týsdagur 11. februar 2014síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
ókeypis blað frá Miðlahúsinum
Fróðskaparsetrinum at fáa fleiri útbúgv
ingarmøguleikar til síni lesandi.
– Fróðskaparsetri kann draga stóran
fyrimun av, at tað eru fleiri og fleiri uni
versitet, sum leggja seg eftir at bjóða allar
útbúgvingar út umvegis fjarlestur. Hetta
ger, at Fróðskaparsetri kann taka upp sam
starv við onnur universitet, soleiðis at tann
meiri yvirskipaði parturin av útbúgvingin
kann gerast umvegis fjarlestur, meðan tann
føroyski parturin kann skipast av Fróð
skaparsetrinum – eitt nú innan búskap,
har yvirskipaða undirvísingin kundi verið
skipað umvegis fjarlestur, meðan Fróð
skaparsetri skipaði tann partin, sum hev
ur størstan týdning í mun til føroyska
búskapin og búskap í smátjóðum, greiður
Dennis Holm frá.
Hann er sannførdur um, at fjarlestur
er komið fyri at verða. Tøknin hevur gjørt
tað lætt og ómakaleyst at verða fjarles
andi. Og tøknin hevur eisini gjørt tað eitt
sindur meiri tíðarleyst at verða lesandi,
skilt soleiðis, at fær tú ikki fylgt við undir
vísingini beinleiðis á netinum, so kanst tú
altíð hyggja eftir undirvísingini aftur seinni
á degnum ella seinni í vikuni.
Í 2013 legði Vágs kommuna fokus á at
bjóða út fjarlestrarútbúgvingar, sum kunnu
takast úti í heimi. Hetta arbeiðið heldur
áfram í ár, soleiðis at depilin væntandi
kann bjóða enn fleiri útbúgvingar út í 2014.
Harumframt er Fjarlestrardepilin eisini
vorðin partur av toymi hjá Fróðskapar
setrinum, sum er farið undir at royndar
koyra fjarlestrartilboð á Setrinum, eitt nú
lærara-og námsfrøðiliga útbúgving.
Les meir um fjarlestrardepilin í Vági á fjarlestur.fo
Eydna Skaale
Dan er uppvaksin í Vági, og hann og
familjan hava búleikast har í nógv
ár. Fyri hann er fjarlesturin ógvuliga
kærkomin, tí hann ivast í, um hann
hevði farið undir útbúgving, um ikki
hesin møguleiki var til staðar35 ára gamli
Dan Djurhuus er privatkundaráðgevi
í deildini hjá BankNordik á Tvøroyri,
og við síðuna av starvinum lesur hann
eisini HD 2. part sum fjarlesandi. Tað er
Aarhus Universitet, sum bjóðar hesa út
búgving út sum fjarlestur, og hesum til
boðið hevur Dan tikið av. Umframt at lesa
heima við hús, er Dan mangan í hølunum
hjá Fjarlestrardeplinum, har hann fylgir
undirvísingini umvegis netið.
– Tað góða við Fjarlestrardeplinum er,
at eg kann brúka hølini tá eg vil, og tað er
mangan um kvøldið og í vikuskiftinum.
Her kann eg trekkja meg aftur og fáa
frið til at lesa, og samstundis hava allir
hentleikar, ið eg havi tørv á, sigur Dan
Djurhuus.
Hann og maki hansara hava trý børn,
og hetta ger eisini, at hugurin til at fara
undir lesnað uttanlands er ógvuliga lítil,
hóast Dan hevur búð uttanlands fyrr.
– Nú eg eri fluttur heim aftur kann eg
als ikki ímynda mær at fara avstað aftur.
Tað hevði verið ov nógv stríð av at fari
niður við trimum børnum, og farið undir
lesnað uttan at hava familju og vinir
rundan um seg, greiður Dan frá.
Samstundis er Dan sannførdur um,
at møguleikin við fjarlestri ger, at hann
hevur møguleika at fáa sær hesa út
búgving. Uttan fjarlestur hevði tað neyvan
borið til.
– Um eg skuldi møtt upp til undirvísing
aðrastaðni, so hevði
tað slett ikki borið til
hjá mær, sigur Dan.
Hittast á
Fjarlestrar
deplinum
Tað kann hugsast,
at størsti vansin við
fjarlestri er, at tú ikki
kemur í samband við
eins nógv lesandi, sum tú gert á universi
tetum annars.
Men fyri Dan er hetta ikki ein trupul
leiki. Hann arbeiðir hvønn dag hjá
BankNordik, og hevur tí ikki tørv á einum
stórum lestrarumhvørvið. Tó so eru tey
nøkur, sum hittast javnan í samband við
útbúgvingina.
– Vit eru fleiri, sum taka hesa útbúgv
ingina á hendan hátt, og vit hittast javnan
til eitt prát um útbúgvingina, og til at
loysa uppgávur saman. So vit hittast, men
tað eru sjálvandi ikki 50 fólk sum til dømis
á universitetum í Danmark, sigur Dan.
