Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 104 - 4. juni 2004 Nr. 104 - 4. juni 2004 9 Leygardagin verður fyrsta bindið av savni úr Eiðis søgu givið út. Í hesum sambandi verður skipað fyri há- tíðarhaldi í skúlanum seinnapartin BÓKAÚTGÁVA Edvard Joensen Eiði fær nú sína fyrstu savnaðu bygdarsøgu. Tað er Óli Egilstrøð, sum hevur skrivað, og einkjan eftir Óla, Bettemi, hevur í sam- starvi við Bókadeild Før- oya Lærarfelags lagt til rættis. Eiðis Kommuna skipar leygardagin fyri hátíðar- haldi í samband við at bók- in, ið sum skilst er tann fyrsta í eini røð, kemur út. Lagt verður upp til, at ein nýggj bók við søguni um felagslív á Eiði er ávegis. Hendan fyrsta bókin, sum við yvirlitslistum og kortmyndum av Eiði, er góðar fýrahundrað blað- síður, verður nevnd »Úr Eiðis søgu«. Hetta lítla orðið »úr« er tað, sum ger munin, tá farið verður undir at skriva slíkar søgubøkur. Tí varð bara sagt Eiðis søga, var lætt at funnist at hesum og hasum, sum vantaði ella kanska als ikki hoyrdi til í eini søgu- bók. Nú ber hinvegin til at fara eitt sindur víðari enn til bókstaviligar staðfestar hendingar og kortini hava skrivað eina bygdarsøgu. Bókin byrjar við eini drúgvari frásøgn um staðar- nøvn á Eiði, soleiðis sum høvunurin minnist tey. Vit ferðast kring bygdina, í haganum á Eiði og suður í Sundalagið, so langt Eiðis Kommuna røkkur. Eisini eitt sindur longri suður fara vit í øðrum sambandi, tá greitt verður frá um land- nám og ferðast verður í huganum suður á Írland, suður móti Oyri. Hesin parturin, sum um- fatar staðarnøvnini, er meira at kalla endurminn- ingar, har ymiskt gamalt kemur uppaftur. Eisini eru hendingar í nýggjari tíð knýttar at ávísum staðar- nøvnum. Serliga eru tað vanlukkur, sum festar verða at hesum. Hjá einum, sum vaksin er upp her og bókstaviliga hevur slitið barnaskógvar- nar á hesum støðum, er tað forkunugt at fáa øll hesi nøvnini savnað í einum. Eyðvitað tað, tí eg havi ein rímiliga grundaðan var- huga av, at onkur av keld- unum hjá høvundanum man vera tann sama, sum undirritaði plagdi at halda seg til, ta tíð tað var. Kortini má eg siga, at viðhvørt tóktiskt mær, at rutan var eitt sindur øðrvísi, enn hon vanliga plagdi at verða gingin. Lopið varð onkuntíð í so langt frá einum staði til tað næsta fyri síðan líkasum at koma aftur haðar, farið varð frá, og so halda fram eftir van- ligum gøtum. Stuttligt var knappliga at møta nøvnum aftur, sum ein púra hevði gloymt. Helst tí, tey ikki verða brúkt meira, og í fleiri før- um eru horvin. Farin undir betong, vatn ella grótkast fleiri teirra. So tíð er uppá at hesi verða varðveitt so- leiðis, sum nú verður gjørt. Hinvegin saknaði eg tó okkurt navn, sum vit plagdu at brúka. Tað vil so vera. Rímiliga drúgv er um- røðan av jarðarviðurskift- um á Eiði, og forvitnisligt er at lesa um skiftið millum Norðurhelvt og Suðruhelvt í Norðanmanshaganum. Nú er tað lætt at taka framaftur, um áhugi skuldi verið fyri tí. Áhugavert er eisini at lesa um persónar, sum við- gjørdir verða. Til dømis er forvitnisligt at fáa at vita, at kona Páll Fanga giftist eið- ismanni nøkur ár eftir, at maður hennara varð farin av landinum. Óli Egilstrøð var Kruse- maður í móðurætt. Haðani hevði hann fingið listaligar gávur, sum hann brúkti til at tekna og mála. Ofta síggja vit, at lista- málarar geva bøkur út við myndum sínum, og hesin møguleikin er eisini nýttur í hesi bókini, har nógva myndatilfarið í stóran mun er málningar og tekningar hjá Óla. Umframt eru eisini fleiri fotomyndir, sum eisini í stóran mun eru rættiliga persónligar. Nakrar eru tó fingnar aðrastaðni. Eitt nú frá