fríggjadagur 4. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 104 - 4. juni 2004
Nr. 104 - 4. juni 2004
7
Hýrurin
var
róligur
Djóni Dalsgarð
fyri starvsfólka-
deildina á Føroya
Tele sigur, at hýr-
urin á starvsfólk-
unum seinnapartin
mikudagin var
spentur, men kort-
ini róligur, tá
leiðslan boðaði frá,
hvørji fólk vórðu
uppsøgd
30 UPPSAGNIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað
kom
sum
ein
skelkur. Hópuppsagnir-
nar á Føroya Tele.
Fyrrapartin mikudagin
kundi leiðslan á Føroya
Tele boða frá, at 30 fólk
vórðu søgd úr starvi.
Hvørji starvsfólk talan
var um, kundi stjórin á
Føroya Tele, Andras
Róin,
ikki
upplýsa
fyrrapartin,
tí
hann
bíðaði eftir aftursvari frá
Starvsmannafelagnum.
Seinnapartin mikudagin
fingu so tey 30 starvs-
fólkini tungu boðini um
uppsagnirnar.
Vit hava spurt eitt um-
boð fyri starvsfólka-
deildina á Føroya Tele,
hvussu hýrurin var á
starvsfólkunum,
tá
leiðslan á Føroya Tele
boðaði frá, hvørji fólk
vórðu uppsøgd.
Rólig
Djóni Dalsgarð fyri
starvsfólkadeildina sig-
ur í stuttari viðmerking,
at hýrurin á starvs-
fólkunum sjálvsagt var
spentur á Føroya Tele í
gjár, men fólk vóru
kortini rólig. Hann held-
ur, at uppsøgdu starvs-
fólkini tóku væl tungu
boðini, og lupu ikki
fram av.
Tá vit hittu Djóna á
málið
hósmorgunin
dugdi hann ikki at siga,
hvussu hýrurin var á
starvsfólkunum, ið eftir
eru á Føroya Tele, tí
hann var júst komin inn
um dyrnar.
- Sjálv eri eg einkja,
og tú kennir teg nær
um naknað, nú tú um
góðan mánað verður
arbeiðsleys. Kortini
verða vit als ikki
nevndar í rokinum
um uppsøgdu starvs-
fólkini á Føroya, og
tað kennist svárt,
sigur Lena Rasmus-
sen, sum er ein av
uppsøgdu vaskikon-
unum á Føroya Tele
FLEIRI UPPSAGNIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Hetta er líka hart fyri
okkum sum fyri cand. ditt
og cand. datt. Vit eru eisini
menniskju, men tað er sum
um, at vit ikki eru til. Virð-
ingin fyri okkum vaskikon-
um er undir alt lágmark.
Orðini
eigur,
Lena
Rasmussen, sum seinastu
32 árini hevur starvast sum
vaskikona á Føroya Tele. 1.
juli verða hon og 13 aðrar
vaskikonur arbeiðsleysar.
Tolllaksmessudag í fjør
fingu vaskikonurnar upp-
sagnirnar í jólagávu frá
Føroya Tele.
Orsøkin til uppsagnirnar
er, at Føroya Tele frá 1. juli
hevur gjørt avtalu við
vaskifyritøkuna, Euro, og tí
verður ikki tørvur á teimum
vaskikonunum longur.
Lena Rasmussen er ørg
um, at Føroya Tele ikki
hevur grett orð um upp-
søgdu vaskikonurnar, tí tær
eru eisini menniskjur, sum
hon málber. Sjálv hevur
Lena rundað tey 60 árini,
men
framvegis
vantar
nakað í til pensiónsárini.
– Sjálv eri eg einkja, og
tú kennir teg nær um
naknað, nú vit um góðan
mánað verða arbeiðsleysar.
Tað kennist rættiliga svárt,
at vit als ikki nevndar í rok-
inum um uppsøgdu starvs-
fólkini á Føroya, sigur Lena
Rasmussen.
Ringur hýrur
Í morgun (hósmorgunin,
blðm) hevur Lena Rasmus-
sen vaska á Føroya Tele, og
hon greiðir frá, at hýrurin á
starvsfólkunum er snøgt
sagt vánaligur.
– Eg eri von við at vera í
góðum hýri, tá eg eri til ar-
beiðis. Í morgun fekk eg
kortini at vita, at eg skuldi
ikki ganga runt og flenna, tí
støðan í løtuni var einki at
flenna at, sigur Lena Ras-
mussen at enda.
14 vaskifólk eisini uppsøgd
– Ein uppsøgn kann
eisini geva fólki eitt
skump rætta vegin.
