Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 104 - 4. juni 2004 Nr. 104 - 4. juni 2004 13 UTTAN ÚR HEIMI Krevja breiða semju Í Danmark hevur stjórnin hótt við at fremja tann nógv umrødda kommunubygnaðin, sjálvt um Sosialdemo- kratarnir hava vent ætlanini bakið. Tá samráðingarnar slitnaðu í síðstu viku, segði stjórnin, at so fór hon at fremja ætlanina saman við Danska Fólkaflokkinum. Men tað vilja teir donsku borgarstjórarnir ikki. Ein spurnarkanning hjá Jyllandspostinum vísir, at 92 prosent av teimum spurdu borgarstjórunum vilja hava eina breiða semju um kommunubygnaðin. Tað merkir, at teir vilja hava stjórnina at semjast við Sosialdemo- kratarnar heldur enn Danska Fólkaflokkin. Meiri enn helmingurin av borgarstjórunum siga samstundis, at semjast stjórnin og Sosialdemokratarnir ikki, eigur stjórnin at útseta ætlanina. Um tað var hendan kanningin, sum var orsøkin, er ikki greitt, men mikukvøldið sendi stjórnin boð eftir Sosialdemokratunum, og tann fyrsti fundurin verður fríggjadagin. Sosialdemokratarnir hava sagt, at fáa teir ikki nakrar broytingar í uppskotið, fara teir at rætta bygnaðin aftur, koma teir í stjórn aftan á næsta val. Vístu myndir av gíslum Í næstan tveir mánaðir hava tríggir italiumenn sitið gíslar í Irak, og mikukvøldið vísti arabiska sjónvarps- støðin Al-Jazeera eina sjónbandsupptøku av teimum trimum monnunum. Upptøkan var frá 31. mai. Á bandinum greiddi ein av gíslunum frá, at teir hava verið væl viðfarnir, síðani teir vórðu tiknir, og at teir høvdu tað gott. Ein av burturflytarunum segði á band- inum, at italska stjórnin eigur at hugsa um, hvat kann henda teimum trimum monnunum. Hann bað italska fólkið mótmæla krígnum í Irak og fordøma amerik- anska forsetan og ta italsku stjórnina. Gíslarnir vóru upprunaliga fýra, men burturflytarar- nir beindu fyri tí fjórða, eftir at italska stjórnin hevur sýtt fyri at taka teir 2.700 italsku hermenninar í Irak. Bara USA og Bretland hava fleiri hermenn har. Ósemja í A.P. Møller Tað vakti stóran ans í Danmark, tá landsins størsta vinnufelag, A.P. Møller, kunngjørdi, at ein av felagsins stjórum var farin frá eftir innanhýsis ósemju í leiðsluni. Tað hevur sanniliga ikki verið vanligt, at A.P. Møller hevur kunnað almenningin um innanhýsis ósemjur. Tá fólk í leiðandi størvum eru farin frá, hevur frágreiðing- in vanliga verið, at viðkomandi var farin frá av persón- ligum ávum. Men mikudagin kunngjørdi stórfyritøkan, at stjórin í oljudeildini hjá felagnum, Kjeld Fjeldgaard, var farin frá orsakað av innanhýsis ósemju í leiðsluni. Danskir fjølmiðlar eru á einum máli um, at stjórin í Mærsk Olie og Gas kann ikki vera farin frá, tí hann hevur ikki verið nóg dugnaligur. Víst verður á, at um- setningurin hjá Mærsk Olie og Gas var 19,2 milliardir krónur í fjør, og at avlopið var 6,5 milliardir krónur. Kjeld Fjeldgaard hevur arbeitt hjá A.P. Møller síðani 1972, og hann hevur sitið í leiðsluni síðani 1991. Dinosaurar á Bornholm Tann 30 ára gamli jarðfrøðingurin Jesper Milán hevur funnið fótaspor, sum benda á, at dinosaurar vóru á Born- holm fyri 170 milliónum árum síðani, skrivar Politiken. Fyrr hava jarðfrøðingar funnið tenn av dinosaurum á Bornholm, men