Hann heldur, at tað er ógvuliga ymiskt
hvat fólk krevja í teirra lestrartíð. Hjá
honum er hetta ein lesnaður við síðuna
av arbeiðinum, og tí saknar hann ikki at
hitta fleiri fólk undir útbúgving.
– Men eg kann gott ímynda mær, at tað
kanska kann gerast einsligt fyri tey, sum
eru fulltíðarlesandi, um ikki fleiri lesa tað
sama, sigur Dan.
Dan er næstan liðugur við sína út
búgving, og manglar nú bert høvuðsupp
gávuna. Síðani hann byrjaði hevur hann
fyri tað mesta nýtt Fjarlestrardepilin í
Vági, og síðani hevur hann verið til próv
tøkur í Handilsskúlanum í Havn, sum uni
versiteti í Aarhus hevur lagt til rættis.
Síðani Fjarlestrardepilin í Vági lat
upp á vári 2013 hevur vágbingurin
Dan Djurhuus nýtt depilin til at
taka sína HD 2. parts útbúgving
Sum fjarlesandi eru ymiskir stuðuls
møguleikar, alt eftir hvar og hvørja
fjarlestrarútbúgving tú fer undir.
Skiljast kann millum stuðulsmøguleikar
frá føroysku stuðulsskipanini STUDNA og
stuðul frá donsku stuðulsskipanini SU /
Statens Uddannelsesstøtte.
SU: Føroyingar, sum fara undir
fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, kunnu
fáa SU, um so er, at útbúgvingin er
góðkend av SU-Styrelsen.
Fyri at fáa SU skal ein verða danskur
statsborgari, tvs. hava danskt p-tal/CPR-
nummar og eitt sokallað Nem-ID. Hevur
tú ikki danskt p-tal ella Nem-ID, so kann
søkjast um tað, eisini um tú er búsitandi
í Føroyum (tað ber tó til at søkja um SU
uttan Nem-ID).
Tá lesandi so hava danskt p-tal og Nem-
ID, so kann søkjast um lestrarstuðul hjá
danska SU, (Statens Uddannelsesstøtte).
Ferðastuðul: Øll føroysk fulltíðar
lesandi uttanlands – eisini fjarlesandi
– hava rætt til ein ferðastuðul um árið
frá Studna (føroysku stuðulsskipanini til
lesandi).
Eins og onnur føroysk fulltíðarlesandi
uttanlands, so hava føroyingar, sum
búgva í Føroyum, men lesa uttanlands
– tvs. fjarlesandi føroyingar búsitandi í
Føroyum – rætt til ein ferðastuðul um árið
frá Studna.
Sett teg í samband við
Studna fyri at fáa meiri at vita:
www.studni.fo
Stuðulsmøguleikar í samband við fjarlestur
– Fjarlestrardepilin er ein
útbúgvingardepil, sum
knýtir sambond millum
fjarlesandi í Suðuroynni og
lestrarstað, sigur Dennis
Holm, borgarstjóri í Vági
Síðani 2004 hevur Føroya Handilsskúli á
Kambsdali bjóðað út FHS-staklærugreinar sum
fjarlestur. Endamálið hevur verið at royna nýggjar
undirvísingarhættir og samstundis at vera við
í fremstu røð, tá um útbúgvingartilboð ræður.
Skúlin metir tað hava týdning, at vera før fyri at
veita føroyingum útbúgving við fjarlestri, og at
fjarlestrarmøguleikarnir skulu mennast framyvir.
FHS-útbúgvingin er ein støðisútbúgving, sum kann
nýtast, um tú fert undir eina 3 ára skrivstovu- ella
handilsútbúgving. Eisini ber til at søkja inn á 2. árið
á Búskaparbreytini eftir lokið FHS-prógv, treytað
av at tú hevur støddfrøði á C-stigi.
Um fjarlesturin á Handilsskúlanum
Í løtuni bjóðar Handilsskúlin á Kambsdali FHS-
staklærugreinar sum fjarlestur.
Fjarlesturin verður fyriskipaður sum stakgreina
lestur, tvs. at allir næmingar skulu til próvtøku í
øllum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar fyri
at tillaga samlaða útbúgvingarskeiðið og valið av
lærugreinum hjá hvørjum einstøkum eftir tørvi.
Fjarlestur er vælegnaður, um tú:
• ert handils- ella skrivstovulærlingur og skal
taka ávísar lærugreinar í hesum sambandi.
• ynskir at førleikamenna teg innan ávíst øki.
• ynskir at fáa FHS-prógvið, sum gevur møguleika
fyri at koma í handil- ella skrivtovulæru, ella
at halda fram á miðnámskúla og taka 2. og
3. árið á búskaparbreytini og fáa prógv sum
handilsstudentur.
Fjarlestur frá Handilsskúlanum á Kambsdali
kærkomin
møguleiki