Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 104 - 4. juni 2004 Nr. 104 - 4. juni 2004 11 Hósdagin kundi okkara fremsti fótbólts- leikari við gleði staðfesta, at hann aftur stillar seg tøkan hjá føroyska landsliðnum. Ein støða, sum hevur verið øðrvísi seinastu trý árini, tá Todi við atliti til nógvu skað- arnar boðaði frá, at hann fyribils hevði tikið seg av landsliðnum. Hetta var ein avgerð, sum frá fleiri síðum var alt annað enn væl móttikin. Orð sum neyvan hóska seg á prenti vóru at síggja í millum øðrum lesarabrøvum, og fyri fleiri hevði hetta helst eisini verið nóg mikið til, at hurðin varð læst fullkomuliga. Men soleiðis skuldi tað tíbetur ikki enda. Hóast tað var sjónligt, at tað hevur staðið nógv á hjá Toda hesum viðvíkjandi, so hevur hann alla tíðina latið hurðina staðið á gloppi. Eisini hóast viðmerkingarnar, sum eru folnar, í mongum førum mugu hava sært ærukæra klaksvíkingin. Hetta hevur hann tó alla tíðina hildið fyri seg sjálvan. Samstundis sum hann við avrikum sínum í FCK hevur verið eitt framúr umboð fyri Føroyar og føroyskan fótbólt. Nú skal venjarin sjálvandi fyrst taka liðið út, men tað skuldi verið løgið, um Todi ikki verður millum teir fyrstu ellivu, sum tann 18. august fara á vøllin, tá landsliðið skal spæla móti Malta. Einki er at ivast í, at vónirnar tá verða stórar, men er tað nakar, sum er førur fyri at bera hesar vónir, so er tað Todi. DAGSINS MEINING Sosialurin Væl afturkomin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Alfred Olsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Peningastovnarnir ynskja at fáa pant í fiskiloyvunum hjá skipum og bátum, og hava í síni jakstran eftir pantum lagt ynski fram og harvið biðja um hjálpt frá donskum og grønlendskum politikarum á Kristiansborg í seinastu viku. Peningastovnarnir eiga at vita, at tað er her heima í Føroyum, at ásetingar og møguleikar í fiskiloyvun- um vera ásettir. Fiskiskipini søkja um at fáa fiskiloyvi, fyri at kunna fiska og ikki fyri at kunna pantseta fiski- loyvið. Fiskiloyvi verður givið, fyri at bátar og skip skulu hava møguleikar at troyta fiskigrunnarnar, sum eru ogn føroya fólks, og ikki fyri at peningastovnarnir skulu fáa pant í hesi somu ogn. At geva peningastovnum pant í fiskiloyvunum, kem- ur at darva umsetiligheidini av fiskidøgum og skaða fleksibilitetin og dyna- mikkin í fiskidagaskipan- ini. Trygdin Skipini sjálvi, skulu ráða yvir fiskiloyvunum, ið tey hava fingið frá landsstýrin- um, og ikki bankarnir. Besta trygdin hjá peninga- stovnum móti tapi, er at tað gongur væl hjá fiskiskipun- um, og ikki eitt pant í fiski- loyvunum. Ólógligt Í dag hava skipini ikki loyvi at geva peningastovnunum pant í fiskiloyvum, og skal hetta kunna gerast, so krevst lógarbroyting. Her boðaði Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður í seinastu viku frá, at sitandi samgonga ikki ætlar at koma við nakr- ari lógarbroyting, ið gevur skipunum loyvi til at pant- seta fiskiloyvini. Eg loyvi mær at ivast í, um pant í fiskiloyvinum automatiskt vil viðføra lægri rentu ella at ungir menn í størri mun enn nú fara at fáa sær skip. Verandi fiskiloyvir Hyggja vit at skipunum undir fiskidagaskipanini, so ráða skipini/bátarnir fult út yvir sínum fiskidøgum, á landgrunninum, á Føroya- banka og yvir kvotuni í Íslandi. Hava tey brúkt 60% av døgunum ella kvot- uni, eru tað skipini sjálvi sum avgera nær og til hvønn kvalifiseraðan keyp- ara teir selja, og tað skulu tey