fríggjadagur 4. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 104 - 4. juni 2004
Nr. 104 - 4. juni 2004
21
Sum ein og hvør
onnur stjørna hevur
Eivør Pálsdóttir sín
persónliga sniðgeva,
sum ger hennara
klæðir, tá hon skal
framføra. 25 ára
gamla Svanhild
Biskopstø Strøm úr
Kvívík ringdi til Eivør
ein dagin og spurdi,
um hon var áhugað.
Har byrjaði so
samstarvið teirra
millum, og tað økist
bara meira og meira
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kvívík: Svanhild býr í ein-
um kufferti, kann sigast.
Hon er altíð á ferð. Sum
persónligi sniðgevi hjá
Eivør Pálsdóttir hevur hon
altíð úr at gera, sigur hon.
Og tað ger eisini, at hon
ofta ferðast millum Dan-
mark, har hon býr, og Ís-
land og Føroyar – umframt
at hon ferðast nógv til onn-
ur lond fyri at fáa íblástur.
Í fyrstuni var tað tó ikki
so nógv at gera, men tað
hevur vundið upp á seg
allatíðina, og í dag ger
Svanhild ein kjóla um mán-
aðin til Eivør.
– Tað fer tó skjótt at
verða til tveir, vænti eg,
sigur hon.
Svanhild ásannar, at tað
er torført at liva av at vera
sniðgevi hjá Eivør, men
hon hevur góðar vónir um,
at tað fer at bera til. Serliga
um hon fær onkrar aðrar
kundar líknandi Eivør.
– Eivør er avbera góð at
arbeiða fyri. Hon setir
nærum aldrin krøv, og tí
sleppi eg so at siga at
arbeiða, sum eg vil sjálv, og
tað meti eg meg sjálva vera
sera hepna fyri. Tí tað eru
nógvir sniðgevar í dag, sum
arbeiða fyri til dømis
fyritøkur, og tá hava teir
fingið
ávísingar
um,
hvussu eitt plagg skal
síggja út. Tá haldi eg hetta
er so nógv meiri spennandi
og
avbjóðandi,
greiðir
Svanhild frá.
Føroyskt sermerki
Tað er heilt løgið at hugsa
sær, at tann ið situr yvir av
einum, er tann ið "eigur"
klæðini, sum Eivør hevur
upptraðkað í tað seinasta
árið. Men tað er so, og tað
er onki at ivast í, at her er
talan um eina unga kvinnu,
sum veruliga nýtur tað,
sum hon ger til dagligt.
Svanhild og Eivør eru
nakað líkar, tá ið umræður
klædnastíl. Í øllum førum
hevur Svanhild ikki upp-
livað tað enn, at Eivør hev-
ur sagt nei til at fara í nak-
að, sum hon hevur gjørt.
Eivør sjálv gongur sera
høgt uppí, at hon er føroy-
ingur. Og tað roynir Svan-
hild altíð at fáa at skína
fram í klæðunum. Tað er
altíð eitthvørt føroyskt ser-
merki í klæðunum. Tað
kann til dømis vera føroysk
ull ella bindimynstur.
Mong munnu tey vera,
sum minnst ein gulan og
svartan topp, sum Eivør
hevur verið í. Hann var
bundin
við
føroyskum
mynstri og fall væl inn í
restina av klæðunum hjá
henni.
– Eg brúki nógv tann før-
oyska búnan sum íblástur.
Fyri at gera tað meiri brúk-
bart, og eg haldi, at tað er
ein góður máti at halda lív í
gomlum siðum, sigur unga
kvívíksdaman.
Hon heldur ikki, at tað
bilar nakað fyri føroyska
búnan, tí hon brúkar bert
partar av honum sum
íblástur og fer ikki inn og
beinleiðis broytir nakað við
honum.
– Tað ger, at fólk kenna
tað aftur frá okkara tjóð-
Svanhild »eigur« klæðini hjá Eivør
– Tað er so deiligt at arbeiða fyri Eivør. Hon setir aldrin serlig krøv, og eg sleppi at gera, sum eg vil, sigur persónligi sniðgevin hjá Eivør Pálsdóttir, Svanhild
Biskopstø Strøm
Mynd: Jens K. Vang
búna, og og vit hava jú eina
ørgrynnu av flottum bindi-
mynstrum í Føroyum, sum
væl kunnu nýtast í øðrum
sniðum og litum, heldur
Svanhild.