Við hjálp av eitt nú
eftirútbúgving,
kunnu fólk koma at
blóma aftur av nýggju
avbjóðingini, sum
kann menna tey sigur
sálarfrøðoingurin,
Eyðun Joensen
UPPSAGNIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað tekur dygt, tá ið fólk
verða søgd úr starvi. Bæði
tey, sum verða send heim,
og tey, sum eru eftir til
arbeiðis, verða hart rakt, og
tað tekur tíð, at fáa lagið á
arbeiðsplássinum uppaftur.
Í gjár segði Føroya Tele 30
fólkum úr starvi, og aðrar
stórar fyritøkur hava eisini
verið úti fyri at skula senda
nógv fólk heim samstundis.
Vit hava spurt sálarfrøð-
ingin,
Eyðun
Joensen,
hvussu ein óvæntað upp-
søgn ávirkar, og hvussu eft-
irsitandi
starvsfólkini
kenna uppsagnirnar
Kreppa
– Tað er sum at detta á
sjógv. Tú kemur í eina
bráðfeingis kreppu, har tað
er torført at fóta sær í eina
tíð.
Soleiðis lýsir sálarfrøð-
ingurin, Eyðun Joensen,
støðuna hjá fólki, ið brád-
liga hava fingið boðini um,
at tørvur er ikki á teimum á
arbeiðsplássinum.
Hann
heldur tað er av stórum
týdningi
at
uppsøgdu
fólkunum
verður
veitt
hjálp, tí fyrstu tíðina hava
tey ilt við at nýta sítt vit og
skil, tí kenslurnar um
uppsøgnina fylla nógv.
Sorg
Tá starvsfólkini á Føroya
Tele komu til arbeiðis í
morgun, eru tey óivað kom-
in til fleiri tóm arbeiðsborð.
Brádliga er persónurin, tú
hevur arbeitt lið um lið við
í fleiri ár burtur. Vit hava
spurt
Eyðun
Joensen,
hvussu starvsfólk kenna
tað, tá starvsfelagið í fleiri
ár brádliga verður sagdur úr
starvi.
– Eg haldi tað var
Kirkegaard sum segði, at
sorg er kærlighedens pris.
Tá tú missir okkurt er
vanliga talan um eina sorg.
Flestu
starvsfólk
mugu
kenna sorg, tá trúfastir
arbeiðsfelagar brádliga eru
burtur. Eftirsitandi starvs-
fólk kunnu eisini hava
skuldarkenslur, tí tey seta
spurningin, hví júst síðu-
maðurin varð sendur til hús
og ikki eg, greiðir Eyðun
Joensen frá.
Hann leggur afturat, at
vanliga er tað er sonevnda
bíliga arbeiðsmegin, ið
fyrst verður send til hús, tá
sparingar skulu fremjast,
og hetta kann eisini elva til
skuldarkenslur.
– Starvsfólk í bíligari
endanum hava, sum er,
torførari við at fáa endarnar
at røkka saman, og tí kann
tað kennast svárt hjá hinum
starvsfólkunum, at júst tey
minni múgvandi verða send
til hús. Hetta kann eisini
elva til skuldarkenslur,
greiðir hann frá.
Partur av
samleikanum
Tá fólk verða uppsøgd
hvørvir ein partur av sam-
leikanum hjá uppsagda
starvsfólkinum.
Eyðun
Joensen greiðir frá, at fólk
verða altíð fyrst spurd um,
hvat tey gera, og ikki hvørji
tey eru. Missir tú arbeiðið,
er vandi fyri, at partur av
samleikanum hvørvir.
– Myndin av einum per-
sóni er ofta tengd at, hvat
arbeiði, hann hevur, og
hvussu væl hann røkir sítt
arbeiðið. Missir tú arbeiðið,
verður
virðingin
fyri
persóninum hótt, og tað
kann elva til enn størri ampa
fyri uppsagda persónin,
vísir Eyðun Joensen á.
Eisini mennandi
Eyðun fortelur, at ein
uppsøgd nýtist ikki at fáa
fólk at falla í fátt. Ein
uppsøgn kann eisini vera
mennandi. Hann nevnir
sum dømi onkran, sum
hevur arbeitt á sama ar-
beiðsplássi í fleiri ár uttan
neyðuga íblásturin, og tá
kann ein uppsøgn verða eitt
vegamót.
– Ein uppsøgn kann eis-
ini geva fólki eitt skump
rætta vegin. Við hjálp av
eitt
nú
eftirútbúgving,
kunnu fólk koma at blóma
aftur av nýggju avbjóðing-
ini, sum kann menna tey,
sigur Eyðun Joensen at
enda
Sum at detta á sjógv
Í gjár vóru 30 fólk á Føroya Tele send til hús. Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen sigur, at ein uppsøgn nýtist ikki at fáa fók at falla í fátt, hon kann eisini geva fólki
eitt skump rætta vegin
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6