fríggjadagur 4. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2004
19
Fyrst í juli mánaði
koma Todi Jónsson
og FCK til Føroya, og
sjálvur sigur Klaks-
víkingurin, at hetta er
ein vitjan, sum hann
gleðir seg til
FCK-VITJAN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Umframt boðini um, at
Todi Jónsson nú aftur er
tøkur hjá føroyska fótbólts-
landsliðnum, snúi tíðinda-
fundurin
hósdagin
seg
eisini um komandi føroya-
ferðina hjá FCK.
Sum vit áður hava nevnt,
so er Todi Jónsson fegin
um, at hann nú fær møgu-
leikan at vísa liðfeløgunum
sínum heimlandið, og hann
var eisini fegin um, at
leiðslan í FCK soleiðis
hevur givið honum eitt stórt
herðaklapp.
– Eg havi nú verið 11 ár í
donskum fótbólti. Tá eg fór
niður, vildi eg bara síggja,
hvussu langt eg kundi
røkka, og í veruleikanum
hevði eg als ikki roknað
við, at eg skuldi koma so
langt, sum eg eri komin,
segði nýkosni greipuvinn-
arin.
Av hesum árunum hava
tey sjey verið í FCK, og
sjálvur havi eg altíð ynskt,
at eg kundi koma við liðn-
um til Føroya. Tann møgu-
leikan hava eg so fingið, og
eg gleði meg til ferðina.
Spurdur, hvørt tað var
trupult at fáa leiðsluna í
FCK við upp á hugskotið
um Føroya-ferðina, segði
Todi, at hetta var eitt lyfti,
sum hann hevur fingið frá
leiðsluni, og tí var sum so
eingin trupulleiki í hesum.
– Sjálvur kenni eg tað í
øllum førum sum eitt
herðaklapp fyri tað, sum eg
havi gjørt fyri felagið.
Onkur hevur hug til at kalla
tað fyri ein testemonial, og
tað veit eg ikki, um tað er.
Men í øllum førum eri eg
fegin um, at teir soleiðis
sýna mær, at teir eisini hava
verið glaðir fyri meg, segði
Todi.
Í størsta álvara
Liðið hjá FCK kemur
annars til Føroya 4. juli, og
longu dagin eftir er fyrsti
dysturin á skránni. Hesin
verður í Klaksvík, og og
eftir at bara venjing er á
skránni ein dag, verður so
dystur móti HB á Tórsvølli
tann 6. juli.
Og Todi leggur dent á, at
talan avgjørt ikki bara
verður um eina summar-
ferð hjá liðnum.
– Hetta er ein uppgáva,
sum verður tikin í størsta
álvara. Fáar vikur seinni
skulu vit spæla undankapp-
ingardyst til Champions
League, og tá verður rokn-
að við, at mótstøðan er á
sama støði, sum frá eitt nú
HB og KÍ. Tí verður tað við
sterkastu manning, at vit
koma til dystin, tó at Magn-
us Kihlstedt er bundin at
uppgávum við svenska
landsliðnum.
So er spurningurin bara,
um Todi sjálvur eisini
verður á liðnum, ella um
hann má síggja aðrar byrja í
álopinum, men hesum tókt-
ist hann ikki bera ótta fyri.
– Eg skal ikki siga við
vissu, at eg byrji inni í
báðum dystunum, men eg
rokni tó við, at eg sleppi at
spæla.
Gleðir seg til
vitjanina
Tá Henrik Larsen
gjørdist landsliðs-
venjari, segði hann
seg vilja hava Toda
aftur á landsliðið. Nú
er ynskið runnið út,
og tað tykist venjarin
vera fegin um
TODI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ein fegin Henrik
Larsen, sum vit høvdu á
orði, tá vit hósdagin fregn-
aðust um, hvussu hann sær
støðuna við landsliðnum,
nú fremsti føroyski fót-
bóltsleikarin aftur sigur
seg vera tøkan til hetta.
– Tað eri eg sjálvandi
fegin um. Ikki minst, um
hann megnar at halda seg í
góðari venjing og skaða-
frían. Sum landsliðsvenj-
ari er tað altíð gleðiligt,
um tú hevur góðar leikarar
at taka av.
