fríggjadagur 4. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 104 - 4. juni 2004
Nr. 104 - 4. juni 2004
5
- Ríkisveitingin úr
Danmark skal ikki
regulerast eftir fiska-
prísum, ella eftir
øðrum mátistokki,
sigur løgmaður
RÍKISVEITING
Áki Bertholdsen
Aki@sosialurin.fo
- Tað hevði verið eitt veld-
ugt afturstig!
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, er hart ímóti upp-
skotinum um at danska
ríkisveitingin til Føroya,
skal regulerast eftir, hvussu
fiskaprísurin
á
heims-
marknaðinum eru.
Hetta var annars eitt upp-
skot, sum er reist í kjalar-
vørrinum á ráðstevnuni,
sum Norðuratlantsbólkurin
í fólkatinginum skipaði fyri
í Danmark.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hendir tað, fer tað at
elva til ein passivan og
líkasælan búskaparpolitikk
í Føroyum og tað er hann
ikki sinnaður at vera við til.
– Tað fer at føra við sær,
at tað krøvini til ein før-
oyskan
búskaparpolitikk
fara at linka, tí so vita vit, at
gongur tað ikki, so fáa vit
bara meiri blokk.
– Tað hevði verið eitt
veldugt afturstig fyri okk-
ara fíggjarliga sjálvræði og
fyri royndirnar at skipa ein
sjálvberandi búskap.
Hann heldur tvørtur-
ímóti, at føroyingar eiga at
føra ein virknan politikk,
har endamálið er at mót-
virka teimum sveiggjum,
sum eru í einum búskapi,
sum okkara, sum er so við-
brekin, alt eftir, hvussu tað
gongst í fiskivinnuni.
Júst hetta metir hann
eisini sum eina avgjørda
fortreyt í royndunum at
menna ein sjálvberandi bú-
skap.
– Skal blokkurin reguler-
ast upp og niður, fer tað
eisini at skerja okkara bú-
skaparliga frælsi munandi,
tí tá vera tað politikarar úr
einum øðrum landi, sum
koma at gera av, hvussu
stórur, blokkurin skal vera.
Kann minkast so
hvørt
Jóannes Eidesgaard sigur,
at endamálið við ríkisveit-
ingini, er at varðveita áleið
sama livistøði í Føroyum,
sum í Danmark.
– Og verður avleiðingin,
at vit noyðast at skerja
okkara vælferðartænastur,
góðtaka vit ikki, at blokk-
urin verður skerdur.
- Hinvegin vita vit, at nú
hækkar blokkurin ikki aft-
ur, tí nú gongur hann bara
ein veg og tað er niðureftir.
Men løgmaður er ikki
samdur í at blokkurin skal
óloysiliga tengjast at teim-
um ymsu málsøkini, so at
hann av sær sjálvum mink-
ar, tá ið málsøki verða yvir-
tikin.
Hinvegin heldur hann, at
tað, sum honum dámar
best, er, at blokkurin verður
minkaður, so hvørt før-
oyska samfelagið staðfestir
eina inntøkuhækking.
– Tá fer ein niðurskurður
í blokkinum ikki at merkja,
at tað eisini verður neyðugt
at skerja vælferðartænast-
urnar.
Hann sigur, at tað er
eisini hendan hugsjónin,
sum liggur aftanfyri undir-
grundaravtaluna, har tað
stendur, at finna føroyingar
olju, skulu samráðingar
verða um blokkin.
Hann hevur tó onki boð
uppá, hvussu ein slík skip-
an skal gerast, har blokk-
urin minkar, alt eftir,
hvussu inntøkurnar hjá
samfelagnum hækka.
– Og her má talan verða
um inntøkur, sum kunnu
standa ímóti, tá ið fiski-
vinnan svíkur av teimum
sveiggjum, sum altíð eru í
henni.
– Men hann ávarar ímóti,
at vara so ógvuliga til
verka, sum undanfarna
landsstýrið gjørdi, tí tíðir-
nar skifta og tær blivu altso
ikki við at vera so góðar,
sum tær hava verið seinastu
árini.
– Tí er tað ein sera long
tilgongd, at minka blokkin.
Og nakað áramál vil
hann ikki seta á.
– Tey, sum seta áramál á
og tey, sum halda, at blokk-
urin er skaðiligur, mugu
eisini gera greitt, at so
mugu vit eisini skerja væl-
ferðartænastur.