Fornminnissavninum. Máliborðsbløðini við Eiðishaganum, sum eru bæði fremst og aftast í bókini, eru sera hent at hava. Ymisk er, sum eygað sær, og fólk minnast. Eftir at hava lisið bókina og hugt at myndunum, eru onkrir myndatekstir, sum undir- ritaði ikki er heilt samdur við, og onkran tekstin kundi ein hugsað sær at lýst staðarnøvn eitt sindur neyvari. Gingið verður gjølla um staðarnøvnini í bókini. Tó haldi eg ikki, at altíð er skrivað, sum sagt verður lokalt. Heldur er orðabóka- mál nýtt í summum førum. Tað kann helst vera rætt hjá teimum, sum ikki kenna støðini, men eg vildi tó hildið, at lokalt mál átti at verðið nýtt í slíkum føri. Um tað er høvundurin sjálvur, ella tað er rætt- lesarin, sum hava sett hesi nøvnini á, havi eg ikki fingið uppspurt. Men okk- urt kundi bent á, at rætt- lesingin hevur havt ein leiklut í hesum. Einastaðni varð eitt staðarnavn beinleiðis skeivt, men tað rætta varð so brúkt aftur seinni. Slíkt er fyrigeviligt og kann so bara verða hugsað um, tá næsta bind kemur. Men tó má eg siga, at tað er eftir míni meting ikki rætt at brúka beinleiðis fremmand orð í eisini slíkari bók. Rættlesarin er suðringur, og tað sæst týðuliga í orða- valinum, sum brúkt verður. Tað er gjøgnumført í bókin at brúka orðið »báði«, har øll eiðisfólk siga »bæði«. Konsekvent verður skrivað, at tað tl dømis vóru »báði« abbin og pápin, sum gjørdu tað ella tað. Soleiðis verður ikki sagt á Eiði. Har siga fólk »bæði« abbin og pápin. Og tað skuldi eisini verið nýtt soleiðis í eini bók um Eiðis søgu. Hóast hitt eisini er málsliga rætt. Tí ein bygdarsøga eigur eisini at goyma tey sereyð- kenni, sum bygdin gjøgn- um tíðina hevur alt. Tá alt verður stílreint og turrgelt bókamál, og eingin dialekt er eftir, er landið fátækt. Søga og søgn av Eiði Fyrsta bindið í røð um Eiðis Søgu verður lagt fram á samkomu í Skúlahøllini á Eiði leygardagin klokkan 14.00 Gamla kirkjan á Eiði Óli Egilstrøð 20. modellskipið hjá Hans Jacob Hans Jacob Fuglø fer at sýna fram eitt modellskip á norðoyastevnu. Hetta er 20. modellið, sum hann hevur bygt Eftir einari tekning frá miðskeiðis í 19. øld. Skipið varð bygt í 1848, og í 1874 keyptu Jørgen Bech og sønner, sum róku handilin úti í Klaks- víksgarðinum, tað. Skip- ið varð nýtt til at føra vøru millum úthandlar- nar. Síðani varð tað nýtt sum fiskiskip, og tann 25.05.1887 fór tað á land í Íslandi. Hetta hendi við Breiðuvík í illveðri. Allir menninir lótu lív. Hans Jacob fekk fatur á hesari tekningini, og eftir henni gjørdi hann so modellið av skipinum. Arbeiðið tók hálvt ár. Og nú hevur tað staðið liðugt somuleiðis í eitt hálvt ár. – Eg havi gjørt mong modell, hetta er nummar 20 í røðini, og tá telji eg ikki byggisettini við, tí tey eru ikki tað sama, sigur Hans Jacob. Hans Jakku Fuglø hevur fyrr sýnt fram saman við norðoya Lista- felag, og tað dámar hon- um væl. Men hann sigur, at hann fæst mest við skip, sum eru søgulig. Og um norðoyastevnu fer hann so at sýna fram sítt seinasta og nýggjasta modellskip. Glotti og Gleimi á norðoyastevnu Stórt barnatiltak í KÍ- høllini fríggjakvøldið kl 18.30. Aftur í ár, verður skipa fyri stórum barnatiltaki á Norðoyastevnu. Seinasta ár, vóru 3 sýningar í gomlu fimleikarhøllini á Ziskatrøð skúlanum, men í ár er tiltakið flutt niðan í KÍ-høllina. Av tí at undirtøkan var framúr góð í fjør, hava fyrireikararnir valt at hava tiltakið í KÍ-høllini, í ár. Á skárnni verur búk- taling og gykl frá Glotta & Gleimi, umframt at Hans Michael og Finn fara at syngja og skemta við børnunum. Kostnaður fyri tiltakið er 80 kr, og kunnu atongumerkini keypast við dyrnar. Konsert í skúlan- um við Ósánna