Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 104 - 4. juni 2004 Nr. 104 - 4. juni 2004 3 OLJUTINGIÐ Jan Müller Vit hava møguliga hugsað ov nógv um bara at finna olju. Gassfund á Atlants- mótinum kunnu eisini fáa stóran týdning fyri økið, nú bretski marknaðurin skjótt fer at hungra eftir gassi, og tann dagur er kanska ikki so langt vekk, at gassfram- leiðsla frá Atlantsmótinum tvs. økjunum millum Før- oyar og Hetland, kann vera við til at metta ein stóran bretskan marknað. Hetta var ein av niðurstøðunum hjá Jan Terje Edvardsen, leitistjóra hjá danska felag- num DONG, tá hann helt fyrilestur á Oljutinginum á Hotel Føroyum mikukvøld- ið. Danski serfrøðingurin vísti á, at fleiri smærri gassfund eru gjørd vestan fyri Hetland, og tað skulu bara gerast einstøk fund aftrat til, at tað loysir seg at byggja upp ein infrastruk- tur og harvið fara undir at taka gassið upp úr undir- grundini og selja tað til bretska marknaðin. Bret- land fer komandi árini at hava tørv á at innflyta stór- ar nøgdir av gassi eitt nú úr Noregi, og kemur gass- framleiðslan í gongd vesan fyri Hetland, so verður tað uttan iva eisini ein partur av hesum innflutningi. Frá 2008 verður stórur mangul uppá gass á bretska markn- aðinum. Jan Terje Edvard- sen vísti á, at bretskir myndugleikar leggja stóran dent á, at gassframleiðsla kemur í gongd vestan fyri Hetland. So ein infratruk- turur tvs. at ein móttøku- og flutningsskipan til gass frá leiðunum vestan Het- land verður raðfest høgt. DONG, sum er við í framleiðslu og leiting bæði í danska og norska partin- um av Norðsjónum, hevur eisini áhugamál í bæði bretskum og føroyskum umráði. Felagið hevur sera drúgvar royndir á gassøk- inum og veitir í dag gass til mong donsk húsarhald. Eftirspurningurin eftir gassi á europeiska markn- aðinum fer at vaksa nógv komandi árini, og tí metir Jan Terje Edvardssen tað eisini vera rætt at fokusera uppá framtíðar gassfram- leiðslu vestan fyri Hetland og í hesum førinum eisini eystan fyri Føroyuar, nú tá leitingin eftir kolvetnum heldur fram. Serfrøðingurin, sum royndi at vera varin við sínum metingum, helt tó fyri, at tað er sannlíkt at umstøðurnar at finna gass undir føroyska basaltinum eru til steðar. Nógv bendir á, at løgini vestan fyri Het- land, sum goyma gass og olju, eisini eru at finna undir føroyska basaltinum. Teir halda seg síggja hesi hóast tað enn ikki ber til at síggja nóg væl gjøgnum basaltið. Jan Terje Edvardsen heldur, at vit eiga at læra av teimum meira enn 200 brunnunum, sum eru bor- aðir vestan fyri Hetland og teimum fáu við Føroyar. Hann helt, at vit eiga at síggja økið sum eina heild heldur enn bara at fokusera uppá ávísar partar av hes- um stóra økinum. Vit mugu seta alt økið í eitt størri perspektiv og í tí sambandi er helst rætt at endurskoða leitingina í tí sokallaða Gullhorninum á føroyska landgrunninum. Hann helt tað vera óheppið, at olju- feløgini høvdu nærsagt yvirbjóðað hvørjum øðrum í tí loyvisøkinum, og at tað vildi verið rætt nú at fingið eina dialog við føroyskar myndugleikar um at flyta onkrar av teimum fýra brunnunum, sum eru eftir at bora í hesum økinum. Kanska inn á eitt øki við basalti. – Vit hava gjøgnumging- ið nærum alt tilfarið, sum er tøkt frá leitingini við Føroyar, og vit halda okk- um við rættiliga stórari vissu kunnu siga, at góðir møguleikar eru at gera fund og enntá stór fund. DONGmaður á oljutingi: Føroyskt gass til bretska marknaðin Nevndarval var á aðalfundinum hjá Oljutinginum mikudagin. Hjørdis Gaard og Elsa Maria Holm Olsen ynkstu ikki afturval og í teirra stað vórðu vald Sússana Sørensen og Marni Jacobsen. Harumframt sita í nevndini Pauli Einarsson, Tummas Pauli Mýru og Regin Hammer Jan Terji Edvardsen frá DONG savnaði umleið hálvthundrað føroyingar á Hotel Føroyum mikukvøldið, har hann greiddi frá framtíðar ætlanum og vónum hjá felagnum til olju og gass á Atlantsmótinum Mynd Jan Müller Musikkskúlin hevur sett ein trýmannabólk við tí endamáli at savna so nógvar undirskriftir sum gjørligt fyri at mótmæla ætlaðu spar- ingunum, sum Musikkskúlin er fyri. Undirskriftirnar skulu handast Jógvani á Lakjuni, lands- stýrismanni við mentamálum MUSIKKSKÚLIN Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Tað er trupult at siga, hvat vit fara at uppnáa við inn- savningini av undirskrift- um. Men vit vænta í øllum førum at vísa á, at foreldur at børnum í Musikkskúl- anum er sera ónøgd við sparingarnar, sigur Bo Isholm, stjóri á Tórshavnar Musikkskúla. Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður við mentamál- um, segði í blaðnum í gjár, at hann vildi gera sítt til, at Musikkskúlin fær neyðugu játtanina. Men Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, segði í sama blaði, at tað verða neyvan fleiri pengar at koma eftir. Hann sigur, at tað er skjótt, at alt fer á glið, um umsóknir um eykajáttanir verða gingnar á møti. Bo Isholm, stjóri í Musikkskúlanum, sigur seg tó vóna, at tað fer at eydn- ast. – Vit vóna, at allar góðar kreftir kunnu arbeiða sam- an, soleiðis at Musikk- skúlin kann halda áfram óbroyttur. Og so mugu vit síggja, hvat reaktiónin frá politikarunum verður, sigur Bo Isholm. Musikkskúlin hevur brúk fyri einari hálvari millión, um hann skal halda áfram í verandi líki. Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður við mentamál- um, fer at taka málið upp við samgonguna á fundi týsdagin. Men tá Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, sigur, at talan verður neyvan um eykajáttan, so má Jógvan á Lakjuni finna pening innanfyri Mentamálaráðið. Hetta kann til dømis merkja, at sparast má á onkrum øðrum øki innan fyri málsøkið hjá Jógvani á Lakjuni. Hann segði í gjár, at kanska eru onkrir pengar at finna onkustaðni. Klokkan fimm í gjár, hósdagin, hevði nevndin í Musikkskúlanum fund støðuna, sum er íkomin aftaná ætlaðu sparingarnar. Nevdin skuldi taka støðu til, hvat gerast kundi við sakina. Fyribils er ætlanin at savna so nógvar undir- skriftir sum gjørligt. Hesar verða handaðar Jógvani á Lakjuni týsdagin, tá fundur er í samgonguni um málið. Tað verður mett, at 200 næmingar og 11 lærarar mugu sigast leysir av Musikkskúlanum, um spar- ingin stendur við. Savna undirskriftir til Jógvan Vit vóna, at allar góðar kreftir kunnu arbeiða saman, soleiðis at Musikkskúlin kann halda áfram óbroyttur. Og so mugu vit síggja, hvat reaktiónin frá politikarunum verður. Tað sigur Bo Isholm, sum er stjóri á Musikkskúlanum, har ætlanin er at skerja í játtanini við hálvari millión. Hetta merkir væntandi, at 200 næmingar og 11 lærarar færri verða á Musikkskúlanum Orsakað av stóra lønar- vøkstrinum seinastu árini, er støðan hjá virkjunum nú sera vánalig. Lønarút- reiðslurnar eru øktar nógv, uttan at framleiðslan er økt samsvarandi. 28. mei hevði ráfiska- keyparafelagið aðalfund í Vinnuhúsinum. Serliga vóru trý ting havd á lofti. Staðfest varð, at nógv øktu lønarútreiðslurnar seinastu árini, hava gjørt, at støðan hjá virkjunum í dag er vorðin sera vánalig. Virkini megna ikki at halda tørn, og stóri lønarvøkst- urin liggur sum steinur oman á byrðu. Greitt er, at verandi upp- boðsøla ikki hevur funger- að optimalt, og at talan hev- ur verið um at seta á stovn eina nýggja uppboðsølu, sum kann tryggja føroysku virkjunum veruligan møgu- leika at bjóða uppá allan tann føroyska fiskin. Stað- fest varð á fundinum, at virkini framvegis taka undir við uppskotinum um nýggju uppboðssøluna, og at nevndin í ráfiskakeyp- arafelagnum tí hevur teirra fulla stuðul til at skipa eina tílíka. Eisini var nevndarval, og hon var øll afturvald. Tó hevur hon skipað seg øðr- vísi, soleiðis, at Egil Olsen nú er nýggjur formaður, Meinhard Jacobsen heldur fram sum næstformaður, og nevndarlimir eru Petur H. Mohr, Egil Johansen og Páll Gregersen, fyrrverandi formaður. eys Savna fólk við tivoliøkið Fyri at savna so mong fólk sum tilber við tivoliøkið á norðoya- stevnu, verður ein pall- ur settur upp har eisini. Tiltøk verða so á pallinum bæði leygar- og sunnudagin. Leyg- ardagin verður byrjað við tiltøkum fyri børn- unum klokkan 18. Síðani verður tónleik- ur inntil klokkan 21, tá tiltøkini enda. Sunnudagin verður tað mest gospeltón- leikur, sum verður framførdur á pallinum, men tó koma Hans Michael Mittúni og Finn Johannessen at undihalda fyri børnun- um eina løtu. Av teimum, sum koma at upptraðka á pallinum, kunnu nevn- ast: Arnfríð og Rannvá Lützen, Trølla Pætur og omman, Silvi, tón- leikarar úr Klaksvíkar Musikkskúla, Nicolina Rubeksen´s band, go- speltónleikur frá Solo Deo Gloria, Getse- mane, Heðin Askham og systr-um hansara og gospel-kórið Gleði úr KFUM og K. - sae Støðan hjá virkjunum er vánalig C M Y K 3 2