Løgmaður leggur dent á,
at hetta er hansara egnu
sjónarmið, tí uppleggið hjá
samgonguni til tær kom-
andu samráðingarnar, sum
verða næsta ár, ella í 2006,
er ikki gjørt enn.
Genialt
Annars heldur hann, at ráð-
stevnan hjá norðuratlants-
bólkinum í fólkatinginum
at hava eina ráðstevnu í
Danmark um búskapin í
ríkinum, var ein heilt
genialur leikur hjá Høgna
Hoydal.
– Tá ið hann ikki megnar
at fáa føroyingar at taka
undir við sær, flytir hann
føroyskan búskaparpolitikk
til Danmarkar í eini roynd
at fáa danskar politikarar at
taka undir við sær.
– Tað heldur Løgmaður
er undarligt, tí føroyskur
fíggjarpolitikkur skal førast
í Føroyum. Tað, sum Høgni
Hoydal hevur gjørt, er ikki
at ganga ímóti fólkaræðin-
um í Føroyum og tað má
stórt spurnartekin setast
við, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Annars væntar løgmaður,
at politiska skipanin í Dan-
mark er sterkari enn so, enn
at hon letur seg taka av fót-
um av hesum.
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, fer nú
at tosa við danska
fíggjarmálaráðharran
um ríkisveitingina til
Føroya
RÍKISVEITINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tá ið ovastu embætis-
menn í føroyum siga sína
meining um ríkisveitingina,
er tað sjálvsagt, at danskir
politikarar lurtað.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, ivast ikki, at tað hevur
sett síni spor í donskum
politikki,
at
Hermann
Oskarsson, formaður í bú-
skaparráðnum, er av teirri
áskoðan, at dabnska ríkis-
veitingin til Føroya hevur
skaðilig árin á føroyska
búskapin.
Men hann er kortini full-
vísur í, at danskir politik-
arar hava ikki lurtað so væl,
at teir fara at lækka blokk-
in.
– Eg trúgvi onki uppá, at
danskir politikarar einvíst
fara at lækka ríkisveiting-
ina til, Føroya av hesum
her, sigur Bárður Nielsen.
– Danskir politikarar
hava eisini sína áskoðan á
blokkin og teir fara ikki at
skerja hann einvíst.
Eg vænti, at danskir
politikarar taka eina lang-
tíðarmeting av blokkinum,
har teir ásanna, at summi ár
gongur verri og onnur ár
gongur frægari.
Og í løtuni heldur Bárður
Nielsen í øllum førum, at
ongin vandi er fyri blokkin-
um.
– Ríkisveitingin skal
tryggja, at livistøðið í
Føroyum er áleið tað sama,
sum livistøðið í Danmark. Í
løtuni er livistøðið í Føroy-
um eitt sindur lægri enn tað
danska og skulu vit varð-
veita tær vælferðartænast-
ur, vit hava, verður tað eis-
ini neyðugt at varðveita
blokkin, sigur hann.
Men fyri at tryggja sær,
at danskir politikarar eisini
kenna støðuna hjá lands-
stýrinum, fer Bárður Niel-
sen í næstum at tosa við
danska
fíggjarmálaráð-
harran um blokkin.
Sum vit greiddu frá í
Sosialinum í gjár, skal
Bárður Nielsen hava fund
við danska starvsbróður sín
um rentuna av lánunum hja
føroyingum í danska stats-
kassanum.
Men nú fundur er avtal-
aður kortini, fer Bárður
Nielsen eisini at taka
spurningin um ríkisveit-
ingina upp við danska topp
politikaran.
Og støðan hjá føroyska
landsstýrinum er, at verður
blokkurin skerdur, fer tað
samstundis at merkja, at tað
verður neyðugt at skerja
onkrar vælferðartænastur í
Føroyum og tað væntar
hann heldur ikki, at danskir
politikarar eru sinnaðir til.
Ketan leyp av
Eitt er, at Bárður Nielsen
ikki er samdur í, at blokk-
urin skaðar føroyskan bú-
skap.
Men ketan hjá lands-
stýrismanninum leyp heilt
av, tá ið hann hoyrdi tað
sjónarmiðið, at blokkurin
skal regulerast eftir fiska-
prísinum.
– Eg kann slett ikki taka
undir við, at blokkurin skal
regulerast eftir fiskaprísin-
um, ella eftir onkrum
øðrum mátistokki, so at
hann hækkar ella lækkar, at
eftir um tíðirnar eru vána-
ligar ella góðar.