Góður møguleiki
Sum onnur listafólk mugu
sniðgevar eisini fáa íblást-
ur. Og tað sigur Svanhild
ikki er nakar trupulleiki.
Hon fær íblástur allastaðni
har, hon er. Men hon ferð-
ast eisini nógv av tí sama.
– Eg kann fáa íblástur frá
einum grindadrápi, um tað
skal vera. Eg dugi ikki at
greiða frá tí, men ein fær
íblástur allastaðni, um ein
hevur eyguni opin, sigur
hon.
Tað er heldur ikki bara
kjólar, tað snýr seg um, tá
tað kemur til Eivør. Av tí at
Svanhild er persónligi snið-
gevi hjá henni, so er tað
ofta, at hon keypir til dømis
smykkur,
smyrsl
ella
ymiskt prýði eisini, sum
hon heldur hevði riggað
væl til Eivør.
Svanhild heldur, at hon
sjálv er sera heppin at vera
vorðin persónligur sniðgevi
og kunna arbeiða so nógv
einans eitt ár eftir, at hon
fekk sína útbúgving. Og tað
er onki at taka seg aftur í, at
í og við tað er Eivør, sum
hon ger klæðir til, so fær
hon eisini gjørt vart við seg
ymsastaðni.
– Hetta er ein góður
møguleiki hjá mær, tí Eivør
ferðast jú víða og upp-
traðkar, sigur Svanhild,
sum tó leggur dent á, at
henni dámar best at arbeiða
við serligt gjørdum klæð-
um.
Um fólk ringja til henn-
ara og biðja hana gera ein
púra vanligan kjóla, so
sigur hon nei.
– Fólk, sum ynskja nakað
heilt serligt, sigi eg ja til.
Men um so Eivør ringir og
sigur, at henni tørvar ein
kjóla, so verður alt annað
lagt tilsíðis, inntil hann er
liðugur.
Ongan favoritt
Gjøgnum seinasta árið hev-
ur Svanhild gjørt nógvar
kjólar. Og hvør kjóli hevur
sína serstøku søgu.
Hon greiðir frá, at hon
ikki altíð fær boð um kjól-
arnar í góðari tíð. Einaferð
fekk hon boð um at gera ein
kjóla eina viku, áðrenn
Eivør skuldi brúka hann.
– Tann kjólan brúkti eg
heilar 110 tímar uppá. Tað
var ein hvítur kjóli, sum
hon var í til listastevnuna í
Føroyum, sigur Svanhild.
Av tí at tað var til eina
listastevnu, so skuldi kjólin
helst vera annaðleiðis. Og
tað var hann eisini. Nógv
broderí var á honum, og tað
tók sína tíð at gera. Men tá
samanumkom var kjólin
klárur til tíðina, og Eivør sá
knasandi gott út í honum til
listastevnuna. Eisini kom
nógv respons upp á kjólan.
Svanhild
hevur
ikki
beinleiðis nakran kjóla,
sum henni hevur dámað
best. Men tá hon so hevur
hugsað seg um eina løtu,
nevnir hon ein grønan
kjóla, sum Eivør var í, tá
hon fekk virðislønir hand-
aðar herfyri.
Ein grønur ull kjóli, sum
hon bar ómetaliga væl.
Eisini skaraði hon framúr,
tí hon sum tann einasta
kom í einum kjóla við
sterkum liti.
– Tann kjólan løgdu nógv
merki til.
Ein annar kjóli, sum
nógv fólk góvu ans, var
tann reyði, sum Eivør var í,
tá hon sang til jólakonsert-
ina í Christianskirkjuni.
Flennandi greiðir Svan-
hild frá, at tað var um repp-
ið, at tann kjólin ikki kom
fram til tíðina.
– Eivør mátti til Klaks-
víkar at venja, og kjólin var
her í Kvívík. Tað endaði
við, at omma hennara kom
við miklum skundi til
Kvívíkar eftir honum og so
til Klaksvíkar við honum,
greiðir hon frá.
Men tað visti ongin av
teimum 1.000 áhoyrarun-
um í Christianskirkjuni.
Tey sóu bara eina fantast-
iska flotta Eivør í einum
fantastiskum kjóla.
Summarframsýning
Men Svanhild er kortini
ikki bara persónligi snið-
gevin hjá Eivør. Hon fæst
eisini við annað. Millum
annað fer hon at luttaka á
summarframsýningini
í
Norðurlandahúsinum, sum
letur upp í dag. Har fer hon
saman við Jógvani Biskop-
stø at sýna fram nakrar
kropsinstallatiónir,
sum
hon kallar tað.