hetta er fyrstu ferð, at menn hava funnið teirra fótaspor á oynni. Jesper Milán sigur við Politiken, at hann hevur funnið tvey fótaspor. Annað er 70 senti- metrar til longdar, og tað heldur hann stava frá einum sokallaðum sauropadi. Teir størstu sauropadarnir kundu vera 40 metrar langir og eru størsta djór, sum hevur livað á Jørðini. Hitt fótasporið er 25 sentimetrar langt. Jarðfrøðingar siga, at í dinosaurratíðini lá at kalla alt Danmark undir í sjógvi, men at økið kring Bornholm var oman fyri vatnskorpuna. Tí hava teir alla tíðina vit- að, at skuldu teir finna tekin um dinosaurar í Danmark, skuldu teir leita á Bornholm. Tann góði oljuprís- urin kemur norska oljugrunninum væl við OLJUPRÍSUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Heldur oljuprísurin sær á verandi støði, kunnu norð- menn rokna við at fáa ímillum 30 og 40 milliardir krónur eyka ´+i ár. Á fíggjarlógini hevur norska stjórnin mett, at oljugrunnurin fær einar 90 milliardir krónur í inntøku í ár, men soleiðis sum prís- gongdin hevur verið, verður inntøkan einastaðni ímillum 120 og 130 milli- ardir, skrivar Aftenposten. Tað merkir, at einaferð í heyst verða meiri enn 1000 milliardir krónur í grunninum. Men vandi er í hvørjari vælferð, skrivar blaðið. Tí tann góði oljuprísurin er, at tað verður dýrari at ferðast við flogfari, skipi og bili, og harafturat kann prísurin hava við sær, at keypiorkan í útlondum minkar, og tað kann ávirka norska útflutn- ingin. Fyrr var fiti ein trup- ulleiki hjá fólki í teimum ríku londun- um, men trupulleikin breiðir seg eisini skjótt í teimum fá- tæku londunum FITI Árni Joensen fartekst@mail.dk Í teimum fátæku londunum eru tað serliga kvinnur, ið ikki hava nakra útbúgving, sum hava trupulleikar við fiti. Tað sæst í einari kann- ing, sum umfatar 149.000 kvinnur í 37 menningar- londum. Ímillum londini eru Kina, Brasil og India. Fyri fáum árum síðani var tann vanliga uppfatan- in, at tað vóru fólk í teim- um ríku londunum, sum høvdu trupulleikar við fiti, men soleiðis er ikki longur, sigur Barry Popkin, pro- fessari á lærda háskúlanum í North Carolina í USA. Hann sigur, at saman við tí veksandi trupulleikanum við fitini økjast eisini til- burðirnir av hjartasjúkum, sukursjúku, krabbameini og øðrum sjúkum. Sjálvur heldur Barry Popkin, at bíligur matur og vantandi rørsla eru høvuðs- orsøkirnar til fititrupulleik- arnar í teimum fátæku lond- unum. Amerikanski prof- essarin leggur afturat, at fólk í teimum fátæku lond- unum vita yvirhøvur ov lítið um avleiðingarnar av vána- ligum ella skeivur kosti. Ein nýggj bók, ið sig- ur frá stórum veitsl- um og sexgølum, sigst vera ein røtt lýsing av arbeiðinum hjá heimafelagsskapinum ÓLEVNAÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast ST royndi at forða fyri, at tann nýggja bókin kom út, hava tríggir fyrr- verandi medarbeiðarar hjá felagsskapinum gjørt av at geva hana út. Teir tríggir hava arbeitt fyri ST í Kambodja, Som- alia og Rwanda í fleiri ár. Teir vilja vera við, at tey, sum arbeiða í øðrum lond- um fyri ST, keða seg ofta og kenna seg ótrygg, og at hesir trupulleikar verða loystir við eitt nú veitslum og tí, sum teir rópa sex- gølum. Men teir vita