– Og fyri liðið kann tað
bara vera gott, at ein so-
mikið sterkur leikari aftur
er tøkur. Við síni kropsligu
og teknisku styrki, eins og
skjótleikanum, er Todi eis-
ini ein leikari, sum kann
hvessa okkum álopið, har
vit kanska hava mangla
tað seinasta pettið í nøkr-
um av undanfarnu dystun-
um.
Og at Todi nú er við aft-
ur. Fer tað at broyta nakað
í føroyska spælistílinum?
– Tað rokni eg ikki við.
Eg ætli so framvegis at
spæla við eini 4-4-2 skip-
an, men tað er greitt, at
Todi fer at geva okkum
nýggjar møguleikar. Hann
er jú ein vandamikil leik-
ari, sum ikki skal nýta tað
nógva plássið, so tað er
væl hugsandi, at mót-
støðumenninir nú mugu
ansa betri eftir.
Hava leikt saman
Sum leikari hevur Henrik
Larsen í tveimum um-
førum verið liðfelagi við
Toda. Bæði í Lyngby og í
FCK, men hóast hetta, so
sær venjarin ikki nakran
trupulleika í, at teir nú
hava leiklut sum ávíkavist
venjari og leikari.
– Tað er jú ikki fyrstu
ferð, at tað hendir, og í
FCK var eg so eisini hjálp-
arvenjari, eftir at eg gavst
sum leikari, so tað haldi eg
ikki, at tú skal gera til
nakran trupulleika. Eg
kann jú heldur ikki bíða
við at gerast venjari, til
allir mínir fyrrverandi
liðfelagir eru givnir at
spæla, sigur stóri føroyski
landsliðsvenjarin at enda.
Og so kann kanska
leggjast afturat, at nú er
tað bara lyftið um tey sjey
stigini, sum er eftir hjá
Henrik. Higartil hevur
hann umlagt spælskipan-
ina og meira ella minni
gjøgnumført eitt ættar-
liðsskifti á liðnum. Í gjár
fekk hann so Toda Jónsson
aftur á liðið, og so er
spurningurin, um hetta er
tað, sum skal til, fyri at fáa
neyðugu stigini í skjátt-
una. Tað fer komandi HM-
undankappingini at vísa.
Dygd er altíð
vælkomin
19
18
Nr. 104 - 4. juni 2004
ÍSB aftur á ferð
Í gjár fór eitt lið av ítróttarfólki hjá ÍSB til Danmarkar.
Leiðin gongur til Norður-Jútland, har teir sjey
íðkararnir skulu taka lut í einari kapping, sum verður í
Aalborg frá í dag og fram til sunnudagin.
Tey sjey, sum skulu umboða Føroyar í kappingini, eru
Maiken Olsen, Júst í Túni og Tórur Hjalt, sum øll
luttaka í rennikappingum, meðan Halla Poulsen, Eydis
á Løgmansbø, Magnus V. Olsen og Símun Petur
Zachariasen eru við í svimjikappingunum. Umframtey
sjey ítróttarfólkini eru fýra onnur fólk við í
ferðalagnum. Tey eru Jón Eli Jacobsen, sum er venjari
í frælsum ítrótti, Tóra Hansen, ið er svimjivenjari,
Haldóra Holm er hjálparfólk, og Sonni Djurhuus er
ferðaleiðari.
Kappingin, ið føroyingarnir skulu luttaka í, eitur
SONG, ið stendur fyri Special Olympics Nordic
Games. Føroyska ferðaliðið verður heima aftur
mánadagin.
tn
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Fylkir
4
3
-
1
-
0
6
1
5
10
2 ÍA
4
2
-
2
-
0
6
5
1
8
3 Keflavík
4
2
-
1
-
1
6
5
1
7
4 ÍBV
5
1
-
4
-
0
5
4
1
7
5 FH
4
1
-
2
-
1
3
3
0
5
6 Grindavík
4
1
-
2
-
1
4
5
-1
5
7 Fram
4
1
-
1
-
2
6
6
0
4
8 KR
4
1
-
1
-
2
5
7
-2
4
9 KA
4
1
-
0
-
3
3
5
-2
3
10 Víkingur R
4
0
-
1
-
3
2
7
-5
1
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen
(Fram)
Fyrrverandi B68 mál-
verjin var við yvir-
lutan, tá ið hann og
hinir í Grindavík
høvdu vitjan av
gomlu liðfeløgunum,
sum nú eru í Fram
ÍSLAND
Jóannes Hansen
ÍA á Akranesi, sum Julian
Johnsson spælir við, er eftir
fýra tey fyrstu umførini í
íslendsku landskappingini
næstovast.
