týsdagur 11. februar 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
lestrarblaðið 2014
Flugubeinini eru kanska ikki liðugt teknaði
enn. Men tey eru har, í hvussu er partvís.
Tað vísir ein gjøgnumgongd av teimum 37
tilmælunum í stóru heildarætlanini, ið skal
skapa fólkavøkstur í Føroyum.
Saman við tilmælunum er eisini ein
kostnaðarætlan. Mælt verður til at brúka
32 milliónir krónur í ár, 147 milliónir næsta
ár, 209 milliónir um árið í 2016 og 2017 og
so 109 milliónir um árið frá 2018 til 2020.
Nógv tann størsti parturin skal brúkast til
Fróðskaparsetrið. Sambært tilmælinum
skulu umbyggingar og útbyggingar gerast
fyri 250 milliónir krónur næstu árini, og
harumframt skal játtanin til Fróðskapar
setrið økjast úr 67 upp í 100 milliónir krónur
um árið, soleiðis at fleiri lesandi sleppa
framat.
Í ár er játtanin til Fróðskaparsetrið
hækkað fimm milliónir krónur. Men hóast
tað ikki sær út av nógvum í stóru heildini, so
er gongd í øðrum átøkum. Mentamálaráðið
er í samráðingum við Tórshavnar Kommunu
um at keypa Venjingarskúlan og brúka tey
hølini til at víðka um virksemið og skapa eitt
størri og betri umhvørvi kring Setrið.
Fróðskaparsetrið skal eftirmetast, og
eisini arbeiðir Setrið við eini strategiætlan,
har málið millum annað er at styrkja sam
starvið millum útbúgvingarstovnarnar. Í
somu strategi liggur ein ætlan um at skapa
størri starv millum vinnulívið og Fróð
skaparsetrið.
Eitt yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikar
í Føroyum er gjørt, og eisini hevur Lønar
deildin undir Fíggjarmálaráðnum sent
rundskriv út til aðalráðini um at seta fleiri
lærlingar. Hinvegin metir ráðið ikki, at tað
ber til at krevja av privatu vinnuni, at tey
gera tað sama.
Lættari
Fleiri av átøkunum í heildarætlanini snúgva
seg um at bøta um lívskorini í Føroyum.
Tað skal vera lættari at fáa okkurt til leigu,
og her verður serliga víst til Bústaðir, sum
hevur fleiri verkætlanir ígongd. Málið hjá
Bústaðum er stutt og greitt at byggja upp
ein skipaðan marknað við leigubústaðum.
Almannamálaráðið er farið at lýsa,
um og í hvønn mun tað ber til at broyta
skipanina við fríplássum á dagstovnunum.
Endamálið er at bøta um møguleikarnar
hjá stakum uppihaldarum og familjum við
einari ella tveimum lágum inntøkum. Ein
frágreiðing verður liðug í næstum, og so skal
politiska skipanin taka støðu. Somuleiðis er
Vinnumálaráðið klárt við uppskoti um at
broyta og bøta um barsilsskipanina. Eisini
tað skal politiska skipanin í síðsta enda taka
støðu til.
Familjur við børnum, ið bera brek, skulu
eisini hava betri møguleika at klára seg í
føroyska samfelagnum. Mentamálaráðið,
Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið hava
í eina tíð samstarvað um økið, og eitt úrslit
av hesum arbeiði skal síggjast í summar.
Tilknýti
Heildarætlanin vísir eisini á týdningin av at
styrkja tilknýtið til Føroya og ímyndina av
Føroyum. Mentamálaráðið og Vinnumála
ráðið arbeiða við einum felags átaki, ið skal
styrkja um sambandið við útisetar. Eisini
arbeiða Vinnumálaráðið og ALS við eini
skipan, har nýútbúgvin við hægri útbúgving
sleppa í sonevnda vinnustarvslæru. Tann
møguleikin er ávegis.
Ein vegleiðaraskipan er gjørd, og eisini
ein heimasíða, sum knýtir føroyskar ar
beiðsgevarar og lesandi saman.
Hinvegin er ikki politisk undirtøka fyri
at geva føroyingum uttanlands valrætt til
løgtingsval. Tó hava lesandi møguleika at
skráseta seg og á tann hátt fáa valrætt til
løgtingsval.