eisini ym- iskt annað at siga frá. Eitt nú skriva teir, at starvsfólk hjá ST hava kravt at fáa 15 prosent av lønini, sum lokal arbeiðsfólk hava fingið, tá teir hava arbeitt fyri heims- felagsskapin. Teir vilja eisini vera við, at Bulgaria hevur slept fangum leysum og sent teir til Kambodja sum friðarvarðveitandi her- menn. Har hildu teir fríaðu brotsmenninir fram við sínum virksemi, og í fleiri førum neyðtóku teir kam- bodiskar kvinnur. Teir tríggir høvundarnir arbeiða framvegis hjá ST, og teir kunnu ikki fáa sekk- in, skrivar Reuters. Ein talsmaður hjá Kofi Annan, aðalskrivara sigur við Reut- ers, at tann nýggja bókin er ein sjáldsom lýsing av tí friðarvarðveitandi arbeið- inum. Meiri vil hann ikki siga um hana. Bók avdúkar ólevnað í ST Tey fátæku ov feit 1000 milliardir í oljugrunninum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upp- runaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan. Nevndin á Eimskip hevur gjørt av at seta Baldur Guðnason í starv sum nýggjan forstjóra á Eimskip- um TÍÐINDASKRIV Baldur hevur sitið í nevnd- ini á Eimskip Holding síð- an oktober 2003. Sam- stundis tekur Erlendur Hjaltason seg aftur, sum forstjóri. Nevndin í Eimskip takk- ar Erlendi fyri gott arbeið i í meira enn tvey ára tíggju. Nevndin í Eimskip hevur sum uppgávu at styrkja og menna Eimskip. Nevndin hevur lagt nýggjar ætlanir, sum bera í sær økt avkast- krav á kjarnuøkjum Eim- skips, at laga og menna tænastustøði til verandi eftirspurning og at leita upp fleiri vakstrarøki, bæði í Ís- landi, Føroyum og aðra- staðni. Baldur hevur tikið lut í nýggju ætlanunum og fer, saman við starvsfólki annars, at laga felagsins arbeiði og bygna til nýggju ætlanirnar. Baldur tók við sum stjóri tann 17. mai. Hann er 38 ára gamal og er útbúgvin MBA frá lærda háskúlan- um í Reykjavík. Hann er giftur og eigur trý børn. Baldur hevur í 15 ár arbeitt innan flutning, bæði í Íslandi og uttanlands. Seinastu fýra árini hevur hann verið stjóri og eigari av felagnum Sjøfn hf. á Akureyri. Hann hevur tikið seg aftur sum stjóri á Sjøfn hf. og er givin við arbeiði sínum í øðrum feløgum, harímillum sum nevndar- formaður á Ingvar Helga- son hf. og Hans Petersen hf. Baldur heldur fram sum nevndarlimur í Icelandic Group hf og í stjórnini á Lærda Háskúlanum á Akureyri. Málið hjá Eimskip er framhaldandi, at Norðurat- lantshavið er heimamarkn- aðurin, og at felagið veksur innan altjóða flutning, her- undir í Baltisku londunum, Norðsjónum og við Miðj- arahavið. Tað eru sera stórir vakst- rarmøguleikar á fremm- andum marknaðum, har fe- lagsins tænasta, umdømi og royndir, saman við 20 skrivstovum í 11 londum, ger tað møguligt hjá Eim- skip at vaksa, bæði gjøg- num innanhýsis vøkstur og við keypi av feløgum í nevndu økjum. Málið er at røkka øktum vinningi og vøkstri og at skráseta Eim- skip, sum sjálvstøðugt fe- lag á íslendska partabræva- marknaðinum seint næsta ár. Nýggjur forstjóri hjá Eimskip í Íslandi Minningarhald Sagt verður frá, at minningarhald fyri okkara kæra bróðir, mammu- og pápabeiggja, ommu- og abbabeiggja Sigvald Hentze Hvalba fallin í Norðbergi 1. mai 2004, verður í Hvalbiar kirkju sunnudagin hin 13. juni 2004 kl. 13.30. Familjan