fríggjadagur 4. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 104 - 4. juni 2004
Nr. 104 - 4. juni 2004
17
Champions League
í London
FERÐAFRÁSØGN Eydna Skaale • eydna@sosialurin
Klokkan er júst farin av 19,
tá eg fari av undirgrunds-
tokinum á Arsenal-station.
Tað merkist, at dystur skal
verða í kvøld, tí mesta av
prátinum í tokinum snýr
seg um fótbólt. Fólk hava
rigga seg til, eru farin í
Arsenal-
og
Chelsea-
troyggjur,
turrikløð
og
keppar.
Okkurt
hissini
flagg sæst eisini. Havi ikki
verið til ein so stóran fót-
bóltsdyst fyrr, so eri ógvu-
liga spent uppá, hvussu
kvøldið fer at ganga.
Eg eri í góðari tíð, so eg
seti meg á ein garð at
hyggja at fólki. Tað sæst
aftur á gøtuni, hvørjaferð
eitt tok hevur ført fleiri fólk
til Arsenal. Triðjahvønn
minutt streymar fólkið úr
lítlu tokstøðini, fyllir smølu
gøtuna og tysjur síðan í
allar ættir. Umleið 90% eru
mannfólk. Flestu halda
beina kós inn á stadion,
men fleiri steðga við smáu
sølubúðirnar. Onkur keypir
sær fish&chips, onkur okk-
urt
Arsenal-tinganeyst.
Menninir í tippingarbúð-
unum hava eisini úr at gera
í dag. Nógvir optimistiskir
Arsenal áskoðarar eru her,
so ikki er ilt at gita hvat lið
verður tippað at vinna.
Brádliga síggi eg tvey
kend andlit í fjøldini. Ingi
Højsted og beiggi hansara
Áki, sum er á vitjan, koma
gangandi mitt í øllum rok-
anum. Vit hava avtalað at
møtast her, tí Ingi hevur
verið so beinasamur at lova
mær aðra av fríbillettunum,
sum hann fær til hvønn
heimadyst hjá Arsenal. Ingi
gongur undan yvir til VIP
inngongdina, har hann fer
inn eftir atgongumerkj-
unum hjá okkum báðum
Áka.
Tá vit hava fingið tey, er
bara eitt at gera, og tað er at
skunda sær at finna røttu
inngongdina, tí tíðin er um
at verða knøpp nú. Tað er
nakað lættari sagt enn gjørt,
tí vit skulu inn hinumegin
stadion, og mugu sostatt
ganga ímóti streyminum av
viðhaldsfólki,
sum
øll
skunda sær, tí tey eru í
seinna lagið.
Arsenal er samleikin
Eftir fyrst at hava staðið í
bíðirøð við skeiva inn-
gongd, síðani runnið til ta
røttu inngongdina fyri sein-
ast at ganga ígjøgnum eina
minni villiniborg av trapp-
um, gongdum og hurðum,
finna vit endiliga setrini.
Okkara setur, mitt ímillum
Arsenal áskoðararnar. Teir
standa allir uppi og syngja
og rópa, og eg vóni at teir
fara at seta seg niður skjótt,
tí eg eri ikki í skóm til at
standa uppi í hálvanannan
tíma.
Vøllurin er so ótrúliga
grønur og flottur, stóri
Champeons League bólt-
urin liggur á miðkringinum
og alt í einum koma leik-
ararnir út. Hevði tak ligið á,
hevði tað uttan iva lætt
uppfrá av øllum ganginum,
ið nú er at hoyra. Slag-
sangirnir gella um vøllin,
og ljóðið verður kastað
aftur og fram. Tá eyð-
kennislagið, sum verður
spælt undan hvørjum dysti í
kappingini hoyrist úr há-
talarunum, verður tó tøgn
og løtan tykist heilt hátíðar-
lig.
Dysturin verður floytaður
í gongd og fólk byrja aftur
at rópa, syngja og floyta.
Lukkutíð seta tey seg niður.
Og so rópa og geyla fólk
allan hálvleikin á tamb.
Onkuntíð meiri, onkuntíð
minni, alt eftir hvussu hetj-
urnar á vøllinum klára seg.
Dómarin fær sanniliga eis-
ini nógv orð niður yvir seg,
tey flestu ikki egnað at
endurgeva her. Tað er ein
serligur dámur, og eg kann
ikki annað enn lata meg
ávirka.
Eg verði rivin við og
ynski so innarliga, at teir
reyðklæddu,
tuskandi
menninir
har
niðri
á
vøllinum, skulu klára tað.
Eg veit, at øll hini, eini
40.000 í tali, hava sama
ynski, og hesa løtuna, með-
an dysturin varir, hava vit
nakað í felag. Vit eru ein
eind, ein felagsskapur. Í
parti saman ímóti teimum
bláu áskoðarunum, sum
hava fingið eitt lítið horn av
stadion at sita í. Tað eru vit
ímóti teimum.
Hóast eg aldrin havi sæð
nakran av mínum felags
áskoðarum fyrr, aldri fari at
síggja tey aftur og ongantíð
áður
havi
hildið
við
Arsenal, so kann eg hendan
hálvanannan tíman, dyst-
urin varir, vera samlík við
hini um vøllin. Tað tykist
løgið, at 22 mans, ið renna
sum fyri lívinum eftir ein-
um bólti, aftur og fram um
ein grasvøll, skulu hava so
stóra ávirkan á samleika-
kensluna hjá 40.000 áskoð-
arum her á staðnum, og
einum hvaðna størri tali av
sjónvarpsáskoðarum. Men
leikararnir eru sambinding-
in, og summi av hesum
fólkunum rundanum meg
eru so fast bundin, at tey
nærum ikki hava nakran
samleika, fyriuttan hetta
fótbóltsliðið. Tað er teirra
lívsinnihald og tað, sum tey
liva fyri.