Flyt heim
Fimm av átøkunum snúgva seg beinleiðis um
at taka burtur forðingar, sum kunnu stinga
seg upp, tá ein flytir heim. Vinnumálaráðið
hevur tikið upp samráðingar við donsku
stjórnina, soleiðis at tað skal bera til at
fáa arbeiðsloysisstuðulin við sær í tríggjar
mánaðir, um tú fert til Føroya at leita tær
arbeiði.
Vinnumálaráðið og ALS arbeiða við at
broyta reglurnar fyri at fáa arbeiðsloysis
stuðul, soleiðis at nýútbúgvin eisini fáa rætt
til pengar úr ALS.
Og vil Mentamálaráðið gera tað lættari
hjá barnafamiljum at tryggja sær dagstovna
pláss, áðrenn tey flyta heim til Føroya. Tað
skal gerast í samstarvi við kommunurnar.
Hinvegin tykist ikki vera politisk undir
tøka fyri at gera ein serskattaskipan fyri
serfrøðingar.
jonbrian@sosialurin.fo
Ein yvirskipað gjøgnumgongd av teimum 37 átøkunum í Heildarætlanini um fólka
flyting og fólkavøkstur gevur ábendingar um, at álitið ikki endaði í tiltiknu skuffuni
Heildarætlanin verður brúkt
Jón Brian Hvidtfeldt
– Talan er um eina kompleksa avbjóðing, og
tí er eisini talan um eina kompleksa loysn,
segði Erika Hayfield um tey tilsamans 37
ymisku átøkini.
Nøkur átøk kosta einki, meðan onnur
eru sera kostnaðarmikil. Samlaða rokningin
fyri átøkini var tilsamans góðar 700
milliónir krónur í dagsins prísum, næstu
fimm árini.
– Vit hava gjørt ítøkillig uppskot til
loysnir. Sjálvandi kann okkurt gerast øðrvísi
og onkur átøk mugu knýtast saman. Men
heildarætlanin skal lesast sum ein heild,
ikki eitt hugskotskatalog, undirstrikaði
Erika Hayfield sum stóð á odda fyri arbeið
num at gera heildarætlanina.
Størsta, einstaka satningsøkið í heildar
ætlanini er útbúgving og gransking.
– Tað er ikki nóg mikið at bjóða eina
breiða viftu av útbúgvingartilboðum. Vit
mugu eisini hava eitt dynamiskt og spenn
andi lestrarumhvørvi, og tí hevur útbygg
ingin av Fróðskaparsetrinum so stóran
týdning, ljóðaði grundgevingin frá Eriku
Hayfield.
Týðandi tilknýti
Ein reyður tráður í heildarætlanini er, sam
bært Eriku Hayfield, at tryggja tilknýtið til
Føroyar og føroyska samfelagið.
– Tilknýtið hevur so stóran týdning,
at tað kann ikki undirmetast. Tí skulu vit
duga betur at knýta tey ungu, sum fara
út í heim, tættari upp at vinnulívinum og
arbeiðsmarknaðinum herheima. Í dag er
tað tíverri alt ov ofta soleiðis, at tey ungu
koma heim til Føroya fyri at kobla úr, fyri
at slappa av. Harvið verður tilknýtið ikki út
búgvingar- ella arbeiðsrelaterað, vísti Erika
Hayfield á.
Broyt myndina
Sambært Eriku Hayfield er avbjóðingin at
broyta fatanina av føroyska samfelagnum.
– Vit mugu broyta myndina av Føroyum
sum endastatiónin, har tú flytir heim og
byggir tær eini dýr hús. Tí henda myndin
ger tað alt ov lætt at velja Føroyar frá, tá
tú ert ungur og fríur úti í stóru verð. Vit
skulu skapa eitt fleksibult samfelag, har tað
er lætt at koma til og frá. Tað skal bera til
at flyta heim, sjálvt um tú ikki hevur tikið
støðu til, um tú ætlar at tær at seta búgv
og liva her restina av lívinum, segði Erika
Hayfield og peikaði á bústaðarmynstrið.
Ein samlaður pakki
Tað var ein ambitiøs heildarætlan, sum varð løgd fram fríggjamorgunin
5. apríl í fjør. – Vit mugu síggja í eyguni, at tað eru tey ungu, sum í
framtíðini skulu trívast her. Tað er avgerandi fyri at broyta fólkaflyting
til fólkavøkstur, staðfesti Erika Hayfield henda dagin á Hafnia
Erika Hayfield Mynd: Álvur Haraldsen