Mikudagin 26. mai fylti Heilsuhjálpara- felag Føroya 25 ár. Í hesum sambandi var almenn móttøka í húsum felagsins í Fr. Petersensgøtu 7 í Havn. Ása Olsen hevur verið forkvinna í felagnum síðan 1996 Heilsuhjálparafelag Føroya varð stovnað 26. mai 1979 sum eitt fakfelag við tí endamáli at fáa skipaði viðurskifti hjá heimahjálp- arum í Føroyum. Í 2001 varð Heilsuskúlin á Tvøroyri settur á stovn, og síðan eru 100 heimahjálp- arar uppskúlaðar til heilsuhjálparar. Heima- hjálpararnir ganga 10 vikur á skúlanum og eru 14 vikur í starvsvenjing á einum røktarheimi ella sambýli. Aðalfundur felagsins var 24. apríl 2004. Um kvøldið hendan dagin var stór veitsla fyri limum og inn- bodnum. 270 fólk vóru til veitsluna. Nevndin skipaði seg so- leiðis: Ása Olsen, Tórs- havn, forkvinna, Guðrið Klein, Tórshavn, næstfor- kvinna, Hanna West, Hvalba, kassameistari, Elsa B. Joensen, Klaksvík, skrivari, Hildur Johanne- sen, Tórshavn, nevndar- limur, Jórun í Løðu, Mið- vágur, nevndarlimur, Surid Thorsteinsson, Vágur, nevndarlimur, Margareth Johannesen, Leirvík, til- takslimur, og Gunleyg Ja- cobsen, Klaksvík, tiltaks- limur. Forkvinnan verður vald beinleiðis á aðalfund- inum. Ása Olsen hevur verið forkvinna síðan 1996. Felagið hevur 450 aktivar limir í øllum landinum. Føðingardagin hjá fe- lagnum møttu umleið 70 fólk til móttøkuna, bæði teirra egnu limir og limir í øðrum fakfeløgum. Heilsuhjálparafelag Føroya 25 ár: Virkið fakfelag fylt 25 ár Ása Olsen, (t.h.) hevur verið forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya síðan 1996 Mynd: Jens Kristian Vang – Tað var ein av fund- arluttakarunum, sum gjørdi var við, at ein "detalja" í fráboðan- ini ikki var heilt, sum hon átti at vera, sigur Olaf Olsen, nevndar- limur í FMF AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Aðalfundurin hjá Fiska- marknaði Føroya, sum varð lýstur at vera herfyri, varð útsettur eftir, at fundarlut- takararnir vóru møttir, og fundurin varð settur. Olaf Olsen, nevndarlimur í FMF, sigur, at tað var ein "detalja" í fráboðanini um fundin, sum var orsøkin til, at fundurin varð útsettur eina góða viku. – Tað var ein av fundar- luttakarunum, sum gjørdi var við, at ein "detalja" í fráboðanini ikki var heilt, sum hon átti at vera. Vit høvdu sakførara við á fundinum, og hesin varð eisini settur fundarstjóri. Við tað, at broytingar í skipanini av Fiskamarknaði Føroya vóru á skránni, varð mett, at betur var vat útseta fundin til komandi týsdag við somu dagsskrá, sum annars var til hendan fundin. Olaf Olsen, sum hevur verið formaður í nevndini hjá FMF í fleiri ár, heldur ikki, at tað var nøkur van- lukka fyri tann skuld, at aðalfundurin varð útsettur eina góða viku. – Tá ið ivi varð reistur um fráboðanina um fundin, haldi eg, at tað var rætt at broyta fundardagin, so alt í hvussu er fer rætt fram, tá ið aðalfundurin verður, sig- ur hann. Ein »detalja« útsetti aðalfundin Aðalfundurin hjá Fiskamarknaði Føroya verður komandi týsdag. Á skránni verður eitt nú uppskot um broytingar í bygnaðinum av FMF Mynd: Vilmund Jacobsen Føðingardagin var hildin í hugnaligu felagshølunum í Fr. Petersensgøtu 7 í Havn Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12