framhaldandi hava rætt til. Hava skipini hinvegin latið bankunum pant í fiskiloyvinum, verður tað panteigarin sum hevur av- gerðina, og tað gagnar hvørki skipanini ella sam- felagnum. Bill Justinussen løgtingsmaður Tað er fallið løgmanni fyri bróstið at vera kallaður lygnari. Hetta er sjálvsagt hørð og ófólkalig ákæra at reisa móti landsins hægsta manni, og var tað tí ikki uttan ótta, at eg nýtti hesa orðing. Men nú hevur løg- maður sjálvur greitt frá sínum grundgevingum fyri útsøgnunum um sparingar- nar í miðfyrisitingini, og so er upp til ein og hvønn at meta um sannleiksvirðið í útsøgnum løgmans. At siga ósatt Øll kunnu koma soleiðis fyri, at tey onkuntíð siga ósatt. Tá hendir tað sum oftast, tí tey ikki hava fult innlit og ikki vistu, at tey søgdu ósatt. Men tá man veit, at man sigur ósatt, lýgur man. Okkurt er, sum bendir á, at løgmaður ikki segði allan sannleikan, og at hann visti hetta. Í bløð- unum í dag viðgongur hann, at "tað var ein polit- isk samanbering, hann gjørdi". Hann viðgongur, at verður samtykta fíggjarlóg- in fyri 2004 samanborin við veruligu nýtsluna fyri 2003, er talan um eina 3% sparing. HVÍ HOYRDIST TANN BOÐSKAPURIN IKKI Á TÍÐINDAFUND- INUM?? Kanska tí, at so var hann ikki serliga áhuga- verdur meir?? Hvat er miðfyrisiting? Tá løgmaður brúkar orðið miðfyrisiting um samlaðu játtanina til aðalráðini, so skal hetta eisini takast við fyrivarni. Tí í játtanini til aðalráðini liggja fleiri játt- anir, sum ikki kunnu kallast miðfyrisiting. Nøkur dømi eru játtan til tilbúgving, ráð og nevndir, EDV-verkætl- anir, ymiskt viðlíkahald, granskingarætlanir, bruna- umsjón o.a. Hesar nevndu útreiðslur fara ikki til at hjálpa landsstýrismannin- um við politiska og fyrisit- ingarliga arbeiðnum, men til aðrar uppgávur, sum av praktiskum orsøkum liggja undir aðalráðunum. Ongi størv spard Løgmaður hevur alment váttað, at ongi fólk verða uppsøgd í miðfyrisitingini. Sostatt er ongin ítøkilig sparing gjørd í tí, sum telur nakað í miðfyrisiting. Og tí kann av røttum verða spurt, hvat er so sera áhugavert í boðskapi løgmans. Hví úrslit eftir 100 dagar? Hinvegin skilji eg heldur ikki, hví løgmaður er so al- tráður eftir at vísa á ítøkilig úrslit teir fyrstu 100 dagar- nar. Øll vita, at góður poli- tikkur tekur tíð og góðir politikkarar ikki lata seg trýsta til skjóttfingnar loysnir í politikki. Skjótar loysnir kosta sum oftast í seinna enda, tí tá hava tær í flestu førum ikki fingið ta neyðugu búningartíðina, sum politiskar loysnir í flestu førum krevja. Heldur ikki havi eg hildið, at nakar hevur kravt løgmann og samgonguna eftir ítøkilig- um politiskum úrslitum hesar fyrstu 100 dagarnar. Samanumtikið Um løgmaður er lygnari ella ikki er sjálvandi upp til hansara egnu samvitsku at meta um. Men at samgong- an megnar at spara 3% í almennari fyrisiting er hóast alt at fegnast um, og fari eg als ikki at taka hend- an heiðurin frá løgmanni. Vónandi fer tað at eydnast at halda fast um, at almenn fyrisiting má tódna saman við búskapargongini sum heild. Eg fari at enda at ynskja løgmanni hepna hond at møta teimum av- bjóðingum, sum liggja fyri framman. Pant í fiskiloyvum Munur á at lúgva og siga ósatt Álvarsligt mistak í »Degi og Viku« Rolf Guttesen Sjónvarpið segði 1. juni í "Degi og viku" frá, at Landsstýrið hevði fing- ið vitjan av umboðum úr Hetlandi, Orknoyum og Hebridunum. Hoyrdi eg rætt, so var sagt at »teir fýra landsráðsfor- menninir úr hesum bretsku hjálondunum