Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 • fríggjadagur • 4. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Kenslurnar fingu frítt at fara, tá Todi Jóns- son hósmorgunin boðaði frá, at hann aftur er tøkur hjá føroyska fótbólts- landsliðnum AFTURÍAFTUR KOMA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eisini í einum hjá einum topp-professionellum fót- bóltsleikara, sum er kendur fyri stóra kropsliga og sál- arliga styrki, býr eitt við- kvæmt menniskja. Hóast hann fleiri ferðir hevur sagt, at hann ikki kendi seg trýstan, so fall facadan hjá Tóda Jónsson, tá hann á tíðindafundi segði frá, at hann nú aftur er til reiðar at tørna út fyri Før- oyar. Hevur tikið fast Tárini fingu frítt at fara, tá ein rørdur Todi Jónsson boðaði frá, at hann nú aftur er tøkur til landsliðsfótbólt. – Tað eru 13 ár síðani eg leikti fyrsta landsdystin, og tað hevur altíð verið ein heiður hjá mær at umboða Føroyar. Tey 11 árini, sum eg havi verið í Danmark, havi eg eisini verið fegin um tann áhuga, sum før- oyskir áskoðarar og fjøl- miðlar hava sýnt mær. Eg gav fyri trimum árum síð- ani avboð til landsliðið, tí eg kendi meg ikki vera nóg væl fyri, men tann støðan er øðrvísi nú, og eg havi boðað FSF og Henrik Lar- sen frá, at eg eri til reiðar at spæla fyri Føroyar, um eg verið úttikin. Eftir at staðfestingin var veruleiki, stóðu fjølmiðla- fólkini klár við spurning- um, men hetta mátti bíða eina løtu. Eins og Allan Simonsen gjørdi tað – ta ferðina segði hann farvæl – so rullaðu tárini eftir kjálk- unum hjá fremsta fótbólts- leikara okkara, og tá mundi tað standa øllum greitt, at tað ongantíð hevur verið nøkur løtt avgerð hjá Toda, ikki at vera tøkur til lands- liðsfótbólt. Og hóast hann hevur tik- ið tað sum ein part av spæl- inum, so staðfesti hann eis- ini, at tað hevur tikið fast, tá orð sum landasvíkjari við meira hava verið at sæð í føroysku miðlunum. – Tað hevur nokk rørt meg eina ella aðrastaðni. Annars hevði eg ikki sitið soleiðis í dag, helt hann. – Men eg hevði einki val. Eg var greiður um, at helt eg á fram at spæla við landsliðnum, so var eg ikki heilur nakrastaðni. Hvørki fyri Føroyar ella fyri FCK. Tað vildi ikki nyttað mær nakað, um eg bara kundi givið meg 80% framman fyri t.d. 40.000 áskoðarum í Parkini. Drúgv viðgerð og nógv servenjing hevur verið upp- skriftin, sum hevur havt við sær, at Todi nú heldur seg kunna staðfesta, at mongu vøddaskaðarnir eru søga. Eisini hóast hann júst hevur verið skaddur í hálvt ár. – Tá var talan um heilt annað slag av skaða, enn teir skaðarnir vóru, sum gjørdu, at eg ikki metti meg vera føran fyri at spæla á landsliðnum. Skaðin, sum eg fekk í fjør, hevði einki við fipurskaðar at gera, sigur Todi Jónsson. Ongar sertreytir Tað varð í síni tíð gitt, at tað var eftir hørðum trýsti úr FCK – og serliga frá ítrótt- arstjóranum, Niels Christi- an Holmstrøm – at Todi í síni tíð gav avboð. At talan var um trýst, avvísir Todi ikki, men hann leggur dent á, at hetta var hansara egna avgerð. Og hann segði somuleiðis, at tað er hansara egna avgerð, nú hann hevur tikið enda- ligu støðu. Ein støða, sum heldur ikki leiðslan í FCK visti av undan tíðindafund- inum. – Tað var mín avgerð, tá eg steðgaði á landsliðnum, og hetta er so eisini mín avgerð. Tað kann sjálvandi vera, at tey í FCK ikki eru so fegin um hetta, men sum leikari er tað mín rættur at spæla landsdystir. Og hann legði eisini dent á, at hetta fyrst og fremst var ein spurningur, um at hann vildi spæla fyri Før- oyar aftur. Eisini hóast spurningarnar um, hvørt hetta var ein háttur at gera onnur feløg varug við síni evni, nú hann tykist hava trupult við at endurvinna fasta plássið í FCK-álopin- um. – Skifti eg felag, so verð- ur tað allarhelst onkra staðni í norðanlondum, at eg haldi fram, og tey feløg- ini kenna meg helst framm- anundan. Eg meti eisini sjálvur, at skal eg selja meg sjálvan, so geri eg tað betri í FCK enn á landsliðnum, so tey bæði tingini hava einki við hvørt annað at gera. Og so legði hann at enda eisini dent á, at nú hann kemur aftur á landsliðið, verður tað á jøvnum føti við allar aðrar. – Eg havi tosað við Henrik Larsen um tað, og hann segði alt fyri eitt, at eg so standi á sama stigi sum ein hvør annar leikari. – Og sjálvur eri eg heldur ikki áhugaður í, at talan skal verða um sertreytir. Tað havi eg roynt fyri ein- um sjey-átta árum síðani, tá eg vildi hava meira pengar enn hinir fyri at spæla. Tað var nokk ikki nakað gott hugskot, so tað ynski eg ikki at gera aftur. Eg eri komin aftur á landsliðið fyri at gera mítt besta, og vónandi kann tað vera gagns fyri landsliðið, segði afturkomni Todi Jónsson at enda. Todi græt av gleði Tárini trillaðu, men hesaferð var tað av gleði. Eftir tíðindafundin hósmorgunin mundi eingin vera í iva um, at Todi Jónsson hevur eitt brennandi ynski um aftur at umboða Føroyskan fótbólt á altjóða pallinum Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 104 - 4. juni 2004 Hálvan juni kemur Atlantsflog heim úr Bretlandi við sínum triðja flogfari FLÚGVING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fleiri sáttmálar um flúgv- ing uttanlands og samráð- ingar um uppaftur meira flúgving, eru í fyrsta lagi orsøkin til, at Atlantsflog hevur brúk fyri einum flog- fari aftrat, sum verður tað triðja í røðini. Av sama slagi Týsdagin undirskrivaði Atl- antsflog sáttmála í London við eitt bretskt felag um keyp av einum flogfari aftr- at av slagnum, BAe 146- 200. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at felag- ið kemur heim við flogfar- inum 15. juni. – Hetta verður sostatt enn ein stórur dagur í søguni hjá okkum. Stjórin vísir á, at Atlants- flog hevur gjørt fleiri sátt- málar um flúgving uttan- lands í ár, og samráðingar eru um uppaftur meira flúgving. Yngri enn hini – Tá ið okkum stóð í boði at keypa eitt gott flogfar fyri ein sámuligan prís, av- gjørdu vit at taka av. Magni Arge sigur, at nýggja flogfarið er av júst sama slagi sum hini bæði flogførini hjá felagnum. – Men hetta triðja flog- farið, sum nú kemur í flot- an, er tó nakað yngri enn hini bæði, sigur stjórin í Atlantsflogi. AA keypir sítt triðja flogfar – Tá ið okkum stóð í boði at keypa eitt gott flogfar fyri ein sámuligan prís, avgjørdu vit at taka av, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Nýggja flogfarið er nakað yngri enn hini bæði hjá felagnum C M Y K 14