Týskvøldið
vunnu teir á heimavølli 2-1
ímóti KA av Akureyri. Sig-
ursmálið skoraði ÍA upp á
brotsspark í 2. hálvleiki.
Felagið av Akureyri er
næstniðast á støðutalvuni.
Meðan landsliðið tuskaði
niðri í Sveis og royndi at
avmarka tapið ímóti hol-
lendsku heimsstjørnunum
so nógv, sum tað bar til,
vóru landsliðsspælararnir
Fróði
Benjaminsen
og
Hans Fróði Hansen við
Fram í Grindavík. Har var
gamli liðfelagin hjá teim-
um, Albert Sævarsson, í
málinum hjá heimaliðnum.
Grindavík legði ógvuliga
sannførandi fyri. Í steðg-
inum vóru teir frammanfyri
3-0. Íslendskir fjølmiðlar
vita at siga, at tað rætt og
slætt einki var um liðið hjá
Ion Geolgau í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin hilnaðist tað
betur hjá Fram. Teir mink-
aðu um munin til bæði 3-1
og 3-2, men teimum eydn-
aðist ikki at fáa stig.
Eftir at tað í tveimum
teimum fyrstu umførunum
gekk strúkandi hjá Fram, er
tað aftur vorðið gerandis-
dagur. Fram er fjórði niðast
við fýra stigum. Teir eru
undir liðini á meistaraliðn-
um KR, sum spældi 2-2 í
Vestmannaoyggjunum.
Úrslitið var merkisvert.
KR var á odda 2-0, áðrenn
fyrra umfarið var hálv-
runnið. Tá varð ein av
heimamonnunum rikin av
vøllinum. Men ÍBV strídd-
ist víðari. Undan steðginum
minkaðu teir um munin, og
í 2. hálvleiki eydnaðist
teimum at javna. Útjavn-
andi málið skoraði lands-
liðsmálverjin, Birkir Krist-
insson, upp á brotsspark.
Fylkir vann toppdystin 2-
0 á Keflavík, sum er á triðja
plássinum. Fylkir er ovast.
Víkingur fekk fyrsta stigið,
tá ið teir á heimavølli fingu
1-1 ímóti FH.
Fimta umfarið verður á
skránni mánadagin 7. juni.
Tá verður spælt soleiðis:
FH-ÍBV, Fram-Fylkir, KA-
Grindavík og Keflavík-
Víkingur. Síðsti dysturin í
fimta umfarinum verður
spældur mikukvøldið 9.
juni. Hann verður millum
KR og ÍA.
Tað verður møguliga ikki
Esbjerg, men eitt annað
danskt felag, sum NSÍ skal
dystast við í Intertoto Cup
seinni í hesum mánaðinum.
Esbjerg vann Fair Play
kappingina í Danmark, og
Danmark er eisini millum
tey londini, sum skikka sær
best í Europa, og tí fær
Danmark møguliga eitt
pláss afturat í UEFA Cup
kappingini.
UEFA tillutar trý pláss í
eini Fair Play kapping, og
Svøríki hevur fingið eitt
pláss, tí landið skikkar sær
best av øllum teimum eur-
opeisku londunum. Síðani
verður lutakast millum 11
onnur lond um tvey tey
seinastu plássini í UEFA
Cup, og skuldi luturin fallið
á Danmark, so verður tað
Esbjerg, sum skal luttaka.
Fer Esbjerg við í UEFA
Cup, so verður tað helst
OB, sum skal spæla ímóti
NSÍ í Intertoto Cup.
Lutakastið hjá UEFA um
Fair-Play plássini verður
týsdagin.