hava havt fund við Løg- mann«. Hesar oyggjar eru ikki bretsk hjálond. Hvat ið tíðindamað- urin hevur hugsað, tá stubbin bleiv skrivaður, veit eg ikki. Kanska tað, at hesir oyggjabólkar fyri sunnan ikki hava sama sjálvstýri sum Føroyar, og ikki eins og Føroyar hava ein vissan rætt til at gera millum- landa avtalur. Hetta vís- ir bara, hvussu góðar møguleikar og víttgang- andi rættindir Føroyar hava í Ríkisfelagsskap- inum, sum onnur kanska misunna okkum. Kanska vísir tað eis- ini, at føroyska orðið »hjáland« er misvís- andi, tí tað kann og verður brúkt um líkt og ólíkt. Koloniir, protek- toratir, skattlond, ’bi- lond’ ella hjálond. Sak- in er, at orðið hjáland er ein umseting av tí danska ella norska ’biland’. Einaferð vóru Føroyar og Ísland rokn- að sum ’bilande’, með- an Grønland og Vest- indisku oyggjar-nar vóru koloniir. Hetland, Orknoyar og Hebridurnar eru partar (districts) av Skotlandi, sum gjøgnum konga- felagsskap síðan 1707 er sameint við England. Tí nevnist landið: »Uni- ted Kingdom of Great Britain and Northern Ireland«. Great Britain ella Stóra Bretland er navn á oynni, sum um- fatar Skotland, England og Wales. Eftir sum »Bretland« eisini umfatar Skotland, og nevndu oyggjar og fleiri aðrar eru partar av Skotlandi, ber ikki til at nevna tær koloniir ella hjálond. Ja, um ikki eitt privat-politiskt ynski verður lagt í orðingina. Men tað kann ikki verða uppgávan hjá einum frásøgumanni í sjón- varpinum. VIÐMERKINGAR Eilif Samuelsen Norðuratlantsbólkurin hev- ur í síðstu viku havt eitt av sínum tiltøkum til frama fyri samskipaðu stremban- ina at loysa Grønland og Føroyar frá Danmark. Tað er í lagi, at Tjóðveldis- flokkurin virkar fyri tí einasta politiska málinum, hann í roynd og veru hevur. Fyri seks árum síðani kom Høgni Hoydal inn á ting fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevði við sær heim- anífrá eitt spildurnýtt pro- jekt, sum hann tók allan flokkin á bóli við. Hetta fullveldisprojektið stýrdi fullkomiliga politikkinum í samgongunum frá 1998-04, enntá so nógv, at nú aftaná er ilt at vísa á nakað týð- andi politiskt avrik til frama fyri føroyska vinnu- lívið, mentanarlívið ella samfelagslívið sum heild. Nú er flokkurin rikin frá valdinum, fullveldið skinn- deytt og abstinensirnir gera um seg. Tí má flokkurin markera seg í andstøðu við at taka upp stórmál, so sum at taka løgmann og lands- stýrismannin í fíggjarmál- um í at pella ella at gera ov nógv av og krevja av teim- um, at teir alment skulu lova ikki at gera grin burtur úr tørvandi avrikunum hjá fullveldislandsstýrunum. Fullveldið gongur aftur Tað er staðfest ferð eftir ferð, at meiriluti er ikki í føroyska fólkinum fyri at loysa frá Danmark. Tí undrar tað ikki so lítið, at fullveldisfólk hava so lítla virðing fyri føroyska fólka- viljanum. Tey, sum eru sannførd um, at tað er rættast fyri føroyska fólkið at varðveita ríkisfelags- skapin, eru av tjóðveldis- leiðsluni vorðin skírd at vera minni verdir føroy- ingar og tað, sum verri er. Men hesin størri parturin av fólkinum hevur treyta- leyst krav uppá at vera tikin fyri fult fyri sínar meining- ar. Ein av hesum meining- um er, at tey taka undir við, at Føroyar fáa eina ríkis- veiting. Tað má tí roknast fyri undangravandi virksemi, sum Tjóðveldið hevst at, nú fólk, sum notoriskt eru ímóti blokkstuðli, verða send til at indoktrinera danskar politikarar og danska almenningin og fóðra tey við ivasomum og deils misvísandi upplýsing- um