Tað eru bert føroyingar,
búsitandi í útlandinum,
sum luttaka á summarfram-
sýningini 2004. Endamálið
er, at hesi kunnu sýna fram
tað, tey gera.
Tað, sum Svanhild fer at
sýna fram, eru ikki bein-
leiðis nøkur pløgg. Hon
lýsir tað sum ein nevi av ull
og 4.000 metrar av tráði,
sum hon so evnar eina
"kropsinstallatión" burtur-
úr.
Og so fer Jógvan at gera
nakrar krokitekningar av
kvinnum í hesum, sum
Svanhild hevur skapað.
Hetta fyri at vísa, hvussu
tað hevði sæð út á einum
menniskjakroppi.
Eitt annað, sum Svanhild
eisini fæst við er at gera
armbond. Úr pleksiglasi
evnar hon tey við hita, so at
tey fáa ymisk skap og snið.
Hon selur tey í Runavík og
í einum handli á Strøgnum í
Keypmannahavn.
– Tey selja væl niðri og
eru munandi dýrari enn í
Føroyum. Tað kemst helst
av, at tá føroyingar síggja
tílíkt, hugsa tey plastikk,
meðan danir hugsa design,
heldur Svanhild.
Men hon heldur sam-
stundis, at tað er við at
vinda meiri og meiri uppá
seg hetta við, at fólk eru
farin at hugsa um snið.
– Í øllum førum í Íslandi
og í Danmark vindur tað
meira upp á seg, og tað er
jú bara gott, sigur hon smíl-
andi.
Geri sum eg vil
Tað besta við at vera snið-
gevi heldur Svanhild vera,
at hon ger, sum hon vil og
tað, sum hon vil.
Hon hevur ongar dreymir
beinleiðis um at gerast tann
heilt stóri sniðgevin. Hon
sigur, at heldur er dreym-
urin bara at verða ein snið-
gevi, sum sleppur at ar-
beiða, sum hon hevur hug
til og útfrá sínum egna hug-
flogi.
– Sum við Eivør. Eg eri
simpulten so heppin har. Eg
sleppi alt og geri av sjálv.
So um eg hevði fingið fleiri
kundar sum hana, so hevði
tað verið perfekt, sigur hon.
Samstundis ásannar hon,
at tað hevur við sær, at hon
ferðast nógv. Tí hon má
allatíðina út at finna sær
íblástur. Og tað finnur hon
best við at vitja onnur for-
kunnug støð.
– Har síggi eg ofta nýggj-
ar teknikkir og so framveg-
is. Ikki beinleiðis nakað,
sum eg vil gera teimum
eftir, men heldur fari eg
heim at vita í hvønn mun
tað ber til hjá mær at inn-
føra nakað av tí, sum eg
havi sæð, inn í mítt egna
arbeiði.
Fyri framman liggur ein
ferð til Borneo, har Svan-
hild skal verða í fimm vik-
ur. Har væntar hon sær
nógvar íblástur. Og tað
heldur hon vera gott.
Svanhild hevur annars
júst verið í gongd við ein
nýggjan kjóla til Eivør.
Hendan kjólan skuldi Eivør
í til listastevnuna í Reykja-
vík.
Tá Eivør skal hava ein
nýggjan kjóla, verður tað
vanliga gjørt soleiðis, at
Svanhild ger ein form, sum
Eivør so passar.
– Tað er sera týdningar-
mikið, at passiformurin
situr perfekt, tí Eivør skal
kenna seg væl í klæðunum,
sum hon framførir í, leggur
Svanhild dent á.
Eivør sær so aloftast ikki
kjólan aftur, fyrr enn hann
kemur liðugur sendandi við
postinum. Og tað er spenn-
andi fyri tær báðar. Eivør,
fyri at vita, hvussu kjólin at
enda kom at síggja út, og
fyri Svanhild fyri at vita,
hvussu Eivør dámar.
– Hon hevur sum sagt
enn ongantíð noktað at
farið í nakað, sum eg havi
gjørt, og tað vóni eg fer at
halda fram, sigur Svanhild,
persónligi sniðgevi hjá
Eivør Pálsdóttir.
Svanhild fer at luttaka á summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, sum byrjar tann 4. juni. Tá fer hon at sýna fram
ymiskar "kropsinstallatiónir", sum hon kallar tað
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
21
20