– Tað fer at taka tað fíggj-
arliga frælsi og tað fíggj-ar-
ligu ábyrgdina frá okkum.
Hendir tað, verða tað onn-
ur, sum fult og heilt áseta
blokkin og tað taki eg ikki
undir við. Og so verða tað
samstundis onnur, sum fara
at áseta, hvussu tíðirnar í
Føroyum skulu vera og,
hvørjar vælferðartænastur,
vit skulu hava.
– Samstundis er stórur
vandi fyri, at tað hevði elvt
til ein ábyrgdarleysan før-
oyskan fíggjarpolitikk.
– Tá verður ábyrgdin fyri
einum føstum og skilagóð-
um fíggjarpolitikki partvís
tikin frá okkum, tí tá vit
politikarar, at gongur tað
illa, ger tað ikki so nógv, tí
so hækkar blokkurin bara.
Annars ivast hann ikki í,
at allir flokkar í Føroyum
eru sinnaðir at føra ein
fíggjarpolitikk, sum ber
fram ímóti sjálvbjargni.
– Men treytin hjá okkum
er, at vit skulu varðveita tað
vælferðarstøðið, vit hava.
Onkur flokkur er sinnaður
at skerja blokkin, hóast tað
kostar vælferðartænastur,
men tað eru vit grundleggj-
andi ósamd í.
Tá dámar Bárði Nielsen
nógv betri skipanina, sum
er, har blokkurin er ein føst
upphædd.
– So hava føroyskir
politikarar tað at halda seg
til og so mugu teir húsast
við tí, sum er, sigur hann
Varðveita blokkin
Nú skulu samráðingar aftur
verða um blokkin, men
Bárður Nielsen sigur, at
landsstýrið hevur enn ikki
tosað um, hvussu tað før-
oyska uppleggið til tær
samráðingarnar skal vera.
Men hann væntar kortini,
at uppleggið fer at vera, at
blokkurin skal vera á leið
sama støði sum hann er nú.
Tað er ongin, sum tosar
um at lækka blokkin. Hin-
vegin er tað heldur ongin,
sum tosar um at hækka
blokkin aftur.
Búskaparliga frælsi má ikki takast frá okkum
Blokkurin kann minka so
hvørt inntøkurnar hækka
– Ætlanin hjá Høgna Hoydal
var heilt genial, sigur
løgmaður
– Eg trúgvi onki uppá, at
danskir politikarar einvíst
fara at lækka ríkisveiting-ina
til, Føroya av hesum her,
sigur Bárður Nielsen
Sum altíð, tá ið gingið
verður saman við
ferðaleiðaranum,
Høgna, tróta stuttligu
søgurnar ikki, og tær
nýtist ikki at keða teg
á útferðum, har
Høgni er við – heldur
ikki, tá ið líkindini
einki eru at reypa av
ÚTFERÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað sá einki serligt út til
veður, tá ið vit fóru úr Havn
stutt eftir middagsleitið
seinasta leygardag. Mjørk-
in lá tættur oman millum
húsanna, væta dreiv undan
honum, og eitt frískt lágætt-
arlot lá heim ígjøgnum
Nólsoyarfjørð.
Stívan hálvan tíma eftir,
at vit vóru komin út úr res-
inum úr Havnini, stóðu vit
á Hotel Vágum og skiftu
orð
við
ferðaleiðaran,
Høgna, sum hendan dagin
skuldi fylgja okkum á
Bøstalafoss.
Líkindini í Vágunum
hendan seinnapartin vóru
ikki stórt øðrvísi enn í høv-
uðsstaðnum. Kanska lá
mjørkin ikki so langt oman,
og kanska var hann heldur
turrari í veðrinum.
Kortini ivaðist ferðaleið-
arin, um vit skuldu fara túr-
in, sum ætlaður var, ella um
vit heldur skuldu fara at
hyggja at onkrum í bygdun-
um.
Avgerðin fall kortini á
Bøstalafoss, og tá ið vit
koyrdu móti Vatnsoyrum,
sást, at vegurin var rættiliga
tornaður. Mjørkin lá tó enn
langt oman. Ein ávísur
glotti var at hóma omaná
luftini, men ongantíð klárn-
aði heilt, so sólin kundi
dagað undan.
Vit koyrdu niðan um
bygdina á vesturarminum á
Miðvági. Har fóru vit úr
bussinum – øll meira ella
minni vetrarklødd og settu
kós eftir gøtuni vestureftir.