um, hvussu skaðiligur og niðurbrótandi danski ríkisstuðulin er fyri før- oyska samfelagið. Flestu føroyingar taka ikki undir við hasum sjónarmiðinum, tí teir vita, at tað er ikki rætt. Tað var jú ikki ríkisstuð- ulin, sum koyrdi landið út í óføri seinast í 80unum og fyrst í 90unum, men heldur tann óhóvsama, óforsvar- liga lángevingin frá pen- ingastovnunum og eitt landsstýri, sum m.a. visti alt ov lítið um veruligu fíggjarviðurskiftini og tí eisini sveik. Um nakað hald er í postulatinum um, at ríkis- veitingin upphitar og oyði- leggur føroyska búskapin, hví kempa so øll, eisini Tjóðveldisflokkurin, fyri, at vit einaferð skulu fáa stórar inntøkur frá olju- vinnuni, tá ið hesir pengar fara at fáa effinett somu ávirkan á føroyska bú- skapin, sum ríkisveitingin hevur? Fíggindamyndir Tá ið fullveldisætlanin í 1998 kom fram, varð ein víðfevnd strategi løgd út í æsir, hvussu loysingin skuldi fremjast. Javnber m.a. heimasíðuna hjá tí landsstýrinum og tey væl trimmaðu slagorðini, sum skuldu endurtakast í tað óendaliga, so at tey sótu í hámønuni á hvørjum ein- asta føroyingi, arbeiðið við Hvítubók, sum legði hald á arbeiðsmegina hjá megin- partinum av føroyska em- bætisverkinum í áravís, Yvirtøkulóg, samtykt um sjálvstýri Føroya fólks o.s.fr. Ein av høvuðsstrategiun- um hjá fullveldisoddaliðin- um var at skapa nakrar markantar fíggindamyndir. Ein fíggindi er eitt væl definerað mál. Fíggindar hevur ein andstygd fyri, og teimum skulu øll berjast ímóti. Tvey av hesum mál- unum, sum skuldu leggjast fyri hatur vóru Danmørk og danir og so blokkstuðulin. Henda ráðstevnan, sum Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri seinasta týsdag á Christiansborg hevði í veruleikanum eittans enda- mál, hóast hon var slørað og pakkað inn í búskap, og tað var at sáa misálit á ríkisveitingina og bera so nógv ilt fyri henni, at danir skuldu halda, at hetta var almenna hugsanin í Føroy- um, og at danir sjálvir skuldu fáast at taka stig til at skerja og kanska heilt av- taka blokkin. Nú mugu danir hjálpa Tað hevur ikki eydnast Høgna Hoydal og fylgis- neytum hansara at sannføra føroyingar í Føroyum um, at ríkisstuðulin er av tí ónda. Ei heldur er tað eydn- st teimum at sannføra før- oyingar um, at allir danir eru reinir devlar, sum eru rótin til alt ilt, sum hendir í Føroyum. Tí verður nú farið aftur um ryggin á før- oyingum og niður til Dan- markar at leita sær hjálp at ganga uttan um meirilutan í Føroya fólki og uttan um landsins fremstu stovnar: løgtingið og landsstýrið. Teir føroysku fyrilestrar- haldararnir úr fíggjarheim- inum vóru qua síni størv væl valdir til endamálið, og íslendingar eru altíð góðir í ávikum. Fyrstu úrslitini vísa, at tiltakið hevur borið frukt. Danskir politikarar hava longu úttalað, at nú má um- hugsast at skerja blokkstuð- ulin. Sig so at uttanum- parlamentarisma ikki kann føra á mál, tá ið ein ikki fær parlamentarismuna at makka ræt. Tað er ein iv- ingarsom søk, at fullveldis- fólkini nú eru farin at brúka loysunarorðið, sum verður heft at jesuittunum, at endamálið halgar gerðina. Hetta er ið hvussu er enn ein váttan um okkurt ófrættakent? Áki Andreasen Oddagreinirnar í Sosialin- um hava mangan verið merktar av øvund, veru- leikafjarar og til tíðir meira skemtiligar enn gott er fyri eina oddagrein. Tað var tann tíðin tá oddagreinskrivarar Sosial- sins ikki fingu umrøtt nakað samfelagsmál uttan at Tjóðveldisflokkurn bleiv settur í samband við alla