Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-11, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 2014síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 lestrarblaðið 2014 Fjarlestur kann minka um fráflytingina – Føroyar eru somikið lítlar, at vit megna ikki at bjóða allar útbúgvingar út her heima. Men í mun til fyri 10 árum síðani, tá hetta førdi við sær, at fólk vóru tvungin av landinum, so kunnu fleiri taka hesar útbúgvingar í Føroyum sum fjarlesandi, uttan at flyta av landinum. Verður tað gjørligt at taka fleiri útbúgvingar í Føroyum, so er lítið at ivast í, at hetta eisini fer at ávirka fólka­frá­ flytingina, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu Eydna Skaale Á vári 2013 varð Fjarlestrardepilin í Vági settur á stovn. Síðani tá hava 250 fólk vent sær til depilin við fyrispurningum um út­búgv­ingar, og í løtuni eru fleiri enn 30 heilar útbúgvingar, umframt ein røð av stak­skeiðum bæði á universitets støði og á mið­náms­støði. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur at slíkt altíð tekur tíð, men kortini eru tey í Vági ógvuliga fegin um stóru undirtøkuna millum ungar vágbingar og suðuroyingar sum heild. Umframt, at 250 fólk hava sýnt fjarlestri áhuga, og fleiri eru byrjað uppá útbúgving umvegis depilin, so hava úti­seta vágbingar eisini gjørt gagn av Fjar­lestrar­ deplinum, tá ið tey hava verið heima í summar ella vetrarfrítíð. Sjálvur depilin heldur til miðskeiðis í bygdini, og har hevur kommunan roynt at fáa øll neyðug viðurskifti í rætt lag. – Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingar­ depil, sum knýtir sambond millum fjar­les­ andi í Suðuroynni og lestrarstað. Ein depil, sum hjálpir teimum, ið ætla undir útbúgving sum fjarlesandi, at finna útbúgvingarstað, sam­stundis sum fjarlesandi ókeypis kunnu brúka hølir og neyðug amboð til fjar­lestur, og fáa lestrarvegleiðin og hjálp í lestrar­ tíðini, greiður Dennis Holm frá. Í samband við umsóknarfreistirnar í fjør vóru útbúgvingar sum sosialráðgevi, náms­frøðingur, sjúkrarøktafrøðingur, web- mennari, fysioterapeaut, ergoterapeaut og lærari tær, sum størsti áhugi var fyri. Vansin er umstøðurnar Hóast borgarstjórin í Vági er sannførdur um, at fleiri útbúgvingar umvegis fjar­lestur kunnu vera við til at minka um frá­flyt­ing­ ina í Føroyum, so eru sjálvsagt vansar við hesum útbúgvingarhátti. – Størsti vansin við fjarlestri er helst, at tú ikki býr á einum kollegie, og hevur dag­ liga gongd á universitetinum, og soleiðis hevur eitt stórt lestrarumhvørvið, heldur borgar­stjórin í Vági. Tó so heldur Dennis Holm, at tað ber til at skapa eitt lestrarumhvørvið rundan um fjarlestrarútbúgvingar í Føroyum, um tey lesandi bert gerast nóg nógv í tali. – Tey, sum brúka Fjarlestrardepilin, hava framvegis eitt lestrarumhvørvi, har tey kunnu hittast, gera bólkaarbeiðið, fylgja undir­vísing, skriva uppgávur, lesa og so fram­vegis. Men lestrarumhvørvið er sjálv­sagt ikki líka stórt sum á eitt nú Københavns Universitet, sigur hann. Tó so er fyrimunurin og møguleikin við at taka útbúgvingina sum fjarlesandi, at tú kann taka útbúgvingina uttan at flyta av landinum. – Summi eru kanska í einari støðu, har tey longu hava sett búgv, fingið maka og børn, og tað tískil er trupult at flyta av land­inum í útbúgvingarørindum. Meðan onnur snøgt sagt ikki hava hug at flyta aðra­staðni. Fyri hesi er fjarlestur ein sera góður møguleiki, heldur Dennis Holm. Borgarstjórin í Vági vísir á, at fjarlestur eisini eigur at vera ein góður møguleiki hjá – Fróðskaparsetri kann draga stóran fyrimun av, at tað eru fleiri og fleiri universitet, sum leggja seg eftir at bjóða allar útbúgvingar út umvegis fjarlestur Skeið: • Skeið í andlits tekning • Skeið í model tekning • Skeið í klassiskari tekning • Undirvísing fyri orðblind • Bachelor skeið í Computer Engineering • Bachelor skeið í teldutøkni (lær at gera heimasíður) • Skeið í grundleggjandi KT-tryggleika • Skeið í myndlist • Skeiðspakki í støddfrøði á BA-støði Útbúgvingar: • Master in Problem Based Learning in Engineering and Science • HD 1. part • Timburmaður • Elektrikari • Innrættingar arkitekt • Innrættingar ráðgevi • Lærara • Námsfrøðing • Bachelor í Information Management • Master of Science in Internet Systems • Web-mennari / Web-development • Bioanalytikari • Fótrøkt • Zoneterapi • Sjúkrarøktarfrøðingur • Fysioterapi • Ergoterapi • Sosialráðgevari • Jura • Sakføraraskrivari • Maskinmeistari • Bachelor í Ernæring og Sundhed • Fitness instruktør Umframt hetta skipar Fjarlestrardepilin fyri skeiðum, ið sum heild hava tilknýti til tað at taka eina hægri útbúgving. Skeið og undirvísing verða boðin út hvørt heyst við lestrarbyrjan, og annars eftir tørvi. Útbúgvingar og skeið á Fjarlestrardeplinum í Vági Fjarlestrardepilin í Vági