Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 51

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 ókeypis blað frá Miðlahúsinum Jón Brian Hvidtfeldt – Mín uppgáva er fyrst og fremst at sam­ skipa og fylgja upp. Páll Nolsøe, sum til fyri stuttum var kunningarráðgevi hjá løgmanni, er farin í annað starv í Tinganesi. Ein av uppgávunum í nýggja starvinum á Løgmansskrivstovuni er at fylgja við heildarætlanini um fólka­ flyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram fyrst í apríl í fjør. Upprunaliga var tað Vinnumálaráðið við Eriku Hayfield á odda, sum stóð á odda fyri at gera heildarætlanina. Ymisku aðalráðini hava síðani fingið hvør síni tilmæli at arbeiða við, meðan Løgmansskrivstovan stendur fyri samskipandi arbeiðnum. – Løgmaður hevur sagt, at hetta er størsta avbjóðingin fyri okkara samfelag, stað­festir Páll Nolsøe, um síðani í heyst hevur havt ábyrgdina av samskipandi ar­ beiðnum. Status varð gjørt á landsstýrisseminari í Skálavík í november, og eisini er heildar­ ætlanin viðgjørd á landsstýris­fundi. – Hetta er eitt rættuliga stórt øki, so neyð­ugt er at fylgja upp við jøvnum millum­bilum, sigur Páll Nolsøe. Tey 37 átøkini eru ítøkiliga lýst í heildar­ ætlanini, eisini hvussu tey kunnu fremjast í verki. – Átøkini eru býtt út til aðalráðini, sum nú skulu finna møguligar loysnir og skipanir, sum landsstýrið kann seta í verk. Og gongd er á teimum flestu, sigur Páll Nolsøe. Ávegis Fulltrúin á Løgmansskrivstovuni brúkar diplo­matiskar vendingar, tá hann skal svara spurnininginum um, hvørt arbeiðið er komin nóg langt. – Spurningurin er, hvat er nóg langt. Summi viðurskifti eru kompleks at fáa uppá pláss, og so er tað sjálvandi eisini ein spurningur um raðfestingar. Ein spurningur um pengar, sigur Páll Nolsøe. Páll Nolsøe heldur sum nevnt, at ar­ beiðið gongur rætta vegin. Ikki minst innan útbúgving og gransking eru positivir glottar. Sum dømi nevnir hann øktu játtan­ina til Fróðskaparsetrið, sum í ár fær fimm milliónir afturat. Og eisini er Menta­málaráðið í samskifti við Tórshavnar Kommunu um at keypa Venjingarskúlan og leggja hann afturat Fróðskapar- setr­inum. – Avbjóðingin er at lofta teimum góðu hugskotum, sum eru í heildarætlanini. Tað er eingin føst tíðarætlan, men landsstýrið fylgir upp javnan, sigur Páll Nolsøe. Hann hevur tó ringt við at peika á, hvørja effekt ymisku átøkini hava haft á føroyska sam­felagið. – Sjálvandi vilja fólk altíð leita sær út í heimin. Men vit skulu hava nakað at bjóða teimum, tá tey koma heimaftur. Tað snýr seg um at gera tað lættari at vera her, og gera tað lættari at koma aftur, sigur Páll Nolsøe. Meir á síðu 20 Gongd er í flestu átøkum Heildarætlanin fólkaflyting og fólkavøkstur mælir til 37 ítøkilig átøk, sum saman skulu skapa fólkavøkstur í Føroyum. – Gongd er í flestu átøkum, sigur Páll Nolsøe, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni Páll Nolsøe Mynd: Álvur Haraldsen