ólukku, oddagreinirnar høvdu úr at gera at deila Tjóðveldisflokkin í ymisk- ar bólkar og innanhýsis viðurskiftini vóru í Tjóð- veldisflokkinum. Og nú eru eina odda- greinin fyri og onnur eftir reinar politiskar undan- førslur fyri sitandi sam- gongu. Loyal fólkatingsumboð?? Tað er fallið Sosialinum fyri bróstið, at Norðurat- lantsbólkurin skipaði fyri einari ráðstevnu um blokk- in á Christiansborg. Odda- greinin í Sosialinum miku- dagin 02. juni - ger nógv burtur úr »óskrivaðum lóg- um« fyri umboð Føroya á Fólkatingi. At umboðini til einhvørja tíð hava verið og eiga at vera »loyal« mót- vegis einhvørjari samgongu í Føroyum. Álvaratos - heldur odda- greinskrivarin at minnið hjá føroyinginum er so stutt, at hann ikki minnist, hvussu núverandi løgmaður nýtti eitthvørt høvi at undirgrava fullveldisætlanina hjá tá sitandi samgonguni?? Hvussu Jóannes Eides- gaard var umboð hjá Poul Nyrup Rasmussen og donsku stjórnini - og bein- leiðis mótarbeiddi politiska viljanum hjá samgonguni, hvussu Jóannes Eidesgaard á Fólkatingi gjørdi alt hann var mentur fyri at mót- arbeiða og boða dønum frá, hvussu tá sitandi samgonga var við at koyra alt samfe- lagið í sor?? - hvar var loyaliteturin og tær óskriv- aðu lógirnar tá?? Ella umboð Sambands- floksins - hvar var loyalitet- urin hjá Listbeth Petersen mótvegis samgonguni sum sat??? Nei - tað er syndarligt at síggja hvussu tunt soðið er vorðið í oddagreinunum á Sosialinum, og hvussu sjónligt tað er, at Javnaðar- fólk hava fingið ilt av, at ráðstevnan um blokkin hevur fingið innivist í Sosialinum. Kjakið um blokkin Bæði Bárður Nielsen og aðrar sambandskreftir vaknaðu við kaldan dreym, tá danskir politikarar og onnur settu spurnaðartekin við blokkin - »vit hava brúk fyri hvørjum oyra« stað- festi fíggjarmálaráðharrin, tað sama slegði løgmaður fast - ei dáni í; tí blokkurin er teirra politiska livibreyð. Hvat skuldu sambands- menn í samgonguflokkun- um gjørt um blokkurin bleiv burtur - og enntá eftir kravið frá donskum mynd- ugleikum?? Teir hótta við vælferðini - tað er eitt gam- alt vápn sum er takksamt at brúka - men ynskiligt hevði verið at farið var longri enn bert at leggja somu gomlu - og eftirhondini skøvaðu plátuna á um skerda og minkandi vælferð, fáa vit ikki danskar pengar. Hesir somu hava ikki ver- ið smædnir og kalla tankan um, at blokkurin hvørvur eftir ynski frá dønum fyri »fjant og fjas« - eingin av flokkunum sum sita í sam- gongu í dag hava havt ein vilja at fingið eitt kjak um blokkin - hóast Tjóðveldis- flokkurin ferð eftir ferð hevur roynt at fingið evnið á dagsskránna. Men sum so mangan, so skulu danskir politikarar til fyri at afturhaldsflokkarnir ressast á og vilja kjakast um eitt so týdningarmikið mál sum blokkin. So nú røkist kanska fyri at eitt veruligt og gagnligt kjak um blokkin verður sett á dagsskránna. Synd í samgonguni....?? Norðuratlantsbólkurin skal hava rós fyri at fáa slíka ráðstevnu í lag. At Sosial- urin tosar um óskrivaðar lógir og loyalitet kann Norðuratlantsbólkurin ikki taka sær av - flestu lesarar hjá blaðnum hava helst hvept seg við tá umtalaða oddagreinin er lisin. Hvat er galið við at skipa fyri einari ráðstenvu um blokkin á Christiansborg, skilji eg púrt einki av, og vit kunna ikki halda áfram at taka synd í samgonguni - nú má politiski gerandis- dagurin vera á skránni og mál sum viðkoma tí før- oyska samfelagnum. Var Jóannes Eidesgaard »loyalur« móti fullveldissamgonguni??? Bakbit C M Y K 11 10