Komandi týskvøld kl. 19.30 hava 17 Sangarar konsert í Ósáskúlanum, har tey fara at syngja før- oyskar og norðurlendskar fosturlandssangir, nakað av andaligum sangum og okkurt klassiskt. Eisini verða klassisk stykki og lættari tónleik- ur framførd á violin og klaver við Moniku Stauss Joensen og Helgu Hilm- arsdóttir Gerðalíð. Í samband við at kórið var á konsertferð í Sveits í seinasta mánað, har væl vitjaðar konsertir vórðu hildnar bæði í suður- og norðursveits, er eisini ætlanin at vísa nakrar myndir frá ferðini. Kórleiðari verður sum vanligt Jógvan við Keldu, meðan Pætur við Keldu hevur klaverfylgi- spælið. Tað eru í ár liðin 10 ár síðani 17 Sangarar vórðu settir á stovn. Modellið av Løvenørn verður við á framsýning- ini, sum norðoya Listafelag hevur á norðoyastevnu Ein umboðsmonnun- um í SEV fyri Klaks- víkar kommunu, Jógvan Isaksen, mælir til, at íbindargjaldið lækkar 20%. Endalig avgerð um uppskotið hjá Jógvani Isaksen verður tikin á um- boðsnevndarfundin- um í heyst ÍBINDARGJALD Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Umboðsmaðurin, Jógvan Isaksen, sum umboðar Klaksvíkar kommunu, legði eitt uppskot fram á umboðsnevndarfundinum hjá SEV fríggjadagin um at lækka-og seinni møguliga taka av íbindingargjaldið til sethús. Uppskotstillarin róð fram undir, at eitt ókeypis íbind- ingargjald átti at verið veitt kundanum sum ein tænasta, eins oljufeløgini, Shell og Statoil, lata ókeypis tangar til húsahaldið. Í fyrstu at- løgu skal íbindingargjaldið lækka 20 %, men málið eigur at verða at taka gjald- ið endaliga av. Íbindingar- gjaldið er í dag ásett til 5000 krónur Hans Tausen Olsen sigur, at SEV-stýrið viðger upp- skotið, og endaliga støða verður tikin til uppskotið á umboðsnevndarfundinum í heyst. Verður uppskotið samtykt, lækkar íbinding- argjaldið frá 1. januar 2005. Íbindingargjaldið eigur at lækka -Hetta var besti fundur, eg havi verið á í míni tíð í SEV. Alt gekk eftir ánni, sigur umboðsnevndarform aðurin í SEV, Hans Tausen Olsen, um fyrsta almenna um- boðsnevndarfundin hjá SEV. OPIN UMBOÐS- NEVNDARFUNDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fríggjadagin skipaði SEV fyri fyrsta umboðsnevndar- fundið, har hurðarnar vórðu latnar upp fyri al- menninginum. Seinasta árið hevur SEV verið fyri nógvum ákoyringum um, at stovnurin er ov afturlatin, og á seinasta umboðs- nevndarfundið varð tí sam- tykt at lata hurðarnar upp fyri almenninginum. Hans Tausen Olsen er umboðsnevndarformaður í SEV, og hann greiðir frá, at fyrsti almenni fundurin eydnaðist ómetaliga væl. – Hetta var besti fundur, eg havi verið á í míni tíð í SEV. Alt gekk sum eftir ánni, sigur umboðsnevnd- arformaðurin í SEV, Hans Tausen Olsen. Hann leggur afturat, at nógvir relevantir og góðir spurningar komu frá áhoyr- arunum, og hetta setti sín dám á orðaskiftið fríggja- dagin. Hægri krøv Hans Tausen Olsen sigur, at nýggja skipanin setur hægri krøv til SEV-stýrið. – Nýggja skipanin krevur bæði, at stýrið og fundar- stjórin eru betri fyrireikað til fundirnar. Vit hava gjørt av, at halda tíðindafund fyri fjølmiðlunum, áðrenn hvønn umboðsnevndar- fund, og tað setur eisini hægri krøv okkum. Per- sónliga kann eg bert siga, at eg nýtti meir til at fyrireika meg, enn eg havi gjørt áður, sigur Hans Tausen Olsen. Í heyst skal umboðsnevndin endaliga taka støðu til uppskotið hjá Jógvani Isaksen um lækka íbindingargjaldið hjá SEV til húsarhald, Mynd: Magnus Gunnarsson Fyrsta royndin eydnaðist væl Hans Tausen Olsen var fundarstjóri á fyrsta almenna umboðsnevndarfundinum hjá SEV, og hann letur væl at. Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 9 8