Í hálvleikinum verða
vístar á einum skermi,
nakrar heilsanir, sum fólk
hava goldið í dýrar dómar
fyri: t.d. hann og hann, sum
ikki hevur mist ein einasta
dyst á Highbury í 60 ár,
fyllir í dag… ella …sonur
teirra, sum í dag fyllir 3, er
longu vorðin Arsenal fjepp-
ari um ein háls, hann verður
ein dyggur Arsenal-stuðul
seinni o.s.fr.
Hvønn einasta dyst í 60
ár. Hugsa tær hvussu nógv-
ir pengar tað eru tilsamans.
Og hvussu nógva tíð av
lívinum hann hevur nýtt at
geyla á eitt lið.
Men tað hevur so nógv at
siga fyri menniskjað at
hoyra til. At vera í bólki við
øðrum og kenna ein sam-
leika.
Viðhaldsfólkini,
sum hvurvu
Tað er lítið eftir av dyst-
inum nú. Og so við eitt
punkterar alt. Hinir fáa
sigursmálið. Har fór alt! Nú
verður felagsskapurin pett-
aður sundur. Fólkið hevur
ikki hug at syngja longur,
onkur gerst illur, og rópar á
hini, um at vísa seg sum
veruligar
fjepparar
og
heppa á liðið til tað síðsta.
Hini gerast ill afturímóti.
Tiltikna enska noncha-
lancan og gentlemanheitin
er nú horvin sum døgg fyri
sól. Bannan og blótan, og
okkurt tárið sæst eisini. Teir
fara avstað, daprir í huga,
hóast einir 3 minuttir enn
eru eftir av leiktíðini. Og nú
hvørvur eisini mín fjepp-
araandi. Leggi í grundini
ikki ein pinn í, at teir taptu.
Ein ovurkátur Chelsea-
viðhaldsmaður
ger
tað
stóra mistak at koma syngj-
andi, flennandi og happ-
andi
gjøgnum
Arsenal
fjeppara-útgangin. Tað er
eitt, tvey, trý, so syngur
hann ikki meir, men má
ístaðin henta sær sínar
úrsligdnu tenn upp av
trappunum.
Komin
heilt
útum
stadion, er bert ein sangur
at hoyra, nevniliga Chelsea.
Lítið og einki hevur verið at
hoyrt til teir undir dyst-
inum, men nú kundi tú
næstan trúð, at teir hava
verið einsamallir til dyst.
Eingin av teimum reyðu
áskoðarunum er at síggja
nakrastaðni.
Neyðars Ingi Højsted,
sum gongur í Arsenal
jakka. Hann fær sítt at
hoyra um úrslitið.
Bíðirøðin til undirgrund-
ina er ómetaliga long. Tað
man taka okkum útvið 20
minuttir, bara at koma inn
undir takið á støðini. Og
har eru Chelsea sangir og
slagorð fyri allar pengarnar.
Síggi aftur á tippingar-
búðina. Hóast alt, kann
eigarin har tó vera glaður í
kvøld. Hann man hava
fingið alvorliga góða úr-
tøku.
Inni á tokstøðini skiljast
vit aftur, Ingi og Áki skulu
ein veg, eg skal hin. Takki
fyri meg, og siti brátt í
einum stúgvandi fullum
undirgrundstoki ávegis til
hotellið. Framvegis eru
Arsenal fólkini sum sokkin
í
jørðina.
Slagið
um
London og um semifinalu-
plássið varð vunnið av
Chelsea, og tað skal hátíð-
arhaldast. Ein ung genta
roynir av yvirtala pápan at
koma við sær og øllum
hinum í býin. Hann sigur
nei, men eg haldi meg
síggja, at hann hevur hug at
fara við. Tá eg fari av, hevur
hann framvegis ikki sagt ja,
men eg vænti at tey fara í
býin saman bæði, ein tann-
áringadóttur og pápi henn-
ara. Sjálvt millum ættarlið
tykist
fótbólturin
vera
bindilið. Sig so ikki tað!
Champions League
í London
Uttanfyri Stadion
Øll fótbóltsáhugað
munnu vita, at fót-
bólturin er høgt í
metum í Onglandi.
Miðlar kring allan
heim gera nógv
hóvasták burturúr
dystum í Premier
League, og hvørt lið
hevur stóra áskoð-
arafjøld, sum trúgv
fylgir við liðnum
fyri at heppa.
Tískil er tað eitt av
hæddarpunktunu
m á mínum Lon-
don-túri at sleppa
til fótbóltsdyst. Og
hetta er ikki ein og
hvør dystur, men
fjórðingsfinalan í
Champeons League
á Highbury millum
tvey London feløg,
Arsenal og Chelsea.
Skuldi
farið
og
blivið spennandi.
1-0 : REYES
1-1 : LAMPARD
1-2 : BRIDGE
1-2 : BRIDGE
1-1 : LAMPARD
1-0 : REYES
C
M
Y
K
17
16