við at fólk við asperger samskifta upp á sín egna máta og hava ikki tørv á at tosa so nógv, fortelur Kristianna og leggur afturat, at eisini er munur á, hvussu lærararnir samskifta við næmingarnar í undirvísingini. - Kollektiv boð rigga ikki so væl, tí tá fáa allir næmingarnir ikki við, hvat verður sagt. Tí mugu lærararnir geva konkret boð til hvønn einstaka næming. Til dømis spyrji eg ofta við navni, um viðkomandi hevur skilt, hvat tað er, eg sigi, heldur enn at spyrja út í flokkin til øll, tí tá fái eg einki svar, sigur Kristianna. Hon sigur, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu næmingarnir, sum eru millum 17 og 24 ár, eru. Eitt, sum eyðkennir fólk við asperger, er, at tey hava onkur serøki, sum tey eru serliga áhugað í. - Ofta halda fólk, at aspergarar bara eru áhugað í eitt nú støddfrøði ella alisfrøði, men í hesum flokkinum eru tað evni sum søga og fantasy-bókmentir, sum fleiri eru ógvuliga áhugað í og hava nógva vitan um. Eisini eru nógv ótrúliga listarlig, og fleiri av næmingunum í 13g duga rættiliga væl at tekna, sigur Kristianna. Hon sigur eisini, at tey hava fleiri stuttligar løtur, meðan undirvísingin fer fram, av tí at næmingarnir eru so konkret- hugsandi og siga ofta alt bara beint út. - Eg havi hoyrt onkran siga, at tað ikki ber til at brúka ironi, men tað havi eg funnið útav, at tað kann mann saktans, tí flestu næmingarnir hava humor. Tað er bara annarleiðis í mun til næmingarnar í hinum flokkunum, fortelur Kristianna. Fleiri fyrispurningar Royndarverkætlanin við asperger­flokki­ num hevur nú verið í gongd í umleið hálvt ár. Kristianna, sum bleiv sett sum verkætlanarleiðari, letur væl at gongdini higartil. - Flokkurin hevur riggað væl. Hetta er ein royndarverkætlan, og tískil hava onkrir smávegis trupulleikar verið, men læraratoymið arbeiðir væl saman og er eisini væl samansett, so tí vil eg siga, at henda verkætlanin hevur roynst væl, sigur Kristianna og vísir á, at áhugin fyri serflokkinum avgjørt er til staðar. - Tað er einki av ivast í, at tørvur er á einum slíkum tilboði, tí javnan fáa vit fyrispurningar frá næmingum við asperger, sum ynskja sær eitt studentsprógv á henda hátt, sigur Kristianna. Enn er ógreitt, um og nær ein nýggjur serflokkur til næmingar við asperger fer at byrja, men sambært Kristionnu verður tað møguliga á heysti 2016, tá næmingarnir í 13g hava fingið sítt studentsprógv. - Hóast hesir næmingarnir fáa eitt studentsprógv eins og allir aðrir studentar, so er hetta ein serflokkur, har nøkur ávís atlit skulu takast. Og so er tað altíð rættiliga friðarligt inni í skúlastovuni. Tað sigur Kristianna Mortansdóttir, sum er verkætlanarleiðari fyri 13g í Hoydølum, sum er ein serflokkur fyri ung við asperger Serflokkurin 13g