-jm
Julian og teir næstovastir
Tað eydnaðist ikki hjá Fróða og Hans Fróða at fáa stig, tá teir vitjaðu fyrrverandi liðfelaganum
í Grindavík
Ikki vist at NSÍ fær
Esbjerg
Í gjárkvøldið hevði
Trygvi Mortensen
fyrstu ferð ábyrgdina
av venjingini á
Svangaskarði, har
málið hjá honum og
felagnum er at
sleppa av aftasta
plássinum
B68 VENJARIN
Jóannes Hansen
Toftamenn hava fingið
nýggjan mann at hava
ábyrgdina av liðnum í
bestu deildini. Nýggjur
venjari hjá B68 er Trygvi
Mortensen, sum tekur við
eftir Petur Mohr, ið segði
seg frá í vikuskiftinum.
Trygvi hevur higartil í ár
verið at sæð á NSÍ beink-
inum, har hann hevur veitt
Jógvani Martin Olsen eina
hjálpandi hond. Jógvan
Martin er toftamaður og
fyrrverandi B68 spælari
og eisini B68 venjari.
Hann býr á Toftum, og
hann er nú venjari í Runa-
vík. Trygvi Mortensen er
úr Runavík, har hann býr,
og hann er fyrrverandi
NSÍ spælari og venjari. Nú
er hann venjari á Toftum!
Trygvi Mortensen er 37
ára gamalur. Hann hevur
tær venjaraútbúgvingar,
sum møguleiki hevur ver-
ið at tikið í Føroyum.
Í tveimum umførum
hevur Trygvi verið venjari
hjá NSÍ. Fyrra ferðin var í
1992, tá ið hann bara var
25 ára gamalur. Ta ferðina
tók hann ábyrgdina, eftir
at Bobby Bolton var farin
úr starvinum. Seinna ferð-
in var í 1999. Ta ferðina
tók hann venjarastarvið á
seg, eftir at Milan Cimbu-
rovic var farin úr starv-
inum. Trygvi var eisini
venjari hjá B68 í 2000.
Fyrsta uppgávan hjá
nýggja B68 venjaranum
verður á heimavølli nú
sunnudagin. Tá skal B68 í
6. umfarinum spæla ímóti
VB. Enn hevur tað ikki
eydnast B68 at fáa nakað
stig í hesum kappingarár-
inum. Tískil er setningur-
in hjá Trygva Mortensen
og hansara monnum at
skava so mikið at stigum
saman, at B68 kann
sleppa av aftasta plássin-
um og harvið undan nið-
urflytingini. B68 hevur
verið fast inventar í bestu
deildini, síðani teir í 1980
fluttu upp úr 2. deild.
Trygvi skal
venja B68
C
M
Y
K
18
:
:
:
:
Starvið
Førleikakrøv
Vit bjóða
Umsóknir
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til høvuðsdeildina hjá Føroya Shell í
Tórshavn.
Tá verandi fíggjarleiðari eftir gott 17 ár í starvinum eftir egnum
ynski hevur valt at taka við øðrum uppgávum í fyritøkuni, hava vit brúk
fyri einum nýggjum leiðara til fíggjardeildina.
Talan er um eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv í einum spennandi
umhvørvi. Leiðarin hevur alla ábyrdina av fíggjardeildini herundir
· ger av ávegis- og ársroknskapi
· rapportering til útlendska móðurfelagið
· fíggjarætlanum o.t.
· dagligari leiðslu og skipan av deildini
· roknskaparlig umsiting og samskifti við avgreiðslurnar og egnar
støðir kring landið.
Leiðarin er partur av leiðslubólkinum við beinleiðis tilvísing til stjóran.
Til starvið krevst holl ástøðilig útbúgving ella onnur viðkomandi
útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðaraevnir og royndir, umframt at
tú ert arbeiðssamur og dugir væl at samskifta. Góður kunnleiki í enskum
er neyðugur.
Eitt fjølbroytt, spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum
fyri persónligari menning, men samstundis eitt krevjandi starv. Vit hava
góðar arbeiðsumstøður og trygg starvsviðurskifti. Góð løn í samsvar við
útbúgving og royndir. Eftirlønarskipan er knýtt at starvinum.
krivligar umsóknir skulu verða innlatnar í seinasta lagi mánadagin 21.
juni og skulu sendast til P/F Rasmussen & Weihe, statsautoriserað
grannskoðarafelag, á Glaðsheyggi, FO-100 Tórshavn, telefon nr
351700, har nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes
Olsen ella Klaus Rasmussen. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
S
Leiðari til fíggjardeildina
www.shell.fo