Eini 30 fólk í ferðalagnum.
Ferðaleiðarin helt fyri, tá
ið vit høvdu gingið eina
løtu, at nógv var ikki at siga
frá á hesum leiðum, men
onkra søgu risti hann kort-
ini úr skjúrtuermuni soleið-
is av og á.
Á ferðini vestureftir sóu
vit omanyvir Sørvágsvatn,
sum Mikkjal á Ryggi í sín-
ari tíð gav navnið, Leitis-
vatn.
Sum altíð, tá ið gingið
verður saman við Høgna,
tróta stuttligu søgurnar
ikki, og tí nýtist tær ikki at
keða teg á útferðum, har
Høgni er við.
Frískligt var í veðrinum,
men hagin var hampiliga
turrur. Okkurt gil var eitt
sindur váttligt, og onkur
mundi fáa uppí skógvarnar,
tá ið lopið var tvørtur um
vátlendið.
Fríska lotið gjørdi, at tað
kendist eitt sindur kalt í
veðrinum, men tað bilti
ikki, soleingi ferð var á.
Á gongutúrinum vestur-
eftir var stuttur vegur niðan
á eggina, har steyrrætt berg
er niðurfyri, og tú sært nið-
an á Trælanípuna.
Komin vestur á Bøstala-
foss, settust vit at eta mat-
pakkan, og tá ið ferðalagið
var samlað á klettunum
eystanfyri omanrenningina,
segði Høgni frá fleiri søg-
um um neytakonur, sum
høvdu verið fyri ymiskum
hendingum í haganum.
Tann eina konan var
vorðin so sperd av einum
manni, sum var eftir henni,
at hon leyp út av og lendi í
eini túgvu, sum ber navn
eftir neytakonuni.
Meðan vit sótu við fótin
á Sørvágsvatni, var rætti-
liga illfýsið og kalt. Tí var
gott at sleppa at ganga
aftur, og á ferðini heimaftur
gingu vit fram við vatnin-
um.
Her komu vit í hugnaligt
prát við Suna Jacobsen,
lærara
og
fyrrverandi
skipaeigara og politikara,
sum eisini var við í ferða-
lagnum hendan dagin.
Suni visti nógv at siga
frá, og áhugavert var at
hoyra, hvussu stóran áhuga
hann og aðrir høvdu fyri
skiparakstri tey 12 árini,
teir áttu skip har vesturi.
Á vegnum heimaftur for-
barmaðu nøkur, sum vóru
við í ferðalagnum, seg um
eina moyrreyða ær. Júðurið
á ærini, sum helst hevði
mist sítt lamb, hekk næstan
niður á vøllin, soleiðis at
hon illa fekk gingið.
Tey vildu hava Høgna,
sum annars er røktingar-
maður, at hyggja at ærini
ella boða teimum frá, sum
hava við hendan hagan at
gera. Høgni gekk niðan
móti ærini, men hon gekk
undan. Væntandi tóku teir,
sum varða av haganum, sær
av hesum neyðars seyði,
sum ikki sá út til at hava tað
gott.
Sørvágsvatn er stórt.
Ferðaleiðarin nevndi, at tað
er umleið hálvan fimta
kilometur langt. So, tað tók
sína tíð at ganga heimaftur
til bussin, sum bíðaði eftir
okkum á vegnum millum
Vatnsoyrar og Sørvág.
Líkindini vóru einki ser-
lig til slíka útferð, men øll,
sum við vóru, tóktust fegin
um, at tey kortini vóru farin
hendan túrin.
Seinni um kvøldið var
gott kalt borð á Hotel
Vágum við undirhaldi, sum
Elsa Annika stóð fyri. Tá ið
vælsmakkandi
maturin
aftur við onkrum leskandi
varð fingin niður um, skip-
aðu Kim Hansen og James
Olsen saman við øðrum
fyri góðum dansitónleiki.
Vetrarklødd á summarútferð
Høgni, sum er ferðaleiðari, rættir stavin upp og peikar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jan Muller, blaðstjóri og Edvard Joensen, sum leiðir redaktión-
ina í Vágunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tey sita og skaffa og kroka. Illfýsið er, men lagið er gott
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað er stuttligt at vera á útferð við Høgna. Tær nýtist ikki at
keða teg, hóast toka og illfýsið er
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað er gott at fáa ein bita, áðrenn farið verður at ganga
heimaftur
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4